Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nakrar viðmerkingar áðrenn fólkaatkvøðuna Eyðun á Lakjuni býráðslimur Eg var staddur í Skálabotni hetta kvøldið, borgarafundur um kommunusamanleggingar var har. Har vóru bæði løg­ mað­ur og 4 landsstýrisfólk kom­in at greiða frá. Tað var mikið hugnaligt - hølini eru bæði fjálg og góð, vertirnir vóru blíðir. Og fitt og fryntlig fólk eru hesir politikararnir og duga væl at práta. Men skuff­aður var eg. Bæði av upp­møtingini - eini 200 út av uml. 10.000 í økinum, teir hava hug at leggja saman, - og ikki minst av innihaldinum av tí, ið sagt var. Stórt sæð tað einasta, ið tosað varð um hetta kvøld­ ið, var um skúlaøkið og um eldraøkið. Og um týdningin av, at um ella tá hesi nevndu øki verða løgd út til komm­un­ urnar at umsita, mugu komm­ unurnar vera stórar. Eg skilji ikki hetta tosið. Kommunurnar her í økinum hava bæði víst og prógvað, at tær megna sera væl at arbeiða saman um hvørji øki tað so skal vera. Og her kann verða nevnt bæði skúla- og eldraøkið. Hvar er í grundini trupul­ leikin. Lat okkum taka skúlan sum dømi. Bygningarnir eru sum nú er kommunalir. Bygn­aður­in er eisini partvíst kommu­nalur - also ein komm­ una kann sjálv avgera, hvussu hon skipar skúlan, á tann hátt at skilja, at t.d 1. - 4. flokkur gong­ur har, 5. - 7. har, og fram­ haldsdeildin har o.s.fr. Tað verð­ur vælsaktans ongantíð soleiðis, at kommunurnar sjálvar fara at kunna avgera, hvat børnini skulu læra í skúlanum? Klaksvíkar komm­ una fer t. d ongantíð at siga, at danskt er ikki neyðugt, og Eysturkommuna fer held­ur ikki at niðurprioritera landa­ læru - nei, eg rokni ikki við, at kommunurnar fáa hatta frælsi. Tað vil so siga, at sjálv­ andi verður ein lóg oman fyri alt, sum langt niður í smá­ lutir sigur, hvat innihaldið í skúlanum skal vera. Og trúgvið mær, skúladeildin í Menta­málaráðnum fer ikki at minka. Heldur tvørturímóti. (Annars er hon ikki serliga stór, sum nú er.) Hvat er so eftir? Jú lønir­nar. Lønirnar eru eftir. Tær skulu nú leggjast út til kommu­ nurnar at gjalda lærarunum. Lat okkum spæla, at ein lær­ ari í bygdini Námsvík eitur Klávus Lærutindur. Hann fær 28.342 kr um mánaðin í løn. Higartil hevur hann fingið hend­an pening útgoldnan frá landinum ígjøgnum Gjald­ stovuna. Nú, eftir at komm­ unurnar fara at yvirtaka skúlan – sum tað so flott eitur – fara landsmyndugleikarnir at bera hesar 28.342 kr. inn á kommunuskrivstovuna í Náms­vík - tí peningurin fylgir jú við yvirtøkuni – og fyri síðani at biðja tey flyta upp­ hæddina víðari á konto hjá Klávusi Lærutindi. Hatta er tað! Also, er tað neyðugt við so øðiliga stórum kommunu­ eindum til tað. Ella sagt á ein annan og meira veruligan hátt. Er tað neyðugt at avtaka okkara núverandi kommunu fyri at klára hatta? Og síðani bara eitt lítið sindur um eldraøkið. Eldraøkið í Føroyum kostar uml. 400 mió. kr. Verða pengarnir býttir javnt út eftir fólkatalinum, ja, so hevði okkara partur í komm­ununi her, Fuglafirði, verið uml. 12,3 mió. kr. um árið. Skuldu vit ikki klárað at tikið okkum av okkara gomlu fyri hesa upphædd sjálvi - tá ið peningurin fylgir við yvir­tøkuni? Ella um vit nú saman við grannunum meta, at vit gera hetta best í felag. Er tað nøkur orsøk at avtaka kommununa fyri hetta. Nei, eg haldi ikki. Síðani eitt lítið vet aft­ ur til fundin í Kelduni í Skál­botni. Einki tos var frá politikarunum um vansar. Ikki eitt orð. Sjálvandi eru nógvir vansar. Eg skal ikki siga, at møguliga kann onkur fyri­munur vera við at leggja saman í størri eindir. Men tað eru sanniliga nógvir vansar. Og ikki minni nógvur ótryggleiki. Tá hugsi eg serstakliga um okkum, sum búgva í teimum miðal­stóru kommununum. Um eg kann loyva mær at taka komm­ununa her, Fuglafjørð sum eitt dømi. Vit hava nú í meira enn hundrað ár roynt at bygt hetta lítla samfelagið upp, ið vit hava valt at liva í, við meira ella minni øllum tí, ið har til hoyrir. Her eru skúlar, frí­tíðarskúli, barnagarðar, musikk­skúli, kvøldskúli, eldra­sam­býli, arbeiði til flestu hendur, handlar, ein rúgva av frítíðar­aktiviteti - ikki minst ítróttar­aktiviteti, rímiliga ríkt mentuna­rlív, nógv kirkju- og sam­komu­lív - og eg kundi iva­ leyst hildið á. Nú kann kanska onkur siga sum so - sum ein eldri maður plagdi at taka til - at hevur hatta nakað við sakina at gera? Jú, eg haldi tað! Tá ið tú