Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Í farnu viku bleiv fyrsti part­ ur av sjónvarpsrøðini Whale Wars – Viking Shores við Paul Watson á odda vístur í amerikonskum sjónvarpi. Upp­tøkurnar eru frá í fjør, tá Paul Watson og hansara fólk vóru í Føroyum í enn eini roynd at steðga grindadrápi. Tá annar partur verður víst­ur á amerikonsku sjón­ varps­rásini Animal Planet komandi fríggjakvøld, fáa hyggjarar og onnur áhugað møguleika at fylgja við, tá Paul Watson skal kjakast við einum føroyingi um grinda­ dráp. Maðurin, sum fyrst og fremst ætlar at vísa á, at grindadráp ikki er djóra­ pínsla, er Heri Joen­sen, sum er kendur frá rokk­bólk­inum Týr. Kjakið fer fram á heima­ síðuni hjá Ani­mal Planet, beint eftir at sendingin hevur verið á sjón­varps­skíggjanum fríggja­kvøldið. Bleiv útvaldur til kjakið At tað júst er Heri Joensen, sum skal kjakast við Paul Watson umvegis internetið, er heldur tilvildarligt. Sjálvur veit Heri Joensen ikki heilt, hví hann er valdur til hetta, og tí gjørdist hann ikki sørt kløkkur, tá eitt umboð frá Ani­mal Planet í New York ringdi til hansara fyri skjótt tveimum vikum síðani. – Eg veit ikki serliga nógv um hetta enn, men eg gangi út frá, at teir hava valt meg, tí tá Paul Watson og hansara fólk vóru í Føroyum í fjør, gjørdi hansara upptøkulið samrøðu við okkum í Týr, greiðir Heri Joensen frá. Hann hevur júst verið á konsertferð, men er í hesum døgum í Føroyum og heldur frí. – Tað, sum eg serliga fari at leggja meg eftir at fáa fram í kjakinum er, at grindadráp ikki er djórapínsla, sigur Heri Joensen og leggur aftur­at, at argumentið, um at grinda­ dráp er gomul siðvenja, ikki heldur. – Tað er ikki nóg gott bara at argumentera við, at grinda­dráp er aldargamal siður í Føroyum, og tí skulu vit veiða hval. Tað er eitt argu­ment, sum ofta verður brúkt, men tað heldur ikki, sigur Heri Joensen. Hevur fyrireikað seg væl Tað verða ivaleyst nógv fólk bæði amerikanarar og onn­ ur, sum fara at fylgja við fríggjakvøldið amerikanska tíð, tá Heri Joensen og Paul Watson bresta saman í on­ line-kjakinum. Heri Joen­sen kennir seg tó væl fyri­reik­ aðan og gleðir seg til kjak­ið. – Hesa seinastu tíðina havi eg lisið nógv um evnið og sligið ymisk tøl upp, sum eru rættiliga áhugaverd, sig­ ur Heri Joensen. So hvørt sum føroyingar hava frætt um komandi kjak­ ið millum Hera Joensen og Paul Watson, hava fleiri fólk verið beinasom og sent Hera Joensen ymiskar hentar upp­lýsingar um grindadráp í Før­oyum. – Fleiri fólk hava vent sær til mín við ymiskum tilfari, sum eg havi lisið og kannað gjølla, greiðir Heri Joensen frá. Í amerikonsku avísini Los Angeles Times var hós­ dagin ein stór grein um sjón­ varpsrøðina hjá Paul Watson úr Føroyum. Í greinini for­ telur Paul Watson millum annað, hvat hann heldur um tað, at hann skal kjakast við Hera Joensen. – Eg roknaði við, at eg skuldi kjakast við onkrum frá føroysku stjórnini, onkran granskara ella ein av mongu grindaformonnunum, men nú sær tað út til, at eg skal kjakast við forsangaran í ein­ um norðurlendskum heavy metal bólki, ið nevnist Týr. Um hatta er tann frægasti per­sónurin, sum kann agu­ mentera fyri tí, føroyingar gera, so ivist eg ikki í, at kjakið verður áhugavert, sigur Paul Watson í Los Angeles Times. Útsøgnin hjá Paul Watson ger tó á ongan hátt Hera Joensen fjálturstungnan. – Watson ánar ikki, hvør eg eri, men eg havi alt fakta upp á pláss, og eg ivist onga løtu í, at eg fari at sannføra fleiri fólk um, at tað, Watson ger, snýr seg ikki um annað enn at forvinna pening við millum annað at vísa mani­ puler­aðar myndir, sigur Heri Joen­sen avgjørdur. Týr framvegis vælumtókt Heri Joensen er tilvitaður um, at tað, at hann fríggjakvøldið luttekur í kjakinum um grinda­dráp, ivaleyst fer at hava ávirkan og eisini onkrar nega­tivar avleiðingar. – Longu nú havi eg fing­ ið ótrúligan respons frá før­oyingum og ikki minst út­lendingum. Eitt nú á Face­ book havi eg fingið nógvar við­merkingar, og jú, onkur vil boykotta Týr, av tí at eg eri fyri grindadrápi, sigur Heri Joensen, sum tó leggur dent á, at størsti parturin av viðmerkingunum frá fólki hevur verið sera positivur, og hann heldur seg hava góðan stuðul frá nógvum fólkum. Heri Joensen hevur í nógv ár verið virkin innan tón­ leikaheimin, og bólkurin Týr hevur eisini nógvar fjepparar uttanlands. At Heri Joensen og hinir í bólkinum eru fyri grindadrápi, eigur tó ikki at koma bak upp á nakrar fjepp­arar, tí í 2003 var ein sangur um júst hetta evnið at finna á fløguni Eric The Red. Tí er Heri Joensen ikki bangin fyri, at bólkurin fer at missa allar teir útlendsku fjeppararnir. – Eg veit, at fleiri taka undir við okkara sjónarmið­ um. Harafturat vænti eg, at eg fari at klára at sannføra tey flestu um, hvat tað veru­ liga er, sum Paul Watson ger, so nei, eg eri á ongan hátt bangin fyri, at vit við hesum kjakinum fara at gerast ein ópopulerur bólkur, sigur Heri Joensen. Til ber at fylgja við í kjak­ in­um millum Hera Joen­sen og Paul Watson á heim­ asíðuni hjá Animal Planet fríggjakvøldið klokkan 22.00 amerikanska tíð. Heri Joensen bjóðar Paul Watson av Fríggjakvøldið skal forsangarin í tónleikabólkinum Týr kjakast við Paul Watson beinleiðis á heimasíðuni hjá Animal Planet. – Watson ánar ikki, hvør eg eri, men eg havi fyrireikað meg væl til kjakið, sigur Heri Joensen