Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Viðmerk­ing til sjálv­bodna kommunu­saman­legging Gerhard Lognberg borgarstjóri í Skopun Eg varð biðin um at úttala meg um at­kvøðugreiðsluna um sjálv­bodna kommunu­ saman­legging. 1280 fólk Eg eri fyrst og fremst púra ósamdur við teimum, sum siga, at Sandoy skal verða ein kommuna við 1280 fólkum. Vit verða stad­ig­vekk ein pinkalítil komm­una. Saman við Tórshavn Um vit verða partur av Tórs­ havnar Kommunu, so eru vit munandi betur fyri. Henda stóra kommunan við stórari makt, kann hjálpa okkum við Sandoy­ar­tunli­ num við at argu­men­tera fyri tí upplandi, sum okkara oyggj hevur. Hvat kunnu vit bjóða Skúvoyar Kommunu, Skála­ víkar Kommunu, Húsavíkar Kommunu um vit verða hesi 1280 fólkini, einki uttan eitt hægri skattaprosent. Hví sigur samgongan, at Fuglafjørður við sínum 1400 fólkum er ov lítil eind, men Sandoy við 1280 er í fínasta ordan. Hví eldraøkið út Er tað ikki ein náturligur partur hjá landinum. Hvussu fer Sandoy at rað­festa eldraøkið, tað verða fleiri og fleiri eldri og tey ungu rýma grund­að á um­ støð­urnar á sam­ferðslu­økin­ um. Jú tað verða A og B menn­ iskju. Alt eftir hvørji komm­ unu í landinum tú býr í, tí tað vera eingir peng­ar at umsita økið við. Jú, sigur samgongan, pen­ ingur fylgir við. Eg hoyri tykk­um. Vilja tit Sandoy væl. Vil Løgtingið Sandoy væl, lat­ ið okkum so fáa ein tunn­il. Ikki sum tað, ið sam­gong­ an bjóðar okkum, 4 mió í 2015 til Sandoyartunnilin, láturligt ella hvat?! Hetta er at kasta torv­mold í eyguni á Sandoyar­fólki og siga at Sandoy kann klára eldraøkið og Skúla­økið við sínum 1280 fólkum, har tað verða fleiri og fleiri eldri. Tað stendur einum og hvørjum púra frítt hvar hann setur krossin 3. mai. Eg fari ei heldur at føla tað, sum ein ósigur fyri meg, hvat hendur fyri ella ímóti. Um vit vóru spurd skal Sandoy leggja saman við Tórshavan Kommunu so eitt stórt JA frá mær. Ella skal Sandoy leggja saman í eina kommunu til 1280 fólk – so púra greitt NEI! Sandoyar tunnilin er framtíð okkara, tá fáa vit eina blomstrandi Sandoy og ein blomstrandi ungdóm. Eg ynski Sandoynni og Skúvoynni alt tað besta, tað ivist eg í, um tey vilja, sum vilja áleggja okkum so stóra byrðu sum eldra- og skúlaøkið, sum landið ikki megnar sjálvt. So einki við at siga, Sand­ oyggin fyrst saman í eina kommunu. Nei, Sandoy og Skúvoyar Kommuna eiga beinanvegin at leggja saman við Tórshavnar Kommunu, tá verða vit eitt sterkt øki. Annars havi eg lítið og einki álít á samgonguni og tíðans heldur í saman­ leggingar­spurninginum. Við Sandoyarkvøðu Ein ørkymlandi fólkaatkvøða Jógvan Arge býráðslimur í Havn Landsstýrisfólk hava í sein­ astuni ferðast um landið at yvirtala fólk at siga ja á fólkaatkvøðuni um at leggja kommunur sam­an. Landsstýrisfólkini tala fyri, at kommununarar verða fækkaðar úr 30 niður í sjey, men fólkaatkvøðan er veg­leiðandi, og landsstýrið fer ikki at tvinga kommunur saman. Um kommunustýrini kunna ganga móti fólksins vilja er ógreitt. Avgerðin um at hava fólka­ atkvøðu og setningurin at leggja eldraøkið út til komm­ unurnar 1. januar 2014 og skúl­an seinni er ein politisk neyð­semja. Miðleiðin bleiv bæði at hava fólkaatkvøða og leggja ætlanir um at leggja