Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

Nú er nokk! »Hevur tú eisini fingið nokk? Nokk av teimum svikagerðum, tí gramm­ leikanum og tí vanstýrinum ið er komin til valdið? Samgongan skal frá, og tað ongantíð ov skjótt!« Soleiðis siga politisku ung­ manna­feløgini hjá Javnaðar­ flokkinum og Tjóðveldis, sum skipa fyri tiltaki í Grasagarði í Havn leygardagin kl. 18.00 og til midnátt. Á skránni eru røður, sjónleikur og tónleikur. Nú er nokk Grasagarður í Havn Leygardagin 28/4 kl. 18.00 baksíðan... Nú verða vit rík! Makrelurin skal í ár geva 125 mill krónur í avgjøldum fyri hvørt kilo. Dimma Ikki so løgið teir fiska minni Útróðrarflotin sleptur upp á fjall Kringvarpið Sær hann ikki væl? Løgmaður sær ongan trupulleika Dimma Ruddið forsíðuna! Lásaskipanin á Gamla Apoteki umvæld Vagaportalurin Er tí at Fogh kemur til Føroya? Í kríggj móti morsniglunum Sosialurin Er deiggið ikki eldri enn tað? Deiggj heldur 30 ára dagin Planet.fo Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Nú fellir avgerðin Mánakvøldið verður avgerandi toppdystur í ensku fótbóltskappingini. Tá bresta grannarnir í Manchester, City og United, saman í triðseinasta umfari. Í løtuni er United trý stig framman fyri grannarnar, men vinnur City dystin, so leggja teir seg fram um við betri málmuni. Hetta verður ein av teimum heilt stóru fótbóltsløtunum í hesum árinum. Manchester City - Manchester United Premier League Mánakvøldið 30/4 kl. 20.00 Ingibjørg og Rani spæla Unga songkvinnan Ingibjørg Hansen og royndi tónleikari Rani Nolsøe hava konsert í Spaniastovu leygarkvøldið. Ingibjørg er sera evnarík songkvinna, sum hevur havt hugtakandi framførslur seinnu árini. Rani er ein av høvuðsmonnunum í Frændum og hevur í eitt mannaminni skrivað og sungið kendar sangir. Ingibjørg & Rani Spaniastova í Klaksvík Leygarkvøldið 28/4 kl. 21.00 Stórdystur í Barcelona Týskvøldið vóru øll eygu vend ímóti Barcelona, har avgerandi fótbóltsdystur var. Leygarkvøldið verður stórdystur í hondbólti í Barcelona. Tá fara AG København og Barcelona at spæla seinnu fjórðingsfinaluna teirra millum í Champions League hondbóltskappingini. AG København vann fyrra dystin við fimm málum. Barcelona - AG København DR1 Leygarkvøldið 28/4 kl. 19.00 Eg havi etið ormar, meyrur, sebra, krokodillu og ymisk flogkykt. Men tað ringasta, eg havi etið, var spik og skerpikjøt í Føroyum. Tað skalt tú verða uppvaksin við fyri at kunna virðismeta. Eg hevði bert etið tað aftur, um alternativið var at fáa eina súkklu hongda í eygnalokini. Tað er sum um at vit hava lítlar og ongar vónir um teirra evni at gerast sjálvbjargin. Tískil geva vit teimum bara pensión, tá ið tey gerast 18 ár. Ístaðin áttu vit heldur at sett teimum krøv, um at klára seg sjálvi so væl, sum til ber á sama hátt, sum vit vænta av øðrum ungum. Timm Vladimir, danskur skemtari og sjónvarpsvertur (Alt for Damerne) Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, um ung við serligum avbjóðingum Eg síggi fram til munandi sterkari bond millum Føroyar og ein breiðan skara av europeiskum sam­ starvspørtum á øllum økjum í framtíðini. Kaj Leo Johannensen, løgmaður, sær møguleikar, hóast hann stongir sendistovuna í London