hevur flutt kommunustýrið (uttan endiliga at siga, at vit, ið sita í býráðnum júst nú eru nakrir heimsmeistarar) og kommunukassan av bygdini, ja tá hevur tú eftir míni hugsan flutt burtur ein stóran part av hjartanum fyri avgerðunum, ið veruliga kunnu vera tínum plássi til frama og harvið eisini tað, sum virkuliga kann stuðla uppundir í nærumhvørvinum. Hetta haldi eg er ein sera stórur vansi. Tá ið vit so hoyra borgar­ stjórar fyri tær størstu komm­ unurnar heita á fólk um at atkvøða fyri, ja, tá haldi eg, at vit eiga at vera uppaftur meira á vakt. At leggja Eysturoynna í eina kommunu er í mínum huga fyri Fuglafjørð tað reina galemattias. Ná, men tit gera, sum tit halda er best. Eg ætli mær so at atkvøða nei 3. mai. Kommunu samanlegging Tummas Løkjá Vit borgarar í Føroyum eru sera góðir við okkara heimstað soleingi vit búgva har, og so sanniliga eisini, um vit fara arðarvegir at búgva. Men, men, lokalpatriotism­ an hon hevur ein ávísan hug at flyta til tann nýggja bú­ stað­in við okkum, so at vit ofta eru størri lokalpatriotar á tí nýggja bústaðinum enn á tí har vit vóru uppfostrað. Dømini eru mong hygg bara runt um í landinum, so eru tey so sjónsk, at tú valla kann umgangast at síggja tey. Alt gott um tað. Nú skula allir borgarar við val­rætti til at taka støðu til, um kommunusamanlegging skal fara fram í teim ymisku økjunum, sum eru strikað upp av landsmyndugleikunum, tann triðja mai í ár. Møguleikarnir eru »JA ELLA NEI« atkvøðast kann um fyri títt økið, og úrslitið verð­ur helst ivasamt, um tað kann brúkast til nakað sum helst. Tá ið ein hyggur eftir Før­ oy­um í dag, so eru 80% av landinum saman bund­in, tað skuldi væl givið okk­um nakað at hugsa um í komm­unu­sam­ an­hangi. Um 48.000 sálir búgva her, og tær allar flestu í tí samanbundna partinum av landinum. Hevði tað ikki verið nær­ liggjandi, at landið bleiv ein kommuna, tá nú vit ikki eru fleiri enn hesar 48.000 sálirnar, tað skuldi ikki verið so ringt at gjørt upp við tann kensluliga partin av hesi avgerð, sjálvt um hon kann sýnast nokkso næsadjørv í fyrstu atløgu. Men sum frálíður hevði tann avgerðin tant landsins borg­ arum sum heild mikið betur enn, at hava fleiri kommunur. Eitt væl skipa innlendis­ málaráð, við tí til eina og hvørja tí verðandi landstýrisfólkið sum borgarstjóra í kommununi Føroyar. Øll hini embætisverkini eru jú har longu, almanna, heilsu, menta, umhvørvismálaráð osv. Kann illa hugsa mær, at tað skuldi blivið ein verri tænasta til borgaran við tað, at allar tænastur eru á einum stað, og so ikki at tala um at vit liva í eini talgildari tí, hvar ið boðini ganga skjótt hvønn vegin. Í teimum førum har sambandi ikki er nøktandi, ja so er bara tann eini stovnurin at fara til. Hvat viðvíkur teimum tekn­ isku málum, sum kommu­nur­ nar fáast við í dag, so er lands­ verk­stovnurin upplagdur, til at verða úbygdur til at yvurtakað hesar upp gávur. Støddin á samfelagnum sum heild ger tað til ein iva­ spurning um kommunalar og lands uppgávur í okkara føri ikki eru tær somu, so at skúla, heilsu, almmanamál, eru ein eind, og ikki tann fløkja tey eru í dag, hvar eingin veit hvat er hvat og hvør skal hvat. Ein greiðan másetning fyri hasi mál: borgarans trivnaður og væl­ferð eru alt tað, taðsnýr seg um! Hvat viðvíkur teim reint lokalu málunum, so er neyðugt við lokalum nevndum av minni stødd til, so sum, vatn og hegnsýn, og staðkendan kunn­ leika til rágevin um byggi­lendi oa.slíkt av reint lokal­um slag. Umsitingarliga høvdu Før­oyar verði nógv lættari fíggjarliga og umsitingarliga at rikið. Og so tað at alt landi hevið eitt og sama skatta prosent, allir borgarar javnt stillaðir. Har við kundi tað eisini viðvirka til meiri framfísni,úti um landi. Tað skerst nokk ikki burtur, at tað fer at svíða í, hjá nógvum av lokalpolittikarunum, men tað hevði fari at laga seg, sum fráleið. Og hvat kunna vit brúka komunalpolittikara klandri, í millum bygdir og býir til? Undirhald og sjálvsprofilering, uppøsan av viðhaldsfókið, nógv annað kemur ikki burtur úr! Óvist var ikki, at tað hevði komi meiri av skafti, um Føroyar vóru ein kommuna. Tó, so bláoygdur eri eg ikki at, alt bleiv eitt himmiríkið av he­sum, men verri enn tað er nú, hevði tað so víst ikki verði. Tí eftir lýsið eg møguleik­an­ um, at borgarar fáa møguleikan at siga sína hugsan um hendan her umrødda spurning.