mánadagur 30. apríl 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
EFFO deildin 6. umfar
1. deild
Pætur Albinus
Tað hevur ikki verið tað sama um
B36, sum tað var meistaraár teirra
í fjør. Teir borðreiða við góðum fót
bólti, men á síðsta triðinginum á
vøllinum eru teir nakað tannleysur
og verjan hevur afturvendandi
heilabløðingar. Hetta sama var
støðan sunnudagin, tá ið eitt væl
skipað og effektivt B68-lið kom, sá
og sigraði.
B68 væl skipað
Tað var B36, sum var omaná fyrstu
løtuna, men B68 stóð ógvuliga væl
á vøllinum og heimaliðið hevði
trupulleikar við at spæla seg
ígjøgnum. Hinvegin vóru toftamenn
meiri avgjørdir, tá ið teir vunnu sær
bóltin og settu ferð á frameftir.
Bæði liðini høvdu nakrar smá
vegis málmøguleikar og í 26. minutti
bragdaði hjá B68. André Olsen legði
bóltin væl innfyri, har Ndende setti
høvdið á bóltin og umvegis Jonas
Flindt Rasmussen fór hann í málið
til 1-0 til B68.
B36 varð tvungið til at finna
eitt aftursvar, men vegna ógvuliga
ivasamt spæl bar hetta als ikki til í
fyrra hálvleiki, og kundi B68 tískil
fara til hálvleiks á odda 1-0.
Revsaðu meistararnar
Í seinna hálvleiki legði B36 bragdliga
fyri og uppskriftin var greið. Teir
høvdu sett beina kós ímóti mál
inum, men verjuskipanin hjá B68
helt framvegis tætt og beindi alt,
sum fyri kom, av vandaleið.
B68 lúrdi eftir skjótálopum,
og umvegis einum av hesum var
Christian Høgni Jacobsen um repp
ið at avgera dystin, tá ið hann varð
spældur púra leysur. Hann var tó
óheppin og rakti á stongina.
Í somu støðu stoytti Christian
Høgni saman við B36-málverjanum,
Meinhardti Joensen, sum gjørdist
skaddur og mátti avloysast av bara
17 ára gamla Jákupi Højgaard.
B36 legði eitt alsamt størri trýst
á B68 og í 70. minutti bragdaði.
Róaldur Jakobsen tók sakina í
egnar hendur, setti tveir mans av og
við brotsteigarmarkið beindi hann
bóltin eftir jørð í netið til 1-1,
Ímóti dystarenda hevði B36 eitt
risa stórt trýst og var tætt við at
avgera dystin – eitt nú skeyt Súni
Olsen á tvørtræið.
Tað, at B36 vágaði so nógv, kom
at kosta teimum. Eftir ein verju
brølara slapp Christian Høgni
Jacobsen at renna púra leysur, hann
sneiddi málverjan av og beindi bólt
in í málið til 2-1 til B68, sum eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
B36 hevur nú tapt tveir dystir á
rað í tykist dragna í oddastríðnum,
meðan B68 við triðja sigrinum á rað
hevur otað seg upp á eitt deilt fimta
pláss.
albinus@sosialurin.fo
Meistararnir
snávaðu aftur
Fótbóltur B36 stríðist framvegis við at finna stevið, sum gjørdi
teir til meistarar í fjør. Tað funnu teir eiheldur sunnudagin, tá ið teir
annað vikuskiftið á rað taptu á heimavølli – hesaferð 1-2 ímóti B68
Myndir: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
Tað eru 22 umfør eftir at spæla
í næstbestu fótbóltsdeildini.
Eftir fimm umfør tykist tað
rættuliga greitt, hvørji tey bæði
feløgini verða, sum næsta ár
skulu avloysa tey bæði, ið fara
at flyta niður úr Effodeildini.
07 Vestur og AB hava eftir
tvey tey fyrstu umførini fulla
úrtøku. Tvey onnur feløg hava
teoretiskan møguleika at flyta
upp. Tey eru Skála og B71.
