mánadagur 30. apríl 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
EFFO deildin 6. umfar
Pætur Albinus
Sunnudagin spældi besta liðið hjá
TB á fyrsta sinni á nýggja heima
vøllinum við Stóra í Trongisvági,
har fitt av fólki var komið saman
at heiðra nýggja vøllinum og
stuðla liði sínum. Tað var TB-
legendan, Kristian Olsen, sum eftir
stutt hátíðarhald undan dystinum
sparkaði fyrsta bóltin á nýggja og
stásiliga vøllinum.
TB á odda
Dystarbyrjanin var jøvn, men
tað var TB, sum fyrstu løtuna var
treiskara liði og eftir fimm minutt
um legði eitt lítið trýst á ÍF-málið.
Tvey hornaspørk á rað vóru nokk
til at gera álvara av hóttanunum, tí
tá sendi serbiskt samanspæl TB á
odda 1-0 eftir bara seks minuttum.
Bojan Timic skeyt hornaspark
innfyri, har Dimitrije Jankovic
fangaði ein leysan bólt og smekkaði
hann í málið. Hann gjørdist harvið
fyrsti málskjútti á nýggja vøllinum
við Stórá.
Eftir málið var greitt, at TB ætl
aði sær at verja um leiðsluna og
legði ikki nógv fyri í álopspartinum.
ÍF vann sær greiða yvirvág í spæl
inum og hevði eisini góðar mál
møguleikar at javna. Eftir at Rógvi
Joensen hjá TB hevði hótt við
langskoti, var tað Simon Skibsted
í hinum endanum, sum eftir
samanspæl við Dánjal á Lakjuni
fekk helst besta málmøguleikan í
dystinum, men leysur í feltinum
skeyt hann bóltin beint framvið
málinum.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til TB.
ÍF bara misnýtti
Í seinna hálvleiki helt ÍF fram við at
vera spælstýrandi liðið og nærmast
hevði eitt heilt og langt álop á TB-
málið. TB lá langt afturi á vøllinum
og dúvaði upp á skjótálop, har
kvikir mans sum Gilli Sørensen,
Poul Ingason og Bojan Timic kundu
gera seg galdandi.
Men tað var ÍF, sum sat á øllum
og hevði eisini hópin av málmøgu
leikum. Simon Skibsted hevði tvær
góðar royndir, men hvørki við skoti
ella lyftum skoti megnaði hann at
fáa bóltin inn um málstrikuna. Tað
megnaði Dánjal á Lakjuni eiheldur,
tá ið hann meistarliga varð spældur
leysur av Bartali Eliasen, sum varð
fluttur í álopið ímóti dystarenda.
Skotið hjá Dánjali fór beint við
síðuna av málinum.
Tað málið, sum TB fekk eftir
bara
seks
minuttum,
gjørdist
nevniliga – hóast eina ørgrynnu
av málmøguleikum – einasta málið
í dystinum og vann TB tískil sín
fyrsta dyst í Effodeildini. Og kundi
tað verið ein betri dagur enn júst
tann dagin, nýggi vøllurin bleiv
innvígaður?
Við sigrinum lyftir TB seg upp
um NSÍ og er á 8. plássið, men ÍF
dragnar í oddastríðnum og er á ein
um deildum triðja plássi.
albinus@sosialurin.fo
Dreymabyrjan
hjá TB við Stórá
Fótbóltur TB innvígaði nýggja
vøllin við Stórá í Trongvisvági við
einum taktiskum 1-0-sigri á ÍF
Myndir: Áki Bertholdsen