Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Í Sundalagnum fegnast tey um at Arnbjørn Hansen er við at koma fyri seg eftir skaða. Hann kom á vøllin í seinna hálvleiki og var eyðsæddur í einum væl spældum og tøttum dysti, sum kundi farið báðar vegir. HB hevði góðar málmøguleikar, men EB/Streymur hinvegin greitt tann størsta. Tvær ferðir HB Tað var heimaliðið, sum legði betur fyri í dystinum og skjótt spældi seg fram til tveir góðar málmøguleikar, men royndir­ nar hjá Arnari Dam og Sorin Anghel fóru ávikavist við síð­ una av og omanfyri málið. Eftir einum korteri vísti HB betri máltev og legði seg á odda. Tað var Jógvan Skeel Nolsøe, sum við góðum forarbeiði legði innfyri til Símun Samuelsen, sum smekkaði bóltin í mál til 1-0. Hetta hóvaði ikki EB/ Streymi, sum setti fulla ferð á ímóti HB-málinum og javnaði bara ein minutt seinni. Sorin Anghel royndi seg við enn einum stútara; hesaferð bjarg­ aði Teitur Gestsson í HB- mál­inum, men Hans Pauli Samuelsen var til reiðar á retur­bólt­inum og javnaði til 1-1. Eftir hetta gingu bara fimm minuttir, áðrenn HB aftur hevði lagt seg á odda. Símun Samuelsen var enn einaferð partur av málinum, hesaferð legði hann upp til Andrew av Fløtum, sum er í stórformi í løtuni og skeyt bóltin í mál til hálvleiksstøðna 2-1 til HB. HB hevði annars góðar málmøguleikar at økja í fyrra hálvleiki, men neyvleikin og René Tórgarð vildu tað øðrvísi. Heimaliðið kundi avgjørt Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik sendi EB/Streymur Arnbjørn Hansen, sum er við at koma seg eftir skaða, á vøllin, og eftir hetta tók dysturin eina leikliga vend. Hóast heimaliðið var leik­ liga omaná hesa løtuna í seinna hálvleiki, so var tað HB, sum í tveimum førum var um at økja til 3-1. Fyrst endaði ein roynd hjá Halli Hanssyni á yvir­liggj­ aranum og síðani varð eitt mál hjá Fróða Benjaminsen koll­ dømt vegna fríspark mótvegis René Tórgarð. Tá ið ein tími er leiktur, javnar EB/Streymur. Levi Hanssen langaði til ein deyðan bólt eftir hornaspark, og um­ vegis ein HB-leikara endaði bólt­urin í málinum og so var støðan 2-2. EB/Streymur hevði bestu møguleikarnar at leggja seg á odda, og tann størsta fekk Egil á Bø tríggjar minuttir fyri leik­ lok, tá ið hann varð settur at skjóta brotsspark, sum Teitur Gestsson hevði framt. Lið­skip­ arin hjá heimaliðnum sveik og við einum skoti á stongina mis­ nýtti hann møguleikan at geva liði sínum trý stig. Dysturin endaði nevniliga við javnleiki 2-2. Við eina stiginum heldur HB fast um 2. plássið, meðan EB/Streymur deilir fimta pláss við B68. albinus@sosialurin.fo HB og EB/Streymur býttu stigini Fótbóltur Í einum lívligum og tøttum dysti við Margáir spældu EB/Streymur og HB javnleik 2-2. EB/Streymur misnýtti brotsspark í evstu løtu EFFO deildin 6. umfar Jóannes Hansen 4-0 til Víking. Tað er góð mynd av gongdini í Fuglafirði, har Víkingur í gjár hevði heimavøll ímóti FC Suðuroy. At teir í Eystur kommunu vóru á heimavølli í Fløtugerði í Fuglafirði komst av, at nýtt graslíki verður lagt á vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu. Víkingasigurin var tann fimti í seks royndum. Einasti stiga­miss­ urin hjá teimum ljósabláu var í 1-1 dystinum á útivølli ímóti HB. FC Suðuroy bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Einasta stigið á kont­uni er tað, sum varð vunnið í málleysa javnleikinum ímóti NSÍ við Løkin. Málmunurin hjá Víkingi er +10. Hjá FC Suðuroy er málmunurin -10. Úrslitið er staðfesting av mun­ inum, sum er á toppliðnum og á botnliðnum. Men tað var bara í 2. hálvleiki, at talan var um eyðsýndan mun, og tá var tað, at øll fýra málini vórðu skorað. Í 1. hálvleiki høvdu gestirnir gott tak á tí. Útgangsstøðan var, at teir einki høvdu ímóti at heimaliðið hevði bóltin mesta partin av tíð­ ini. Tað ráddi um at halda grammu víkingunum burtur frá brots­teig­ inum, og tað eydnaðist í flestu før­ um at fyribyrgja opnum mál­møgu­ leikum við miðverjunum Heina Vatnsdal og Sasa Kolman sum høvuðs­skansa. Í hinum endanum var onkra ferðina um reppið, at tað gjørdist vanda­mikið, tá ið David Asare og John Tordar Poulsen vóru fram­ við. Talan var ongantíð um, at Víkingur