Skála hevur higartil vunnið
ein, spæld tveir javnar og tapt
tveir dystir, og B71 hevur vunn
ið ein, spælt ein javnan og tapt
tríggjar dystir.
Tað eru tíggju stig frá Skála
og fram til tey bæði fremstu,
og tað eru ellivu stig frá B71 og
fram til tey bæði fremstu.
07 Vestur hevði leygardagin
vitjan av B71, og tað var einki at
ivast í. Miðskeiðis í 1. hálvleiki
var 3-0 til heimaliðið, og so var
spurningurin
bara,
hvussu
stórur heimasigurin fór at
verða. 07 Vestur skoraði bara
eina ferð aftrat og vann har
við 4-0.
AB hevði vitjan av teimum
næstbestu hjá EB/Streymi, og
eisini í hesum førinum varð
talan um 4-0 heimasigur. Teir
í Sundalagnum eiga framvegis
fyrsta sigurin til góða, og teir
eru aftastir í deildini. AB dúvar
upp á teir, sum eru uppvaksnir
í felagnum, og hesa ferð vóru
allir málskjúttarnir hundrað
prosent AB spælarar.
Skála var í Klaksvík í gjár.
Har var talan um tætta og
spennandi uppgerð, og hóast
Skála legði seg á odda í 1. hálv
leiki, so eydnaðist tað teimum
næstbestu hjá KÍ at vinna eitt
stig burtur úr uppgerðini.
Góða gongdin hjá Víkingi
helt fram. Á Svangaskarði
vunnu teir úr Eystur kommunu
oyggjauppgerðina millum teir
næstbestu á Toftum og í Gøtu/
Leirvík við 3-0.
Eisini í Gundadali var talan
um greiðan 4-0 heimasigur, tá
ið teir næstbestu hjá HB høvdu
vitjan av teimum næstbestu
hjá NSÍ. Hetta var fyrsta ferðin
í ár, at HB vann fulla úrtøku.
joannes@sosialurin.fo
07V - B71 4-0 (3-0)
1-0: Holgar Djurhuus 12.
2-0: Tór-Ingar Akselsen 16.
3-0: Ásmund Hansen 24.
4-0: Tór-Ingar Akselsen 64
B68 - Vík. 0-3 (0-2)
0-1: Bergur Gregersen 32.
0-2: Per Gregersen 35.
0-3: Per Gregersen 89.
AB - EB/S 4-0 (1-0)
1-0: Jónas Stenberg 28.
2-0: Jobin Drangastein 47.
3-0: Jónas Stenberg 50.
4-0: Dion B. Splidt 90.
HB - NSÍ 4-0 (1-0)
1-0: Dávid R. Nolsøe 41.
2-0: Dávid R. Nolsøe 48.
3-0: Høgni Midjord 53.
4-0: Rói av Fløtum 76.
KÍ - Skála 1-1 (0-1)
0-1: Sjúrður Djurhuus 14.
1-1: Oddmar Marsten 56.
6. umfar:
AB - B68
Skála - EB/Streymur
KÍ - HB
B71 - NSÍ
07 Vestur - Víkingur
Uppflytingin
mest sum avgjørd
Fótbóltur Tíggju stig eru frá
teimum báðum fremstu og aftur til
næsta liðið, ið hevur teoretiskan
møguleika at flyta upp í Effodeildina
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 07 Vestur
5
5
0
0
19
1
+18
15
2 AB
5
5
0
0
17
3
+14
15
3 Víkingur II
5
4
0
1
17
6
+11
12
4 KÍ II
5
2
1
2
8
10
-2
7
5 Skála
5
1
2
2
7
9
-2
5
6 HB II
5
1
1
3
9
12
-3
4
7 B68 II
5
1
1
3
8
13
-5
4
8 B71
5
1
1
3
7
17
-10
4
9 NSÍ II
5
1
0
4
3
17
-14
3
10 EB/Streymur II
5
0
2
3
5
12
-7
2