mánadagur 30. apríl 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Min góði elskaði beiggi, nú
eru fimm mánaðir farnir,
men tað følist enn sum í gjár,
at boðini komu um, at tú ikki
var her meira.
Várið kemur so spakuliga,
men tú kemur ikki aftur.
Tað verða ikki fleiri telefon
samrøður at tosa, eingin Loll
at ringja til, har kom eingin
ávaring, sum segði, at okkara
samrøða fríggjadag, skuldi
verða tann seinasta. Men
sunnumorgun var tú ikki
her meira.
Eg sakni teg so sáran. Siggi
teg fyri mær sum smádrong
og árini uppeftir. Tú bleiv
til ein so deiligan drong og
mann, róligur og álítandi,
man visti altið, hvar man
hevði teg.
Vit blívu ikki spard fyri
mótgang og sorgir, men vit
komu viðari, tí vit vóru har
fyri hvørjun øðrum og tað
styrkti bæði teg og okkum.
Tú fann tær konu av
Nesi, og tú og Irma fingu eitt
deilig heim saman. Eg veit,
at tú tveist væl har noðruri,
men ein partur var altið eftir
her. Komu tit suður, var altíð
fullur bilur av fiski, sum vit
vóru sera takksom fyri, og
vit smíltust altíð, tí tú var
so tungur, tá tit fóru avstað
aftur, sum um tað var eitt
annað land. Men hatta var
bara tú góði, sjómans lívið
gjørdi, at tú ikki var so nógv
heima, og frítíðin kundi ofta
verða ov stutt at deila við
øll. Men tú royndi og so var
telefonin eitt gott amboð til
kontakt.
Eg kundi skrivað eina bók,
men tú kemur ikki at lesa
hana. Men í sorgini kann eg
smílast og verða takksom
fyri øll góð og rík minnir, vit
systkin hava havt.
Nú fækkast vit, og hetta
er jú lívsins gongd, nú fór tú, í
morgin er tað kanska eg, bert
Harrin kennir dagarnir.
Góða Irma og børnini hjá
Loll. Míni orð eru so fátæk
til troyst. Men eg fari at biða
Gud um at styrkja tykkum
øll í sorgini og sakninum.
Hvíl í friði mín elskaði
beiggi.
Systur tín Hervør
Sorg og gleði saman fylgjast,
Søtt og beiskt er bland, mær
lutast
Blanda mær í lívsins skál
Slíkt er alt mítt ævi mál.
Gráti eg á nátt og degi
hjálp mær Jesus, at tín gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.
Loll til minnis
TÍÐINDASKRIV FRÁ FØROYA
TELE
Árið 2011 royndist væl hjá
Føroya Tele. Tað vísir rokn
skapurin, sum varð almanna
kunngjørdur í sambandi við
ársaðalfundin hjá Føroya
Tele fríggjadagin 27. apríl.
Roknskapurin fyri 2011
vísir eitt avlop eftir skatt
á
50,9
milliónir
krónur.
Hetta er munandi betri enn
árið fyri, tá ið úrslitið eftir
skatt var 7 milliónir krónur.
Úrslitið er positivt ávirkað
við góðum 11 milliónum
krónum frá óvanligum upp-
og niðurskrivingum frá virk
semi felagsins uttan fyri Før
oyar.
Leiðslan í Føroya Tele
leggur dent á, at roknskap
urin er úrslit av teimum til
tøkum, sum eru gjørd seinnu
árini.
– Ein fortreyt fyri, at úr
slitið er so nógv batnað í
Føroya Tele, er tann mið
vísa strategiska leiðin at
seta kundan í miðdepilin
í øllum okkara virksemi.
Hetta hevur skerpað okk
ara fokus á ta góðu tæn
astuna til kundan, sum er
okkara
tilverugrundarlag.
Haraftrat vísir góða úrslitið,
at tær tillagingar og effek
tiviseringar, sum eru gjørdar
á Føroya Tele síðstu árini,
hava verið neyðugar og hava
styrkt felagið. Føroya Tele er
búgvið til frameftir at veita
tænastur á høgum stigi við
framhaldandi at menna fjar
skiftiskervið í Føroyum og
til umheimin, sigur Kristian
R. Davidsen, stjóri.
Í 2011 vóru íløgur gjørdar
fyri umleið 30 milliónir krón
ur til útbygging av neti og
undirstøðukervi.
Vinningsbýtið til eigaran,
sum er Føroya Landsstýri, er
9 milliónir krónur.
Sterkari og smidligari
Úrslitið áðrenn skatt og av
skrivingar, nevnt EBITDA,
er 125,8 milliónir krónur í
2011; hetta er ein framgongd
á 8,1 millión krónur, ella 6,9
prosent, samanborið við árið
fyri. EBITDA vísir úrslitið
av vanliga rakstrinum, og
EBITDA-gradurin í samtak
inum kom upp á 29 prosent í
2011 samanborið við 27,1 pro
sent í 2010.
