Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið at fót­bólturin, ið Barcelona hevur spælt hesi seinnu árini er tað vakrasta fótbóltsheimurin hevur sæð. Onnur halda tað er óáhugavert við ov lítlari ferð. Ov einstátta, tá tað ikki riggar. 13 heiti upp á fýra ár er heldur ikki komið uttan at hava skapt nakrar óvinir. Serliga eru tað ávísar dømingar og óvanin hjá Barcelona leikarunum at tveita seg í grasið hvørja ferð onkur nertur við teir, ið hevur fingið øði í fólk. Ongantíð í nýggjari tíð hevur eitt lið á sama hátt sum Barcelona domi­nera evropskan fótbólt, men ger tað teir betri enn AC Milan undir Arrigo Sacchi, Juventus liðið mitt í 90’inum, ella Manchester United liðnum, sum er komið í Champions League finaluna tríggjar ferðir mill­ um 2008 og 2011? Tað er nokk nokk upp til tann einstaka fótbóltsfjepparan at av­ gerða. Akkurát sum við kjakinum um hvør er heimsins besti fótbólts­ leikari. Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo? Tað finst ikki ein uni­ versal staðfesting av hvør er betri, tað er upp til tann einstaka. Ber tað til at siga, at Barcelona 2009-2011 er tað besta liðið nakran­ tíð – avgjørt. Er tað tað? Tað er upp til tín. Nýggj byrjan Barcelona skal nú byrja av nýggjum og maðurin sum skal standa á odda fyri nýggja Barcelona liðnum verður »Tito« Vilanova. 42-ára gamli spaniólin hevur verið verið hjálpar­ venjari hjá Josep Guardiola síðani hann í 2007 tók við starvinum sum venjari hjá Barcelona B. Tey flestu kenna helst »Tito«, sum mannin, ið José Mourinho prikaði í eyga eftir Super Cup dystin undan hesum kappingarárinum. Tá segði José Mourinho seg ikki kenn­ ast við hann og kallaði hann enntá fyri »Pito«, sum kann umsetast til pissilingur. Um hann ikki visti hvør hann var tá, so koma teir kom at kenna hvønn annan komandi kappingarár, tá Real Madrid og Barcelona aftur fara at stríðast um spanska meistarheitið. Seinast Barcelona byrjaði av nýggj­um rullaði fleiri kend høvd. Menn sum Samuel Eto’o, Ronaldinho, Gianluca Zambrotta og Deco blivu allir seldir. Spurningurin er so hvat hendir við í Barcelona kom­andi árið. Nøvn sum Dani Alves og Gerard Pique hava verið nevd sum leikarar, ið møguleiga ikki halda fram, meðan Carles Puyol og Xavi Hernandez eru farnir at eldest. Ein rokskipari hevur lagt frá sær, so nú verður spennandi hvat stýrimaðurin hjá honum kann fiska av steypum. Tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, tí hann er uppi ímóti einum øðrum rokskipara á einarari stóri skútu. Barcelona 2009- 2012 við Josep Guardiola við róðrið: La Liga: 2008/09, 2009/10 og 2010/11 Champions League: 2008/09 og 2010/11 Copa del Rey: 2008/09 Super Cup Spania: 2009, 2010 og 2011 UEFA Super Cup: 2009 og 2011 FIFA World Cup: 2009 og 2011