Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 48 · 27. apríl 2012 14 VIKUSKIFTI Hesi bæði nøvn eru eftirnøvn, men eisini millumnøvn. Eitt millumnavn er eitt navn ímillum fornavn (fornøvn) og eftirnavn. Millumnavnið ber dám av eftirnavni. Í hesi grein verða millumnøvn í tveimum tíðarskeiðum kannað. Í tí fyrra tíðarskeiðinum 1951-55 fingu nógv færri børn eitt millumnavn enn í tí seinna tíðarskeiðinum 1992- 2010. Vanligasta millumnavnið í fyrra tíðarskeiðinum er Djurhuus og í seinna Dam. Men tað eru eisini onnur sløg av millumnøvnum Frá Djurhuus til Dam VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska í. Hesaferð skrivar Anfinnur Johansen. Anfinnur Johansen Lektari á Føroyamálsdeildini Frá 1951 til 2010 meiri enn tvífaldast talið av millumnøvnum. Í fimm ára tíðar­skeiðinum 1951-1955 vóru 3778 børn fødd og doypt/navngivin, 1902 dreing­ir og 1876 gentur. 577 av børn­ unum fingu eitt millumnavn, t.e. 15,3 %, 324 dreingir (17,3 %) og 253 gentur (13,5 %). Í seinna tíðarskeiðinum 1992-2010 vóru 12338 børn fødd og doypt/navn­ givin, 6303 dreingir og 6035 gentur. 5159 av børnunum fingu eitt millumnavn, t.e. 41,8 %, 2633 dreingir (41,8 %) og 2526 gent­ur (41,9 %). Hvat er eitt millumnavn? Fyrstu ferð, ið heitið millumnavn kom inn í føroyska lóggávu, var í 1992, tá ið tann fyrsta føroyska navnalógin kom í gildi í Føroyum. Undan tí høvdu ávísar danskar navnaásetingar havt gildi í Føroyum. Í 2002 fingu vit ta næstu, og núgaldandi navnalóg, sum kom í gildi í 2007, er sostatt tann triðja. Í øll­um trimum navnalógunum hevur millum­navnið eina sjálvstøðuga lógar­ grein, sum eitur millumnavn. Men orð­ ið millumnavn hevur millum manna eisini verið nýtt t.d. um seinna navnið í tvínevi, t.d. Jákup Petur Joensen ella Anna Maria Joensen, har ávika­ vist Petur og Maria hava verið nevnd millum­nøvn. Men tey bæði eru av røttum seinna navn í tvínevni. Og í teirri fyrstu navnalógini kemur týdn­ ing­urin av millumnavni eisini týðiliga til sjóndar, tí har stendur m.a., at eittans eftirnavn kann verða givið sum millum­ navn, t.e. millumnavnið er eftirnavn ella ber dám av eftirnavni. Millumnøvn kunnu elva til ávísar trupulleikar. Starvsfelagi mín Jógvan í Lon Jacobsen er kanska best kendur millum manna sum Jógvan í Lon, t.e. millumnavnið verður nýtt sum eftir­ navn. Hyggur ein t.d. í telefonbókina – tað man tó ikki vera so ofta nú – so er hann ikki at finna har undir eftir­navn­ inum í Lon. Verri er, um hann t.d. hevur bílagt sær flogferðaseðil við navninum Jógvan í Lon, tí er hann t.d. í Kastrup og skal til okkurt annað land, verður hann av trygdarávum steðgaður, av tí at navn á passi og ferðaseðli er ikki tað sama. Hvørja viku verða ferðafólk á út­ lendskum flogvøllum av hesum grund­ um víst aftur. Millumnavnasløg í fyrra tíðarskeiði Størsti bólkurin av millumnøvnum í fyrra tíðarskeiðinum eru faðirsnøvn, t.e. fornavn faðirs + -son/-dóttir, t.d. Jákupsson og Marnersdóttir. 87 dreingir og 71 gentur fingu faðirsnavn sum millum­navn, t.e. 158 børn til samans ella 4,2 %. Einki barn fekk móðurnavn, t.e. for­navn móður + -son/dóttir, sum sítt millum­navn. Næststørsti bólkur av millum­nøvnum eru tey børn, sum fáa gentu­eftirnavn móður sínar sum sítt millum­navn, t.e. tað eftirnavnið, sum mamman bar undan giftu, men sum hon strikaði í sambandi við giftu, av tí at hon fekk sær eftirnavnið hjá manninum, t.d. Gaard og Holm. 151 børn (4 %) fáa hetta millumnavnið. Triði­størsti bólkur er millumnavn faðirs nýtt sum millumnavn barnsins, t.d. Dahl og Winther. 80 børn, 46 dreingir og 34 gentur, bera millumnavn faðirs sum sítt millum­navn, t.e. 2,1 %. Tey vanligastu millumnøvnini 1951-1955 Trý tey vanligastu millum­navna- sløgini bæði tíðarskeiðini í % Tey vanligastu millumnøvnini 1992-2010 Faðirsnavn + -son ella -dóttir Gentueftir­ navn móður Millumnavn faðir Eftirnavn móir Millumnavn móður