Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 48 · 27. apríl 2012 11 VIKUSKIFTI at hanga saman, tí leggja teir arbeiðið niður, gongur ikki long tíð, áðrenn tað sansar at allastaðni. Í heyst fingu vit so eitt nýtt landsstýri, sum bæði vildi hækka pensjónsskattin hjá øllum og geva teimum, sum tjena nógv meira enn peda­gogar, fleiri túsund krónur í skatta­lætta um mánaðin. Gott hjá teimum. Sjálvandi elvdi hetta til mót­ mælir, og tað minti um støðuna undir kreppuni, tá 74 fakfeløg gjørdu bart í kuldanum á Vaglinum og søgdu, at tey funnu seg ikki í nýggja politikkinum. Men hvussu nógv meintu tey við síni mót­mælir? Vóru tey líka stálsett sum útróðrarmenninir í 1975, tá teir bloker­ aðu alla havnina í Havn? Vóru tey sum Ingeborg og tey í 1987, tá tey settu hart ímóti hørðum í tríggjar vikur við blokad­um? Nei, tað vóru tey ikki. Ikki øll. Bara eitt felag stóð fast við tað, sum tað frá byrjan segði og meinti, og tað var Før­oya Pedagogfelag. Boðini vóru greið. Lønin er látur­ liga lág, og tykkara prinsipp eru skeiv, segði felagið frá byrjan við ar­beiðs­ gevararnar, og tað sama segði felagið, tá tað tók konsekvensin av tí, sum tað hevði sagt, og fór í verk­fall. Við hesi avgerð tók Føroya Peda­gog­felag á seg at bera kyndilin fyri alla fakfelags­ rørsluna í eini tíð, har kon­sekvens­loysi og teknokratiskt snakk eru farin at eyð­ kenna tey fyrr so eldhugaðu fak­feløgini. Berjist tú ímóti einum mótparti, sum onki virðir teg, kanst tú ikki hopa eftir hæli og kunngera at enda, at tú onki meinti við tíni mótmæli. Tú mást standa fast. Og tað gjørdi Føroya Pedagogfelag, tá fakfelagssamstarvið brotnaði í lím­ ing­ini, og fakfeløg kropp á kroppi gjørdu avtalur, sum ongin var errin av. Og eg kann siga tykkum, at millum fólk stendur størsta virðingin framvegis um eitt felag eftir orrustuna í vetur, og tað felagið er Føroya Pedagogfelag. Ongin hevði væntað, at tað var haðani, at ein nýggj Ingeborg skuldi daga undan kavi, og ongin hevði væntað, at hetta felagið var so væl skipað og kundi skapa so stóran sympati rundan um seg, sum tað gjørdi. Ja, ongin hevði heldur væntað, at hetta felagið, sum traditionelt er eitt felag við hóvligum kvinnum og eis­ini monnum, fór at seta leiðaranum á lønar­deildini í Fíggjarmálaráðnum stólin fyri hurðina og megafonina fyri oyr­uni, tá tað kom til skarpskeringar. Dygdirnar gjørdust almennar Tit vita, hvussu tað byrjaði. Teir fyrstu 2-3 dagarnar vóru øll so glað fyri broyt­ ingina, at børnini vóru heima. Ommur og abbar gongu smílandi í býnum við barnavognum, og alt var fínt. Hetta var familjuligur hugni sum fyrr í tíðini, tá samfelagið ikki var broytt. Men so fóru tey at troyttast øll somul, tí tey kundu jú ikki passa børnini í eina heila viku, og hvussu við teimum, sum høvdu heilt serligan tørv? Hvussu leingi skuldu hetta vara? Tað fyrsta, vit løgdu til merkis, var, at Føroya Pedagogfelag kravdi, at limirnir møttu upp í verk­ fals­tíðini. Har er skil í, hugsaðu vit. Tað næsta, vit sóu, var, at 2.000 hjørtu vórðu sett á Tinghúsvøllin. Tey eru kreativ, hugsaðu vit. Tað triðja, vit