Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fiskamarknaður Føroya rok­n­ar við einum ella tveim­ um línuskipum í næstu viku. Annað skipið roynir und­ir Føroyum, hitt undir Ís­landi. Um útróður verður sagt, at streymurin verður hampi­ligur, og tí væntar mark­nað­urin nakað av útróðr­ar­fiski, um veðrið verð­ur til vildar. DMI sigur um veðrið týs­dag­in og mikudagin, at hann verður høgur í ættini, 3-8 m./ sek. - Djúpvatnstrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska up­sa, men fiskiskapurin er sum heild smáligur. Fiskamarknaður Føroya vísir á, at seks partrolarar - ella trý pør - fiska gulllaks, með­an hinir fiska upsa. - Fiskiskapurin hjá par­ trolara­num, sum fiska upsa, er smáligur. Lagt verður aftrat, at allir trolbátarnir lógu við brygg­ju fríggjadagin, men møgu­liga loysti onkur bátur í viku­skiftinum. Mikudagin væntar Fiska­mark­naður Føroya tvey garnaskip inn at landa. Ann­ar fiskar havtasku, hin svart­kalva. Bæði týsdagin og mikudagin siga veðurforsøgnirnar lítlan og ongan vind, og tí eru útlit til útróður í vikuni Hampiligur streymur og hampiligt veður Tá streymurin verður hampiligur, og veðurútlitini eru góð, er væntandi, at nakað av útróðri verður hesa vikuna Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Í løtuni skiftir MEST ljós­ motor umborð á flaka­trol­ ara­num Vesturvón, og eisini fær bógskrúvan á strand­ fara­skipinum Ternu­ni, sum røkir sigling um Nóls­oy­ar­ fjørð, eina høvuðs­um­væl­ ing, umframt at smá­vegis viðlíkahald verð­ur gjørt. Ternan verður vænt­andi liðug á bedingini hesa viku­ na. Sluppin Westward Ho er eisini á bedingini hjá MEST, har ymiskt við­líka­halds­ar­ beiði verður gjørt. Koma og fara Herfyri hevði MEST eisini skipini uppi, sum Faroe Origin í Saltangará hevur keypt úr Vági. Tað eru Hvanna­felli og Bláfelli, sum nú kallast Skúgvur og Munk­ur. - Hetta var vanligt eftirlit og málingaarbeiði í sambandi við søluna, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr. Hann leggur aftrat, at onn­ur skip hava eisini verið uppi seinastu tíðina, men tal­ an hevur mest verið um van­ ligt viðlíkahald. - Skip koma og fara, og so­ leið­is er gongdin alla tíðina, sig­ur skipasmiðjustjórin. Skála og Runavík Á MEST á Skála er eisini nak­að at gera. Arbeitt verð­ ur eitt nú upp á gearið á ísfiskatrolaranum Phoe­nix, umframt at høvuðs­mot­or­ur­ in á ís­fiskatrolaranum Vest­ ur­skini verður umvældur. Hesi bæði skipini liggja við brygg­ju á Skála. - Á MEST í Runavík verð­ ur í stóran mun arbeitt við viðlíkahaldi og nýgerð, ser­ liga til fiski-og alivinnuna, sig­ur Mouritz Mohr, stjóri á skipa­smiðju­ni MEST. Samlaði truppurin hjá MEST liggur í løtuni um 120 fólk. Skipini koma og fara Á skipasmiðjuni MEST eru 120 mans til arbeiðis. Mouritz Mohr, stjóri, sigur, at nakað er at gera, men talan er ikki um tey stóru arbeiðini, men meiri um vanligt viðlíkahald Tað kann síggja út, sum nógv er at gera á bedingini hjá MEST í Havn, men ofta er talan um vanligt viðlíkahald, sum ikki tekur langa tíð. – Men vit hava eitt sindur at gera alla tíðina, bæði í Havn, Skála og í Runavík, sigur stjórin, Mouritz Mohr Mynd: Vilmund Jacobsen talan er mest um vanligt viðlíkahald í Havn og á Skála