mánadagur 30. apríl 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Næst besta mansliðið hjá ÍA gjørd
ist nummar trý í B-bólkinum, so illa
kann sigast annað, enn at nýggja
felagið hevur fingið eina góða
byrjan.
Tað er tó ikki hondbóltur millum
tey vaksnu, sum vigar mest hjá
teimum, sum tóku stig til at stovna
felagið. Endamálið var fyrst og
fremst at gagnnýta umstøðurnar,
sum
nýggi
skúlin
gevur
til
hondbólt, soleiðis at børnini á
Argjum við hesum kundu fáa eitt
gott frítíðartilboð. Framman undan
hava hópin av argjabørnum spælt
við øðrum høvuðsstaðarfeløgum,
men tað er einki at taka seg aftur
í, at tað er munandi høgligari, tá
venjingarhøllin er á Argjum.
– Bæði hjá Kyndli og Neistanum
høvdu vit eitt dreingjalið, og tá vit
tóku stig til ÍA, vóru tað í fyrstu
syftu bara hesi bæði liðini, sum vit
høvdu í huganum, sigur Kristian
Martin Skála, formaður í ÍA.
– Tað vísti seg tó sera skjótt, at
áhugin var nógv størri enn sum
so. Vit hava í vetur havt lið í øllum
yngru deildum hjá dreingjum, og
hjá vaksnum hava vit havt tvey lið,
hóast vit bert høvdu ætlanir um
tað eina. Hartil er tað stórur áhugi
fyri at fáa gentulið eisini, og lítil ivi
er um, at hesi eisini verða umboðað
í felagnum, tá vit í heyst fara undir
nýtt kappingarár, sigur Kristian
Martin.
Eftir bert einum ári telur felagið
longu 130 limir, og hetta – saman
við óvæntaðu uppflytingini – bera
við sær, at felagið longu nú arbeiðir
við at styrkja um venjarahópin í
felagnum.
– Her vóru tað í fyrstu syftu bara
vit, sum stovnaðu felagið, ið tóku
lut. Vit settu frá byrjan krav um,
at skuldu nýggj lið leggjast afturat,
skuldu venjarar og leiðarar vera
tøkir, áðrenn byrjað varð, og hetta
hevur eydnast væl. Hetta byggir
alt á sjálvboðið arbeiði, og tað
verður eisini neyðugt í framtíðini.
Men samstundis boðar ógvusliga
tilgongdin frá einum risastórum
áhuga, og vit síggja tað tí sum
eina skyldu, at vit gera okkara til
at gera venjingarnar so góðar og
mennandi, sum tað á nakran hátt
er gjørligt, sigur formaðurin, sum
eisini fegnast um, at útlit eru fyri
fleiri hallartímum.
– Høllin á Argjahamri er fín til
venjing hjá yngru liðunum, men
vøllurin hevur ikki fulla longd. Tí
fegnast vit um, at vaksnu liðini
hjá okkum nú fáa venjingartímar
í hallunum á jøvnum føti við hini
liðini í vaksnamannadeildini.
Fakta um ÍA: Stovnað í 2011
Nevndarlimir: Kristian Martin
Skála, formaður, Mikael Viderø,
Martin Mørk, Nikolai Mohr Balle
Nýtt lið í 1. deild
Hondbóltur Longu fyrsta árið hjá felagnum eydnaðist tað ÍA av Argjum at vinna
sær uppflyting til 1. deild í føroyskum manshondbólti. Uppflytingin varð staðfest, tá
ÍA í seinasta dystinum vann 31-28 á StÍF, og harvið vann A-bólkin í 2. deild