Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Hóast ein kollfirðingur og ein hoy­víkingur vóru í uppskoti, so var tað Filip Jojic hjá Team Klaks­ vík, sum varð kosin ársins spæl­ ari hjá monnum. Tony Weyhe, KÍF, og Rógvi Sørensen, H71, sum hava verið stórspælandi í ár, vóru eisini í uppskoti. Ser­biski Filip Jojic var vandamesta álops­hótt­anin, sum Team Klaksvík hevði farna kappingarár. Hann var topp­skjútti í bestu deildini, og tað kom tí heldur ikki óvart á, at hann somuleiðis varð kosin ársins álops­ leikari. Hann og Team Klaksvík hava skrivað undir nýggjan sátt­ mála, sum knýtir hann at felag­ num komandi kappingarár. Aldurs­forsetin hjá VB, Gurið Mortensen, varð kosin ársins spæl­ ari hjá kvinnum og vísti har­við stórskjúttum sum Barbaru Brauer og Simonu Petersen aftur. Tey, sum fingu viðurkenning fyri síni avrik í farna hondbóltsárið, vóru: ÁRSINS SPÆLARI: Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík Kvinnur: Gurið Mortensen, VB ÁRSINS STJØRNUSKOT: Menn: Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF Kvinnur: Helga Kjærbo, VB ÁRSINS VENJARI: Menn: Kári Nielsen, H71 Kvinnur: Marian Cirloganescu, StÍF ÁRSINS MÁLVERJI: Menn: Levi Nybo, Team Klaksvík Kvinnur: Jorga, VB ÁRSINS VERJUSPÆLARI: Menn: Tony Weihe, KÍF Kvinnur: Una Olsen, Stjørnan ÁRSINS ÁLOPSSPÆLARI: Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík Kvinnur: Barbara Brauer, Neistin ÁRSINS DÓMARAR: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen Gurið og Jojic ársins leikarar Hondbóltur Leygarkvøldið var árliga gallaveitslan hjá føroyska hondbóltinum, har tey bestu í farna kappingarári vórðu heiðrað Myndir: Álvur Haraldsen