mánadagur 30. apríl 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Kristian Davidsen, stjóri á
Føroya Tele, fegnast um árs
úrslitið fyri 2011, sum vísir
eitt avlop upp á 51 milliónir
krónur.
– Tað hevur verið eitt
gott ár í mun til lakara árið
frammanundan, sum var
merkt av niðurskrivingum.
Tær eru so ikki við í ár, og
saman við teimum effektivi
seringum, sum eru gjørdar í
felagnum, so koma vit til
hetta góða úrslitið, sigur
Kristian Davidsen, stjóri.
Kristian Davidsen sigur,
at nógvar avbjóðingar eru
fyri framman.
– Tað eru øki hjá okkum,
sum vit í dag tjena pengar
uppá, sum vit ikki fara at
tjena eins nógv upp á í fram
tíðini, meðan tað eru onnur
øki, sum fara at geva meira,
sigur Kristian Davidsen.
Ein av hesum nýggju
inntøkukeldunum,
sum
liggur beint fyri framman
er sjónvarp gjøgnum inter
netið.
– Hetta er ein tænasta,
sum hevur vundið nógv
upp á seg uttanlands, og
sum eisini fer at vinda nógv
upp á seg í Føroyum, sigur
Kristian Davidsen.
Av nýggjum virkisøkjum
hjá Føroya Tele nevnir
Kristian Davdisen eisini
telesamskiftið til oljuvinnu
na í Norðsjónum, har felagið
herfyri gjørdi sáttmála.
– Her eru góð útlit til
at menna hetta samstarv
víðari, men hetta er eitt ar
beiði, sum tekur tíð, men
vit hava fokus á hetta alla
tíðina, og hesum vænta vit
okkum meira av í framtíðini,
sigur Kristian Davidsen.
Fartelefonin
er
ment
nógv seianstu árini – og
serliga síðan Apple kom
við iPhone í 2007 er ein stór
menning farin fram.
– Her er tað serliga tað,
sum er á mobila breið
bandinum, sum er avbjóð
ingin. Har er ein ørgrynna
av applikatiónum, sum vit
kunnu brúka til fartelefon
ina. Tað týdningarmesta
hjá okkum er at hava góðar
nettænastu og at veita góða
atgongd til hetta mobila
breiðbandið, so kundin fær
brúkt hesar smartu telefon
irnar, sum nú koma, sigur
Kristian
Davidsen,
sum
fegnast um bjørt útlit.
– Vit hava góð starvsfólk,
su meisini framyvir kunnu
taka tey tungu tøk, sum fara
at koma, tí úrslitini koma
ikki av sær sjálvum, sigur
Kristian Davidsen.
Lesið eisini tíðindaskriv
frá Føroya Tele á síðu 11.
Sjónvarp
gjøgnum
internetið er
ein avbjóðingin
SAMSKIFTI Tað liggja nógvar avbjóðingar
fyri framman hjá Føroya Tele, sum seinastu
árini hevur gjørt fleiri rationaliseringar, og
sum í dag verður rikið við 30 starvsfólkum
færri, enn fyri tveimum árum síðani
– Tað mobila netið hevur serligar avbjóðingar við sær, sigur Kristian R.
Davidsen, sum er sera fegin um góða úrslitið hjá Føroya Tele
Mynd: Álvur Haraldsen