Umsetningurin í 2011 var
góðar 433 milliónir krónur,
sum er á leið tað sama sum í
2010. Starvsfólkakostnaðirnir
minkaðu 8 milliónir krónur,
meðan aðrir kostnaðir einans
minkaðu eitt vet. Hetta vísir,
at tað góða úrslitið stavar frá,
at fyritøkan er effektiviserað
munandi. Føroya Tele er tískil
vorðið smidligari og er betur
brynjað at møta teimum av
bjóðingum, sum framtíðin
hevur við sær.
– Góða úrslitið er fyrst
og fremst einum stinnum
starvsfólkahópi fyri at takka,
tí hóast starvsfólkini eru
vorðin munandi færri í tali,
og tænasturnar eru vorðnar
fleiri, er tað eydnast at
hækka tænastustigið og økja
framleiðsluna, sigur Kristian
R. Davidsen, stjóri.
Eitt net í heimsflokki
Føroya Tele hevur sum høv
uðsmál at tæna føroyingum
við dygdargóðum fjarskifti.
Hetta krevur eitt vælútbygt
undirstøðukervi, sum er ein
stór avbjóðing í einum fjar
skotnum
oyggjasamfelagi
við fjøllum og firðum langt
frá evropeiska megin-land
inum. Hvussu er so støðan
á hesum øki í dag? Svarið er,
at Føroya Tele hevur eitt gott
og framkomið net at bjóða
føroyska fjarskiftisbrúkar
anum.
Breiðbandið í Føroyum
røkkur út í hvønn krók; til
samanberingar vísa tøl frá
OECD, at Føroyar eru á einum
áttanda plássi millum øll
heimsins lond við útbreiðslu
av breiðbandi. Føroyar hava
í dag eisini farbreiðband
á landi og sjógvi; farbreið
bandið á landi røkkum 90
prosent av føroyingum, og
á sjónum røkkum farbreið
bandið út á 60-70 fjórðingar.
GSM-netið dekkar øll øki í
landinum.
Førleikar flyta fjøll
Fortreytin fyri einum góðum
fjarskifti í Føroyum og mill
um Føroya og umheimin eru
dygdargóðir
sjókaðalar.
Í
dag eru ikki færri enn tríggir
sjókaðalar út í heim, har Før
oya Tele eigur tveir teirra.
Alt 2011 var arbeitt við at
yvirtaka
Cantat3-kaðalin
fra 1994, sum bindur saman
Ísland, Føroyar, Danmark og
Týskland, og samstundis gera
avtalur við altjóða oljufeløg
í Norðsjónum um at vera
knýtt upp í kaðalin. Hetta
arbeiðið bar á mál fyrst í 2012.
Við hesum er uttanlands
samskifti føroyinga betur
tryggjað
móti
kaðalsliti,
samstundis sum Føroya Tele
hevur fingið eina týðandi og
munadygga inntøkukeldu í
Norðsjónum næstu 15 árini.
At útbyggja og reka fjar
skiftisnetið í Føroyum og at
útvega sjókaðalar út í heim er
ein kostnaðarmikil og krevj
andi uppgáva, sum Føroya
Tele tekur í størsta álvara.
– Vit eru errin av, at vit
kunnu
veita
føroyingum
fjarskiftistænastur á høgum
stigi. Vit eru errin av, at vit
hava fleiri sjókaðalar út í
heim. Og vit eru errin av
teimum avtalum, vit hava
gjørt við oljufeløg í Norðsjó
num og vestan fyri Hetland.
Fortreytin er, at vit hava
savnað førleikar á høgum
stigi á einum stað, og at vit
hóast alt hava eina stødd,
sum ger, at vit megna at lyfta
uppgávuna, sigur Kristian
R. Davidsen, stjóri í Føroya
Tele.
Nevndin afturvald
Á aðalfundinum hjá Føroya
Tele vóru øll umboðini hjá
Landsstýrinum í nevndini
afturvald.
Í nevndini sita: Klaus
Pedersen, Jóhannus Egholm
Hansen, Eyðhild Skaalum
og Fanny Petersen, sum
umboða Føroya Landsstýri,
og Christian Joensen, Ulla
Stenberg og Janus Djurhuus,
sum eru starvsfólkavald um
boð.
Klaus Pedersen heldur
fram sum formaður í nevnd
ini fyri Føroya Tele.
Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2011 gjørdist 50,9 milliónir krónur eftir skatt. Úrslitið vísir, at tey
átøk, sum eru gjørd seinnu árini, hava styrkt felagið. Vinningsbýtið til eigaran verður 9 mió. kr.
Føroya Tele kunnger sterkan roknskap