mánadagur 30. apríl 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Rokskipari
takkar
fyri seg
Fótbóltur Josep Guardiola hevur boðað frá, at hann
ikki heldur fram sum venjari hjá FC Barcelona. Tað gjørdi
hann greitt á einum tíðindafundi fundi fríggjadagin. Á
sama tíðindafundinum varð eisini greitt at tað verður
hjálparvenjarin, »Tito« Vilinova, ið tekur við sum venjari
Tróndur Arge – Manchester
Eftir trý gylt ár og eitt minni
gott ár skal Barcelona nú byrja
á nýggjum. Eitt tíðarskeið við 13
heitium og einum viðurkendum
fótbóltsstíli er komið at enda. Josep
Guardiola hevur fingið nokk av
krevjandi starvinum sum venjari
hjá Barcelona.
– Fýra ár sum venjari hjá Barce
lona er ein long tíð. Eg eri komin
so tætt upp á Barcelona at eg ikki
síggi tað sum hendir í felagnum.
Eg eri eisini mentalt troyttur og
Barcelona hevur ikki uppiborið at
hava ein venjara, sum er tað, segði
Josep Guardiola millum annað á
tíðindafundinum.
Men hvat er tað Josep Guardiola
leggur eftir sær eftir fýra ár sum
venjari hjá Barcelona? Fleiri meta
at hetta Barcelona liðið er eitt
tað besta nakrantíð, meðan onn
ur eru troytt av Hollywood kenda
skuðuspælinum hjá fleiri av leikar
unum. Og hvat við »Tito« Vilanova,
maðurin, sum José Mourinho
royndi at prika eyga úr. Kann
hann koppa Real Madrid og José
Mourinho?
Trý gylt ár
Josep Guardiola tók við sum venjari
eftir Frank Rijkaardi í 2008. Frank
Rijkaard var við til at venda skútuni
í kappingarárinum 2003/04, sum
hevur lagt til grundar ein part av tí
Barcelona, ið við kenna í dag.
Við Ronaldinho á odda kom
Barcelona eftir nøkur minni góð ár
aftur á toppin í evropskum fótbólti
og vann millum annað Champions
League í 2006.
Í 2008 vann Real Marid sponsku
landskappingina á øðrum sinni og
Barcelona hevði til eitt vist mist
stevið. Tað var tí heitt á fyrrverandi
liðskiparan í felagnum og venjaran
hjá B-liðnum, Josep Guardiola, at
standa á odda fyri liðnum.
Tað gjørdi hann væl og Barce
lona liðið seinastu fýra árini hev
ur staðið fyri nøkrum av tí besta
fótbóltinum, sum heimurin hevur
sæð. Liðið hevur somuleiðis vunn
ið sponsku landskappingina trý
ár á rað og tvær ferðir vunnið
Champions League, umframt at
komi í hálvfinalurnar hini bæði
árini.
Tað, sum hevur eykent Barce
lona hesi seinnu árini, er tann so
kallaði »Tiki-Taka« fótbólturin við
nógvum smáspæli, endaleysum
álopsfótbólti og góðum bóltførleika.
Í 2009 vann Barcelona Champions
League móti Manchester United í
Rom. Eftir eina góða byrjan mátti
Sir Alex Ferguson bara ásanna, at
Barcelona var omaná í finaluni, ið
endaði við einum 2-0 sigri Barce
lona. Tvey ár seinni møttust somu
feløgini í finaluni, hesa ferð á
Wembley. Enn eina ferð ásannaði
venjari hjá Manchester United, at
Barcelona var felagið, ið hini mugu
meta seg eftur um tey vilja verða
tað besta. Barcelona vann 3-1, eftir
at Manchester United aftur hevði
spælt betri fyrstu løtuna.
Hetta var toppinum hjá Xavi,
Andrés Iniesta, Lionel Messi og
Josep Guardiola. Trý ár við trimum
meistaraheitinum
og
tveimum
sigrum í Champions League.
Men longu tá var greitt, at Josep
Guardiola ikki fór at verða eins
drúgvur í sínum starvið sum menn
sum Sir Alex Ferguson og Arsene
Wenger. Longu tá tosaði hann um
at taka frí í eitt ár og tá hann longdi
sáttmálan, so var talan bara um eitt
ár.
Endin er komin
Undan hesum kappingarárinum var
Barcelona saman við eitt nú Real
Madrid favorittur at endurvinna
Champions League steypið. Tað
sást tó tíðliga í landskappingini, at
Barcelona ikki var tað sama sum
tey seinastu trý árini, meðan Real
Madrid var sterkari enn seinnu
árini.
Hvørt einasta mista stig bleiv
revsað og flótandi “tiki-taka” spælið
var ikki eins sannførandi. Serliga á
útivølli gekk illa og Real Madrid
vann sær eina sunna leiðslu.
Tað var tí við stórum sjálvsáliti,
at Real Madrid tóku ímóti Barcelona
í fyrru El Clasico uppgerðini á
Santiago Bernabeu. Hóast Real
Madrid kom á odda longu í fyrsta
minuttinum, so vann Barcelona
sannførandi og eina løtu tóktist
Barcelona hava funnið formin og
spæligleðina aftur.
Í nýggja árinum blivu bæði
Bayern Leverkusen og AC Milan
skumpaði til viks og munurin upp
til Real Madrid minkaði í hvørjum,
men upp á fýra dagar misti Barce
lona alt á gólvið og staðfesting av
at eitt gylt tíðarskeiði er komið at
enda, er ikki til at taka feil av.
Fyrst kom Real Madrid á vitjan á
Nou Camp. Barcelona skuldi vinna
fyri at gera sær nakrar takanar um
at vinna fjórða meistaraheitið, men
dysturin endaði við 2-1 sigri til Real
Madrid, sum tá alt kom til alt vann
uppiborið.
Fýra dagar seinni kom Chelsea
á vitjan í seinnu hálvfinaluni í
Champions League og aftur hesa
ferð megnaði Barcelona ikki at
greiða sína uppgávu. Hóast Chelsea
bara vóru tíggju spælarar í meiri
enn helminginum av dystinum, so
megnaði Barcelona ikki at vinna
dystin í engari holu.
Endaliga staðfesting kom tá
Fernando Torres tvísporaði avstað
móti Barcelona málinum og tryggj
aði Chelsea eitt pláss í Champions
League finaluni.
Upp á fýra dagar misti Barcelona
møguleikan fyri at vinna La Liga,
Champions League og tveir dagar
seinni takkaði venjarin fyri seg.
Eftirmælið
Er Barcelona 2009-2011 tað besta
heimurin nakrantíð hevur sæð?
Tað eru tað nokk nógvar ymiskar
meiningar um. Tað eru tey, ið meta