upp­livdu, var, at eini 1.300 pedagogar møttu upp til mótmælisgongu í Havn. Tey standa saman, hugsaðu vit. Tað fjórða, vit upplivdu, var, at ein her­ deild úr Føroya Pedagogfelag fór á flog­vøllin at taka ímóti formanninum í Kommunala Arbeiðs­gevarafelagnum at leggja trýst á hann. Tey eru humo­ rist­isk, hugsaðu vit. Tá hann ikki hevði mandat til nakað, heysaðu tit so sjórænara­fløgg upp í flaggstengurnar uttan fyri Fíggjarmálaráðið, blokeraðu inngongdina har og herdu tiltøkini á bú­ stovn­unum. Tey eru viljasterk, hugsaðu vit tá. Fyri hvørt átak vaks virðingin mill­um fólk fyri tykkara felag, tí hugsið tykkum, hvat tit uppnáddu: Tit vístu, at pedagogar eru væl skipaðir, kreativir, humoristiskir, viljasterkir og standa saman. Tit vunnu við stríðnum prinsippið um fyrireikingartíðina, tit vunnu fleiri krónur oman á lønina, og tit gjørdu av við prinsippið um differentiering mill­ um limirnar. Men tit vunnu so nógv annað, tí verkfallið var sum ein stór almenn framsýning í tríggjar vikur. Ein framsýning, sum tænti pedagog­ iska fakinum til miklan sóma, og sum fekk hvørt einasta menniskja at tosa um pedagogar og teirra týdning í sam­ felagnum. Ein framsýning, sum fekk øll at reflektera um ta samfelagsbroyting, sum er farin fram seinastu 30 árini. Hava tey onga tíð at fyrireika seg í, spurdu mong undrandi og hildu, at tað mátti verið sjálvsagt, at tit sluppu at fyri­reika tykkara arbeiði. Men hetta er so ein rættur, sum langt síðan skuldi verið vunnin, og her sigi eg so tað, sum eg nevndi, at teir traditionellu kvinnu­ fakbólkarnir eru ikki altíð so ídnir at krevja sín rætt á nóg sannførdan hátt. Men nú er hetta hent, og eg haldi, at verk­fallið hjá Føroya Pedagogfelag var ein fyriboðan. Ein fyriboðan um, at kvinnu­frígeringin gongur í stigum. Fyrst skuldu kvinnurnar út á arbeiðs­ marknaðin. Tann kampurin er vunnin. Kampurin nú snýr seg um at fyribyrgja, at traditionellu kvinnustørvini verða lægri mett enn onnur størv í sam­felag­ num, ja, vit kunnu siga at fyribyrgja trælahaldi í ávísum fakbólkum og stættar­muni millum fakbólkar. Ið hvussu er man tað ikki loysa seg fyri tykk­um at lata samfelagið gera sær dælt av, at kvinnur hava so sterk um­ sorganar­gen, at tit uppala børn og ansa fólki við menningartarni fyri ongar peng­ar, tí tykkara hjarta sigur, at tað eiga tit at gera. Tí hyggið bara at, hvat samfelagið við lóg krevur av tykkum, hetta samfelagið, sum er broytt so nógv, og har ráðandi menn­inir stútt og støðugt tosa um fram­ burð, meira ferð á samfelagshjólini og alt hatta har. Í dagstovnalógini stend­ur, at tit við umsorgan og tryggum barna­ vinar­ligum umhvørvi skulu menna og menta børnini á fullgóðan hátt. Tit skulu menna andsfrælsið, tollyndið, javnvirðið og fólkaræðisligu fatanina hjá børnunum, sigur lógin. Tit skulu búgva børnini til innlivan, samavgerð, sam­ábyrgd, rættindi og skyldur í fólka­ ræðis­liga samfelagnum. Tit skulu menna teirra skapandi evnir og styrkja teirra samleika, sjálvsvirði og sjálvkenslu. Tit skulu tryggja teimum heilsugott og rørslu­liga strimbrandi umhvørvi innan­dura og uttandura. Munnu