mánadagur 30. apríl 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað
verða
tvey
valevni,
sum bjóða seg fram at fylla
tómrúmið eftir Leilu Sol
munde sum forkvinna í
Meginfelag Teirra Brekaðu,
MBF.
MBF
hevur
aðalfund
15. mai og tá skal nýtt fólk
veljast til at taka við eftir
forkvinnuna, Leilu Solmun
de, sum brádliga doyði her
fyri.
Og nú freistin at stilla upp
var úti 24. apríl er greitt, at
tað eru tvey uppskot til for
mansskapin í MBF.
Annað valevni er Carita
Bjørklund, námsfrøðingur í
Sørvági, sum starvsnevndin
í MBF hevur skotið upp.
Hon hevur skerdan før
leika og hevur arbeitt av
markaða tíð.
Hitt valevni er Maria
Jacobsen í Sandavági, sum
er málsviðgerðari á Skipa
eftirlitinum, men hon hevur
eisini arbeitt við ymsum
málum
í
sambandi
við
rúmliga
arbeiðsmarknaði
num, fyritíðarpensjón og
børnum, ið eru send av landi
num.
Sigrun
Wardum,
sum
situr í Starvsnevndini í MBF,
fegnast um, at meiri enn eitt
valevni bjóða seg fram, tí so
verður talan um eitt veruligt
val.
- Leila hevur verið eitt
gott umboð fyri okkum og
hevur skapt virðing ímillum
fólk og myndugleikar, so tað
verður ein avbjóðing at taka
við eftir hana, ásannar hon.
Hon
sigur,
at
annars
standa tveir aðrir limir í
starvsnevndini fyri vali.
Annar
limurin
sum
stendur fyri vali, er Sigrun
Wardum, sum umboðar bólk
in við sálarligum og neuro
logiskum brekum.
Hon stillar upp aftur og
hevur onki mótvalevni.
Hitt valevni er Jensa
Heinesen úr Hjartafelagnum,
sum
umboðar
medisinsk
brek. Hon stillar eisini upp
aftur, men hon fær eitt
mótvalevni frá Astma og
allerigfelagnum, sum hevur
stillað Bozenu Rasmussen
úr Hoyvík, upp.
Hinir
nevndarlimirnir
í starvsnevndini eru Ruth
Thomsen,
sum
umboðar
bólkin fyri rørslubrek og
Yvonna Hjaltalin, sum um
boðar samskiftisbólkin.
Nevndarlimirnir
verða
valdur fyri tvey ár ísenn,
men teir kunnu í mesta lagi
sita tvey valskeið, so skulu
teir úr nevndini í minst eitt
valskeið.
Starvsnevndini
í
MBF
verður umboðað av fýra
bólkum: Medisinski bólkurin,
Rørslubólkurin, Samskiftis
bólkurin og Bólkurin fyri
sálarlig og neurologisk brek,
og nevndarlimirnir skulu
ganga upp á skift ímillum
bólkarnar.
Áki Bertholdsen
- Hetta var tað mest huga
liga , sum hendi.
Soleiðis tók Johan Peter
sen, limur í umboðsráðnum
í Tryggingini, til á aðalfundi
num í felagnum fríggja
dagin.
TF-Holding
hevði
aðalfund
fríggjadagin
og har varð eitt uppskot
frá
Jan
Múller,
limi
í
umboðsráðnum, samtykt,
sum fer at føra til, at tað
verður nógv lættari hjá
tryggingartakarunum
at
fáa ávirkan á felagið.
Higartil hevur skipanin
verið soleiðis, at tá ið val
hevur verið til umboðsráðið,
hava
tryggingartakarar
verið noyddir at ringja til
Tryggingina at biðja um at
kvøðuseðlar.
Hetta er ein skipan, ið
summir limir í umboðsráð
num hava hildið, er alt ov
stirvin og sum teir halda, er
ein forðing fyri, at limirnir
fáa ávirkan.
- Tað tænir bara einum
endamáli og tað er at styðja
upp undir eina fatan av, at
Tryggingin er eitt afturlatið
felag, sum helst ikki vil
geva tryggingartakarunum
ávirkan, hava umboðsráðs
limir ført fram.
Latin upp
Men
á
aðalfundinum
fríggjadagin legði Jan Müll
er uppskot fram um, at
hereftir skulu allir trygging
artakarar fáa atkvøðuseðil
sendandi
við
postinum,
hvørja ferð val er.
Hann sigur, at hetta er
eitt mál, sum hevur verið
afturvendandi í Umboðs
ráðnum í nógv ár og sum
fleiri limir í Umboðsráðnum
hava viljað broytt.
Men
tekniskt
hevur
tað higartil ikki borið til
at senda øllum trygging
artakarunum
hvør
sín
atkvøðuseðil.
Men tað letur seg gera
nú og tískil varð uppskot
lagt fram um at broyta
mannagongdina, so at nú
fær hvør tryggingartakari
atkvøðuseðil, tá ið umboðs
ráðsval verður.
Tað varð samtykt við tað,
at 33 limir í umboðsráðnum
atkvøddu fyri og tveir ímóti.
Og hetta varð eftir øllum
at døma eitt so týðandi mál,
at fólkið á aðalfundinium
klappaðu, tá ið úrslitið var
greitt.
- Hetta var tað týdningar
mesta, sum kundi gera fyri
at elva til opinleika og fyri
at geva innlit í felagsskapin,
segði Johan Petersen.
Men hetta merkir, at tá
ið umboðsráð skal veljast
í Tryggingini, skulu allir
tryggingartakararnir hava
atkvøðuseðil
sendandi,
sum tey, sum hava hug at
velja, síðani kunnu fylla út
og senda inn aftur.
Talan er um einar 20.000
tryggingartakarar.
Sjálvur sigur Jan Müller,
at tað týdningarmesta í
hesum sambandi er, at nú
fáa allir tryggingartakarar
sama møguleika at atkvøða
til Umboðsráðið, uttan at
vera noyddir at biðja um
atkvøðuseðil.
2
bjóða seg fram at
taka við eftir Leilu
MBF Tvey valevni bjóða seg fram at taka við
sum forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu eftir
Leilu Solmunde, sum brádliga doyði herfyri
Nýggj forkvinna
Leila Solmunde var ógvuliga sjónlig forkvinna í MBF, men á aðalfundinum
um tvær vikur bjóða tvey valevni seg fram at fylla tómrúmið eftir hana
Tað verður ein avbjóðing at taka
við eftir hana, ásannar hon
Tryggingin er nú latin upp
OPINLEIKI Tað besta, sum hendi á aðalfundinum var, at nú verður lættari at velja umboðsráð til tryggingina
Innlit
Tað var Jan Müller, limur í Umboðsráðnum, sum legði
uppskotið fyri aðalfundin, sum ber í sær, at tað hereftir
verður nógv lættari hjá limunum í tryggingini at velja