mánadagur 30. apríl 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað hevur ikki gingið so væl
hjá gulllaksaskipunum at
fiska higartil í vertíðini í ár,
sum onnur ár, tá tað hevur
gingið best.
Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri í Tavuni í Leirvík, sum
hevur keypt fiskin hjá fýra
partrolarum av teimum seks,
sum eru á hesi veiði, sigur, at
tað hevur tikið eina viku hjá
skipunum at fáa uppí, og tað
er longri enn vanligt, tá veið
an er góð.
Hann vísir á, at í byrjanini
av vertíðini gjørdu tey bæði
pørini ein góðan túr í part,
men síðan hevur veiðan ver
ið lakari.
Tá
fiskiskapurin
eftir
gulllaksi hevur verið upp
á tað besta, hevur tað tikið
skipunum einar 3-4 dagar at
fáa uppí lastina.
- Men soleiðis hevur ikki
verið higartil í ár. Nú hava
skipini verið úti í eina viku,
áðrenn túrur er liðugur, legg
ur hann aftrat.
Kuldaveður
Jóan Magnus Rasmussen sig
ur, at ymiskar orsøkir kunnu
vera til, at veiðan higartil í
vertíðini ikki hevur verið so
góð.
- Herfyri lá hann leingi
við landnyrðingi, og eg haldi
ikki, at teir, sum reka skipini,
dáma so væl, tá hann liggur
við
kuldaætt.
Gulllaksur
verður veiddur niðri við
botnin, og kanska flytir fisk
urin seg longur upp í sjógvin,
tá veðrið er kaldari. Tað er ilt
at siga, men hetta kann vera
ein orsøkin til lakari veiðina.
Hinvegin, sigur stjórin í
Tavuni, at tað gongur altíð
upp og niður í fiskiveiði, og
soleiðis eisini við gulllaksa
veiðini.
- Vit vóna tó, at veiðan
verður betri, sum tíðin gong
ur, leggur hann aftrat.
Gongur væl
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at hóast fiskiveiðan
higartil í ár ikki hevur ver
ið av tí besta, hevur fram
leiðslan á virkinum gingið
væl.
- Jú, vit skulu avgjørt ikki
klaga. Tað hevur gingið væl
at framleiða. Vit arbeiða við
tvey skiftivaktum, men við
tað, at tað hevur tikið longri
tíð at fáa uppí skipini, hava
vaktirnar ikki verið líka lang
ur, sum tá mest hevur verið
at gera.
Hann sigur, at vaktirnar,
sum plagdu at vara í 10 tím
ar, ofta ikki hava verið meiri
enn 8 tímar í vertíðini higar
til, soleiðis sum ráfiska
tilgongdin hevur verið.
- Hinvegin hevur tað ging
ið væl hjá skipunum at passa
seg til landing, soleiðis at
bæði pørini, sum vit keypa
fiskin frá, ikki koma inn
somu dagar.
Keypt seks lastir
Tavan í Leirvík hevur higar
til í vertíðini keypt seks
lastir. Tað eru Polarhav og
Stjørnan og Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin, sum virkið
hevur keypt fiskin frá.
- Skipini hava higartil
í vertíðini landað tríggjar
ferðir hvørt parið, sigur Jóan
Magnus Rasmussen.
Gulllaksaveiðan hevur
ikki gingið so væl í ár
- Í byrjanini gjørdu skipini ein góðan túr í part, men síðan hevur tað tikið umleið eina
viku hjá skipunum at fáa uppí, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni
Tavan í Leirvík
hevur higartil í gull
laksavertíðini keypt
seks lastir
- Vit hava keypt seks lastir, síðan gulllaksavertíðin byrjaði. Skipini,
sum vit hava keypt fiskin frá, eru Polarhav og Stjørnan (mynd) – og
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sigur Jóan Magnus Rasmussen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Seinastu trý árini hevur Tav
an í Leirvík givið fleiri enn 34
miljónir krónur í avlopi.
Í 2009 hevði virkið eitt
avlop á 10,8 miljónir krónur,
í 2010 10,4 miljónir – og í 2011
fer avlopið at liggja um heilar
13 miljónir krónur.
Soleiðis verður árið í fjør
tað besta hjá virkinum nakr
antíð.
- Í fjør settu vit eisini
met í nøgd við umleið 12.300
tonsum
av
gulllaksi,
og
samanlagt kunnu vit ikki
siga annað enn, at vit eru
sera væl nøgd við 2011, sigur
Jóan Magnus Rasmussen.
Tavan arbeiðir gulllaks
frá apríl til nakað væl út á
heystið, og síðan verður upsi
arbeiddur í vetrarhálvuni.
Stjórin vísir á, at vanliga
plagar virkið at arbeiða eini
2000 tons av upsa um vetur
in, men í so máta var lutfals
liga lítil upsi á marknaðinum
farna vetur.
- Upsaveiðan hjá skipu
num var heldur vánalig í
fjør heyst og út á veturin,
og útboðið var ikki stórt,
samstundis sum hørð kapp
ing var um rávøruna. Tí
keyptu
og
arbeiddu
vit
neyvan meiri enn eini 1000
tons av upsa í vetur, sigur
Jóan Magnus Rasmussen.
MSC-góðkenning
Stjórin í Tavuni veit at siga,
at gulllaksaveiða væntandi
fer at fáa MSC-góðkenning
summar, um alt gongur sum
ætlað.
- Vit hava arbeitt við hes
um í eina tíð, og nú bendir
alt á, at MSC-góðkenningin
kemur upp á pláss í næstum.
Hetta kann geva okkum, sum
fáast við gulllaks, nýggjar
marknaðarmøguleikar,
og
longu nú hava vit frætt frá
keyparum, at teir bara bíða
eftir góðkenningini.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at Noreg er størsti
keypari av gulllaksafarsi hjá
Tavuni.
- Vit høvdu miðjað eftir at
fingið MSC-góðkenningina í
mai, men nú verður tað helst
ikki fyrr enn í juni – ella juli,
leggur hann aftrat.
Góð úrslit og MSC-góðkenning
- Vit høvdu miðjað eftir at fingið MSC-góðkenningina í mai, men nú verður
tað helst ikki fyrr enn í juni – ella juli, sigur Jóan Magnus Rasmussen
Jóan Magnus Rasmussen er stjóri í Tavuni í Leirvík