fríggjadagur 27. apríl 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 48 · 27. apríl 2012
15
VIKUSKIFTI
Millumnavnasløg
í seinna tíðarskeiði
Størsti bólkurin av millumnøvnum í
seinna tíðarskeiðinum er eins og í fyrra
faðirsnøvn. 994 dreingir og 1050 gentur
fáa faðirsnavn sum millumnavn, t.e.
2044 børn til samans ella 16,6 %. Bert
78 børn, 24 dreingir og 54 gentur, fáa
móðurnavn sum sítt millumnavn, t.e.
0,6 %. Næststørsti bólkur av millum
nøvnum eru tey børn, sum fáa eftirnøvn
móður sínar sum sítt millumnavn, t.e.
989 børn ella 8 %, 545 dreingir (8,7 %) og
444 gentur (7,4 %). Triðistørsti bólkur er
millumnavn móður nýtt sum millum
navn barnsins. 953 børn, 488 dreingir og
465 gentur, t.e. 7,7 %, fingu millumnavn
móður sínar sum sítt millumnavn. 524
børn, 292 dreingir og 232 gentur, t.e.
4,3 %, fingu millumnavn faðirs sum sítt
millumnavn.
Tey vanligastu millumnøvnini
í báðum tíðarskeiðunum
Við tað at talgrundarlagið er so mikið
lítið í fyrra tíðarskeiðinum, verða bert 3
tey vanligastu millumnøvnini tikin við,
men í seinna tíðarskeiðinum, har sum
talgrundarlagið er nógv størri, verða 10
tey vanligastu millumnøvnini nevnd.
Tey vanligastu millumnøvnini í
báðum tíðarskeiðunum. Tað er áhuga
vert, at einki av hesum nøvnum er før
oyskt. Tað sigur eitt sindur um, hvussu
sterka støðu danskt hevur havt og enn
hevur í Føroyum.
Støðan í dag
Eftir hálvari øld er talið av millum
nøvnum meiri enn tvífaldað. Í fyrra
tíðarskeiðinum eru tað stívliga 15 % og
í seinna tíðarskeiðinum sløk 42 % av
børnunum, sum bera eitt millumnavn.
Hvør orsøkin til hendan vøkstur er, er
ilt at meta um. Ein orsøkin kann vera
tann, at við at nýta eitt millumnavn
líkist tú frá øðrum, sum eita tað sama
for- og eftirnavnið sum tú. Felags fyri
bæði tíðarskeiðini er, at tað eru faðirs
nøvnini, sum er tann størsti millum
navnabólkurin. Móðurnøvnini verða
als ikki nýtt sum millumnøvn í tí fyrra
tíðarskeiðinum, men í tí seinna tíðar
skeiðinum eru tey tó tann triðistørsti
bólkurin av millumnøvnum. Tað tykist
eisini vera so, at bæði foreldrini vilja
vera partur í barnsins navni, annað
hvørt við millumnavni ella við eftir
navni.
3. flokkur í Klaksvíkar Skúla 1955. Bert eitt barn frá fyrra tíðarskeiðnum ber millumnavn. Ovara rað frá vinstru: Sigurð Heinesen,
lærarari, Henning Svøðstein, Joen Hendrik Jacobsen (Ósá), Jens M. Pauli Samson, Hanus Jacobsen, Poul Ellebye Andersen, Elmar Hansen,
Páll K. Heinesen. Miðasta rað frá vinstru: Petur Petersen, Hergerð Gunnarstein, A. Jóhanna S. Nystrøm, Erik A. Kithler, Karl Hilmar
Andreasen, Óli S. Johannesen, K. Vilhelm Thomsen, Arthur Guðjonsson, Vilhjalmar Hansen. Niðara rað frá vinstru: Johild Johannesen,
Bjørg Magnussen, Lydia Jacobsen, Janet Adam, Kára Thomsen, Ruth Laksafoss, Elsa T. Biskopstø, Myron Sólbjørg, Berghild M. Klakkstein
4. A í Skúlanum á Ziskatrøð skúlaárið 2004/05. Helvtin av børnunum
(ella 8 børn) frá seinna tíðarskeinum, bera millumnavn, herav 5 faðirsnavn.
Ovara rað frá vinstru: Alexandur Lassen, Sámal Mikal Johannesen, Andreas
Gaardlykke Joensen, Poul Kjartan Matras, Áron Dahl, Teitur Arnoldsson
Joensen, Kristian Bjartalíð, Leivur Ellingsgaard, Eyðun Ranasson Nolsoe,
Erik Biskopstø,lærari. Niðara rað frá vinstru: Victoria Biskopstø, Maria á
Høvdanum, Ninny Jóhansdóttir Hávarsá, Hervør Hansdóttir Olsen, Elsa
Steinberg Joensen, Annika Magnusardóttir Arge, Durita Matras Gestsdóttir
Tíðarskeiðið 1951-1955 var
býtið av millumnøvnum hetta
Tíðarskeiðið 1992-2010 var
býtið av millumnøvnum hetta