máls­økir út. Útleggingin er ikki sam­ tykt, har hon eigur at vera samtykt, nevniliga á løgtingi. Alt tað, sum verður borið fram um fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum eftir møgu­ligar samanleggingar og út­leggingar er, sum er, bara leyst tos. Ongar bindandi sam­tykt­ ir liggja aftanfyri nak­að av hesum, og tí vita komm­un­ urnar snøgt sagt ikki, hvørj­ um kørmum, tær koma at virka undir eftir møguligar samanleggingar. Eldraøkið og skúlin Eldraøkið verður lýst sum eitt problem. Tey eldru í land­inum verða alt fleiri fyri hvønn arbeiðsføran, og tí eru hættis­lig útlit fyri landsins fíggjarlóg. Hvat gera landspolitikar­ arnir? Jú teir spæla trumfin, sum er at loysa hetta stóra fíggjarliga problem frá lands­ kassanum og kroysta tað niður yvir høvdið á komm­ ununum. Teir siga, at pengar skula fylgja við. Vit vita ikki, hvørj­ ar upphæddir, talan kann verða um. Ongin konkret samtykt er aftanfyri. Tað er tað minsta, tú eigur at vita, tá tú skalt taka støðu til, um tú vilt hetta. Skúlin er eisini ein byrða fyri landskassan, let­ur til. Tí skal hann eisini loys­ast úr landskassanum og kroystast niður yvir komm­un­urnar. Sum er rindar landið lær­ara­ lønirnar og komm­unurnar bygning­ar­nar. Hvaðani koma pengarnir til læraralønirnar, tá lands­ stýrið hevur álagt kommun­ unum at rinda tær? Teir láta at pengar fylgja við, men nú upp undir fólkaatkvøðuna um samanlegging er onki kon­kret á borðinum til komm­un­ur­nar at halda seg til. So grundarlag er ikki fyri at tveita seg fram eftir romm­um eftir boðunum úr Tinga­nesi. Burðardyggar eindir So eru tað sjálvar saman­legg­ ing­arnar, sum landsstýrið ikki vil taka støðu til, men koyrir út til borgararnar á veg­leiðandi fólkaatkvøða. Tað kann enda við so mong­ um. Vit skula ikki taka støðu til, um kommunurnar um allar Føroyar eiga at verða lagdar saman. Fyri okkara við­komandi í Tórshavnar kommunu er talan um at siga ja ella nei til at leggja saman við Vestmanna og Kvívík. Havi sagt tað áður og vil fegin endurtaka, at hetta er skilaleyst í mun til ætlanirnar um, at tær sjey kommunalu eindirnar í Føroyum hvør sær skula verða so mikið burð­ardyggar, at tær kunna átaka sær umsiting av týð­ andi málsøkjum. Tá ein kommuna, Tórs­ havn­ar kommuna, er mill­ um triðing og helvt av øll­ um landinum í fólkatali, er greitt, at grundarlagið und­ir summum av hinum eind­ unum verður tunt. Tann samlaða kommunala loysnin fær trupulleikar, um Tórshavnar kommuna skal vaksa upp aftur meir, og aðrar eindir í grannalagnum verða smærri og veikari enn gott er í mun til upprunauppskotið. Heimaarbeiðið ikki gjørt Tilstundandi fólkaatkvøðan um hugburðin til at leggja ávísar kommunur saman, sum er tvinnað saman við leys­um ætlanum um at leggja málsøki út og óítøkiligum fíggingarmyndlum, leggur upp til so nógvar óvissur, at bestu ráðini eru at siga nei. Hinvegin eiga vit at krevja, at landsstýri og løg­ ting veruliga gera sítt heima­ arbeiði, áðrenn samtyktar verða saman­leggingar, ið óiv­að skula brúkast sum próv­grundir fyri at grýta stór og dýr málsøki í høvdið á komm­ununum. Í roynd og veru hend­ ir tá neyvan annað enn, at pengasorgirnar í lands­kass­ anum verða fluttar nærri borgarunum – í komm­unu­ kassarnar.