var skelkaður. Spurning­ ur­in tóktist meiri at vera, nær tað fór at eydnast at seta hol á. Eftir steðgin bar væl til at eyg­ leiða, at tað er ikki av ongum, at Víkingur er oddalið. Hóast tað hesa ferð var neyðugt at skifta út í mið­ verjuni, so var eingin trupulleiki at varð­veita góðu skipanina. Erling Jacobsen, sum seinastu árini hevur verið álitismaður frammanfyri Geza Turi, sat hesa ferð skaddur uttan­fyri. Í hansara stað spældi Dánjal Pauli Lervig, ið ikki hevur nógv­ar ­royndir í fremstu røð, og sum fyrst og fremst er kendur fyri framrættaðu dygdirnar, og tað spældi væl av. Verjuparturin kennist vera sera væl samanspældur. Allir vita, hvør teirra setningur er, og mistøkini eru bæði fá og smá. Í framrættaða partinum eiga vongverjarnir Bárður Hansen og Hanus Jacobsen stór­an lut, og tað ber væl til, tá ið verjukendu og sentralu mið­vallar­ arnir bakka so væl upp, sum teir gera. Málini Eftir steðgin var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Ferðin var sett upp, og tað glapp eftir eitt stórt korter, og so gekk tað ógvuliga skjótt. Tvey tey fyrstu málini skrásetti dóm­ar­ in at vera sjálvmál. Í tí fyrra før­ inum var tað vongverjin í vinstru Hanus Jacobsen, sum við beinleiðis frísparki sendi bóltin ímóti mál­ inum. Bólturin rakti í mann­garð­in, og so var Stanislav Kuzma um ein háls. Tveir minuttir seinni var aftur galið hjá gestunum. Hesa ferð var tað Hjartvard Hansen, sum seinastu ferðirnar hevur fingið alt meiri spælitíð, ið breyt ígjøgnum í høgru. Sølvi Vatnhamar og ein verjuspælari stríddust um bóltin, eftir at tað var lagt innfyri, og dómarin vildi vera við, at verjuspælarin hevði verið síðstur á bóltinum, áðrenn hann fór inn um strikuna. Tíggju minuttir undan leikloki skoraði Víkingur tvær ferðir aftrat. Frammanundan høvdu heima­ menninir misnýtt onkrar stórar møgu­leikar. Tann størsta fekk lið­ formaðurin Atli Gregersen, men hann setti brotssparkið við síðuna av málinum. Dómarin hevði peikað á ellivu metra blettin, eftir at Hjartvard Hansen varð feldur í brots­teiginum. Eitt sindur óvæntað var tað, at Lasse Qvist var fremsti maður og ikki Joseph Bassene, ið hevði tikið av møguleikanum, meðan Qvist var skaddur. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað Lasse Qvist at skora, meðan tað eydnaðist hjá Joseph Bassene, sum loysti av tíðliga í 2. hálvleiki. Bæði í hesum førinum, og tá ið Hjartvard Hansen við fín­ um stútara staðfesti trivaliga 4-0 sig­urin, var uppspælið í høgru. Fótbóltsfepurin er høgur í Eystur kommunu,og nú verður við spenningi sæð fram ímóti granna­ uppgerðini ímóti NSÍ við Løkin Dýra biðjudag. Sjálvandi kennist tað tungt hjá FC Suðuroy at leggja rygg til 4-0 tap. Men tað eru og verða onn­ur enn suðuroyingarnir, sum fara at tapa á útivølli ímóti væl upplagda og væl skipaða Víkingi. Møgu­leik­ arnir fyri úrtøku eru størri á heima­ vøllinum á Eiðinum, og har verður møguleiki at vinna fyrsta sigurin, tá ið grannarnir í TB leygardagin fara at vitja! Qvist uttanfyri í 4 vikur Tá ið Víkingur og FC Suðuroy spældu í gjár, fór Lasse Qvist av vøll­inum longu tíðliga í 2. hálvleiki. Tað var merkisvert. Lasse Qvist er keyptur til Víking at skjóta mál, og støð­an var framvegis málleysur javn­leikur, tá ið hann fór av vøllinum. Joseph Bassene varð settur á vøllin í staðin fyri Lasse Qvist, og Bassene var millum mál­skjúttar­ nar. Frágreiðingina til útskiftingina hevur Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen: – Talan var um vøddaskaða. Lasse Qvist varð skaddur og noydd­ ist av vøllinum. Tað er rættuliga sann­líkt, at hann verður burtur frá liðnum í einar fýra vikur, sigur Víkinga venjarin. Harvið er rættuliga sannlíkt, at Joseph Bassene fær nýggjar møgu­ leikar at spæla seg í dystarvenjing og at vísa, hvør dugur er í honum. Og harvið er sannlíkt, at mai mánaði verður nógv liðin, áðrenn Lasse Qvist fær nýggjan møguleika at vísa, hvør dugur er í honum. Stórur munur á toppi og botni Fótbóltur Víkingur-FC Suðuroy: Botnliðið megnaði at halda tørn í 1. hálvleiki, men fram ímóti dystarenda skrædnaði av álvara, tá ið væl skipaða Víkingur vann størsta sigurin higartil Savnsmynd: Álvur Haraldsen