mánadagur 30. apríl 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Fyrr í vikuni bleiv Barcelona
sent úr CL-kappingini í fót
bólti, og leygardagin fekk hond
bóltsliðið hjá felagnum somu
lagnu. Tað hendi, tá Barcelona
og AG København spældu
ta seinnu fjórðingsfinaluna
í
Palau
Blaugrana-høllini
í Barcelona. Spanska liðið
vann dystin 33-29, men tað
var ikki nóg mikið, tí danska
liðið vann tann fyrra dystin,
sum var í Keypmannahavn,
við
29
málum
ímóti
23.
Støðan í steðginum var javn
leikur 17-17, og í endanum bleiv
dysturin rættiliga spennandi, tá
tað í tveimum førum eydnaðist
Barcelona at koma á odda við
fýra málum. Men við einum
stórspælandi Ólafi Stefánssyni
sum oddamanni eydnaðist tað
AG København at forða fyri,
at munurin ikki bleiv størri.
AG København skal nú spæla
í Final Four-endaspælinum,
sum verður í Köln 26. og 27. mai
millum fýra tey bestu liðini í
Evropa, og har skal ársins CL-
vinnari finnast.
albinus@sosialurin.fo
Jugoslav Djumic, sum kom til
Føroya í 2005, tekur enn eitt
tørn í Neistanum. Sterki striku
spælarin hevur longt sína av
talu við steypavinnararnar.
Serbin hevur verið millum
stinnastu spælararnar í før
oysku kappingini hesi ár
ini,
hann
hevur
verið
í
Føroyum. Hann hevur eis
ini
verið
ein
av
stuðuls
leikarunum
hesi
seinastu
gyltu árini hjá Neistanum.
Djumic hevði royndarvant við
bæði KÍF og Kyndil, tá Claus
Rasmussen, sum tá var venjari
hjá Neistanum, skrivaði undir
sáttmála við hann í 2005.
Har hevur hann spælt síðan.
Neistin boðaði í síðstu viku frá,
at Áki Mørk verður venjari hjá
besta mansliðnum komandi
kappingarár.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Neistin stóð seg ikki serliga væl í
landskappingini í ár. Steypavinn
ararnir vóru fjórðir í røðini tá av
tornaði, og tað var ikki nøktandi.
Ein orsøk til keðiligu gongdina var,
at Sjúrður Thomassen og Tummas
Pauli Hanusarson vóru darvaðir av
skaðum, men Heini Hanusarson
heldur eisini, at ungu neistamenn
inir hava ikki víst serliga góðan
hugburð í ár:
– Eg eri av tí fatan, at broyta
ungu neistamenninir ikki hugburð
í sambandi við venjing, so verða teir
trumlaðir niður av hoyvíkingum,
vestmenningum og kollfirðingum,
ja, eftirbátur í mun til aðrar ungar
spælarar kring landið. Teir eru
væl fyri tekniskt, men ikki tá tað
kemur til kropsliga venjing, sum
skal til, sigur Heini Hanusarson
við heimasíðuna hvannrok.fo, sum
ber tíðindini, at landsliðsspælarin
neyvan fer at spæla næsta árið.
Kanska venjari
– Sjálvt um teir høvdu kort til
venjingarmiðstøð, so brúktu teir
ikki
hesar
møguleikar.
Hetta
sást eisini í seinastu dystunum,
tí menn vóru ikki nóg væl fyri.
Nógvir
talentfullir
spælarar,
men teir tíma ikki at gera tað,
sum skal til fyri at blíva vinnarar,
sigur
hann
við
heimasíðuna.
34 ára gamli Heini Hanusarson ætlar
sær skjótt venjaraleiðina. Hann tók
elituútbúgvingina hjá DHF í fjør, og
diplom-útbúgvingin verður ætlandi
tikin í summar. Tað gloppar hurðini
at venja hondbóltslið í bestu deild
unum í Evropa. Tað einasta, sum
restar í, er Master Coach, sum
tekur eitt ár, skrivar hvannrok.fo.
Nógvar broytingar eru framdar í
besta manshópinum hjá Neistanum.
Áki Mørk hevur tikið við sum
venjari, Finnur Hansson hevur skift
til Kyndil, málverjin Ári Egason
Dam hevur skrivað undir avtalu
við H71, og nú er greitt, at Heini
Hanusarson verður heldur ikki í
hópinum komandi kappingarár.
uni@sosialurin.fo
Djumic
heldur fram
Danskt felag
sendi Barcelona
úr CL
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Heini Hanusarson givin í Neistanum
Ungu neista
menninir skulu
broyta hugburð
Hondbóltur Heini Hanusarson fer neyvan at spæla
hondbólt komandi kappingarár. Avtalan við Neistan
verður eftir øllum at døma ikki longd, og enn er
einki annað nøktandi tilboð komið til hansara