fólk vita hetta? Munnu fólk virða hetta? Í lógar­tekstinum verða brúkt so nógv orð úr sálarfrøðini, fólkaræðisligu sið­venj­ uni og mannarættindastríðnum, at vit kunnu staðfesta, at stovnsgjørda upp­ alingin snýr seg ikki bara bara um at ansa eftir børnum. Hon snýr seg um at skapa heil menniskju, sum bæði inn­eftir og úteftir hava sjálvsálit, sum skilja tann samfelagsliga samanhang, tey eru sett niður í, og sum fata, hvat tað snýr seg um at samstarva við onn­ur og virða onnur. Og mín sann, um sam­ felagið ikki eisini krevur, at tit skulu gera hetta á fullgóðan hátt. Í barnagarði ynski eg... Jú, takk, eiga tit at siga, men so skulu arbeiðsumstøðurnar eisini standa mát við krøvini, og tit eru í ferð við at krevja tykkara rætt. Tit vunnu fyrsta slagið, um tit ikki vunnu so øgiliga nógv­ar krónur. Men tað krevur væl saktans meira enn 1-2 tveir tímar um vik­una at fyrireika børn til at gerast heil menn­ iskju, sum hava sjálvsálit, sum fata tann samfelagsliga samanhang, tey eru sett niðurí, og sum skilja, hvat tað er at sam­starva við onnur og virða onnur. Hetta er ikki bara spæl og sangur. Hetta er undirvísing, sum krevur umhugsni og kós í arbeiðinum, og júst hendan spurn­ing fingu tit varpað ljós á við verk­fall­inum. Sjálvur visti eg ikki, hvat lógin segði um hendan spurningin áðr­ enn verk­fallið, men eg veit tað nú, tí tit stóðu fast og kravdu tykkara rætt. Eg havi tó vitað, hvønn ovurhonds stóra týdn­ing, pedagogiska arbeiðið hevur havt á t.d. verkstøðum og bústovnum. Eg plagdi at halda jól saman við fólki av bú­stovn­um, tí mamma hevði tey heim við sær um høgtíðina. Hesi eru jólini, vit oftast tosa um í dag, tí tá hendi altíð okkurt hug­farsligt, sum setti kulør upp á høgtíðina. Hesi vóru fólkini, sum vit ikki høvdu pláss fyri fyrr, men sum vit í dag taka okkum av, og tað ger okkum til eitt heilstoyptari samfelag, tí heilstoypt samfeløg hava pláss fyri øllum, eisini teimum, sum hava tørv á vegleiðing frá fakfólkum. Og nú ímyndi eg mær so, at eg var barn í dag. Hevði eg reikað frítt um kring í grannalagnum saman við eini rúgvu av øðrum børnum og bygt flakar og húttur? Nei, tí tann tíðin er farin. Í ymsu heimunum er kvirt um dagarnar, tí øll eru úti. Foreldrini eru til arbeiðis, og børnini eru á stovni ella í skúla. Men sum verkfallið vísti, so eru børnini í góðum hondum. Samfelagið hevur stað­fest við lóg, hvat børnunum tørvar, og starvs­fólkini á stovnunum útføra tann setn­ing, sum lógin fyriskrivar. Tá eg gangi fram við einum barnagarði, síggi eg heldur ikki børn hanga í hegn­ inum, tí tey vilja sleppa út. Hvat skuldu tey farið út til, tá øll børnini, tey kunnu spæla við, eru innanfyri, og tá fólk út­ føra arbeiðið innanfyri, sum eru bæði kreativ, humoristisk og viljasterk? Eg ímyndi mær, at um eg var barn í dag og kravdi, at eg skuldi vera barn sum fyrr í tíðini og vaksa upp í fullkomnum frælsi í grannalagnum, so hevði eg at enda leitað mær til ein barnagarð, hingið grátandi í hegninum uttanfyri og rópt av øllum alvi: Eg vil inn, tí í barna­garði ynski eg at sleppa at ganga beinan­veg! Takk fyri!