mánadagur 30. apríl 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orð/mynd: Snorri Brend
– Fyrr var henda undirvís
ingin við talvum og plansj
um. Men tann nýggja tøknin
hevur skapt okkum henda
ótrúliga møguleikan, sigur
skeiðsleiðarin, Jan M. Hjalta
lin á Vinnuháskúlanum.
Skeiðið er í stuttum skipað
soleiðis, at ein tekur tann
teoretiska partin umvegis
netið.
Hetta er til stóran fyri
mun fyri tey, sum eru um
borð á skipi, og tí vilja brúka
frívaktina – heldur enn
frítíðina í landi – at taka
hetta trygdarskeiðið, ið skal
endurnýggjast við ávísum
áramáli.
Sambært nýggju avtaluni
fyri trygd á sjónum hjá IMO
– sum er altjóða sjóvinnu
felagsskapurin - og sum varð
samtykt í Manila í 2010– skal
ein nú virka fyri, at sjófólk
eisini kunnu sleppa aftur á
skúlabonk umvegis fjarlest
ur.
Hesum hevur Vinnuhá
skúlin tikið til eftirtektar, og
bjóðar longu nú sjófólki at
taka hetta skeiðið og onnur
á henda hátt.
Tað er helst so sum sagt
verður av skúlanum: - Her er
ein møguleiki at sigla, meðan
ein lesur, - ella at lesa, meðan
ein siglir.
Skype
Trygdarskeiðið hava higartil
vart í eina viku ella so, har
sjófólk skulu á skúlabonk og
síðani royna alt í verki.
Við hesum nýggja tilboð
num ger ein tað soleiðis, at
tey kunnu lesa, tá tað liggur
fyri. Síðani kunnu tey brúka
ein ávísan dag í landi til tann
praktiska partin, sum fevnir
um eldsløkking, fyrstuhjálp,
fara í bjargingarbát og ann
að.
Tað einasta sum nú krevst
til tess at taka hetta trygd
arskeiðið er, at sjómaðurin í
roynd og veru hevur atgongd
til internetið og hevur web-
kamera á telduni.
Tann teoretiska royndin
verður soleiðis tikin umvegis
Skype millum tað einstaka
sjófólkið og skeiðsleiðaran,
siga Jan M. Hjaltalin og Hans
Johannes á Brúgv, skúla
stjóri.
Men einki trygdarskeið
uttan tær praktisku roynd
irnar. Hesar verða sjálvandi
tiknar í landi – og verður
hetta gjørt næstu ferð í dag,
30. apríl og aftur 14, mai á
Trygdardeplinum við Áir.
– Tilboðið er nýtt, men vit
vænta okkum nógv av tí. Tí
áhugin er avgjørt til staðar,
siga teir báðir.
snorri@sosialurin.fo
Altjóða krøv
Í juni mánaði 2010 hittust umboð fyri IMO í filipinska
høvuðsstaðnum, Manila at tosa um trygd á sjónum,
og hvussu henda kann verða hildin uppi við nýggjum
krøvum og møguleikum í framtíðini.
Ein partur av hesum arbeiði var at samtykkja eina
konvensjón, sum fekk gildi á nýggjárinum.
Her verður millum annað sett út í kortið, at tey
einstøku londini skulu seta í verk frálæru og venjing
arhættir fyri sjófólk, eins og Vinnuháskúlin nú ger
við hesi fjarundirvísingini umvegis teldu, internet og
Skype.
Hetta er tó bert eitt av tilboðum teirra í tí teir kalla
e-learning. Til ber eisini at taka skeið í føroyskari
sjóvinnulóg.
Sigl úti meðan tú
ert á trygdarskeiði
Vinnuháskúlin í Havn bjóðar nú sjófólki at taka trygdarskeið á netinum, meðan tey í roynd
og veru eru umborð á skipi. Hóast tilboðið er nýtt, eru longu fleiri sum hava tikið við tí.
Súni í Hjøllum, sum hevur skrivað hesa greinina, er varaborgarstjóri í
Nes kommunu og formaður í Kongshavnar Havnastýri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tey ið fara á trygdarskeið fáa fyrst undirvísing,
og síðani skal tað lærda roynast í verki
Kórstevnan:
Nógv at
gleða seg til
Árliga kórstevnan byrjar
hósdagin, og er fyri øll
sanghugað bæði í kórum
og
fyri
tey
kórleysu.
Endað verður við konsert
leygardagin.
Kórsamband
Føroya
og kór í Havn løgdu sein
asta ár til brots at skipa
fyri kórstevnu, har dent
ur varð lagdur á tað ný
tíðarliga, tann rytmiska
kórsangin.
Kórstevnan
2011
gjørdist
tí
eisini
ein
minnilig
uppliving,
og
á kórstevnuni komandi
vikuskiftið verður hildið
fram eftir sama leisti:
ein sínámillum íblásandi
samanrenning millum tað
eyðkenniliga siðbundna
og tað rytmiskt íbirtandi
nýtíðarliga.
Tað er aftur Jim Daus
Hjernøe,
professari
í
rytmiskum
kórsangi,
og sum føroysk kórfólk
kenna frá regluligum kór
leiðaraskeiðu, sum saman
við sínum professionella
úrvalsbólki Voxnorth fer
at seta futt í í Kringluni
og í konserthøllini í Sortu
díki.
Fólk, sum upplivdu
Voxnorth á stevnuni í fjør
og eisini á ógloymandi
konsertum í Klaksvík og
á Toftum og onnur hava
nakað at gleða seg til, tá
Voxnorth fríggjakvøldið
hevur almenna framførslu
í Norðurlandahúsinum.
Hin stevnukórleiðarin
er
íslendingur,
eitur
Hilmar Örn Agnarsson,
og er eitt rísandi navn
innan íslendska kórlist.
Sum
kórleiðari
hevur
Hilmar Örn Agnarsson
bæði stovnað og verið
leiðari hjá fjøld av kórum
bæði barnakórum, ung
dómskórum, kamarkórum
og kirkju- og óheftum
kórum, har hann arbeiðir
bæði við tí klassiska,
við nútíðar skrivaðum
kórverkum og eisini við
popp- og rokktónleiki.
Í ár eru liðin 45 ár síðan
fyrsta felags kórstevnan í
Føroyum var hildin. Hetta
hendi á hvítusunnu 1967.