mánadagur 30. apríl 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Loksins
hevur
Aðal
fundurin í Ognarfelag
Tryggingartakranna
samtykt, at atkvøðu
selarnir
til
komandi
Umboðráðsval
verða
sendir øllum tryggingar
takarum.
Tilgongdin til hesa
avgerð
hevur
verið
nakað drúgv, nógv hevur
verið tosað, nakað hevur
verið skrivað, men nú
kom so handlingini og
endaliga avgerðin.
Á
aðalfundinum
í
fjør var stórur meiri
luti fyri at senda at
kvøðuseðlarnar út, men
uppskotið
kom
ikki
ígjøgnum, av tí at hetta
er ein lógarbroyting, og
tá krevst ein meiriluta á
¾ av atkvøðunum, fyri
at uppskotið skal vinna
frama. Tískil kundi ein
lítil minniluti blokera
málið í 2011.
Tann 28. desember
2011 legði eg enn einaferð
fram uppskot til aðal
fundin um, at atkvøðu
seðlarnir skulu sendast
út til limirnar og boðaði
frá, at uppskotið verður
lagt fram á hvørjum
komandi
aðalfundum,
um neyðugt.
Tann 30. januar 2012
leggur Jóhan Petersen
eisini fram uppskot um
tað sama.
Tann 30. mars 2012
leggur Jan Muller so
eisini fram uppskot um
tað sama.
Upp til sjálvan aðal
fundin valdu vit báðir,
Jóhan Petersen, at taka
okkara uppskot aftur,
fyri at savna okkum
um eitt uppskot, held
ur enn at hava fleiri
atkvøðugreiðslur
um
sama evni á aðalfund
inum.
Hetta uppskot vann
so loksins frama við 33
ja og 2 nei atkvøðum.
Batnandi opinleiki
Seinasta árið hevur verið
tilgongd við batnandi
opinleika.
Heimasíðan hjá Trygg
ingini hevur nú fleiri
upplýsingar, m.a. um
samsýningar til nevnd
og
umboðsráðslimir
(hygg undir "Skipan og
samsýningar")
Aðalfundir og Um
boðsráðsval vera betur
lýst í fjølmiðlunum nú
enn áður, og møguleiki
er nú eisini fyri at tekna
seg beinleiðis til aðal
fundin, umvegis heima
síðuna.
Framløðan frá eyka
aðalfundinum í februar
er eisini at finna á net
inum.
Haldi tað er skilagott,
at gongdin er móti størri
opinleika og vóni, hon
heldur fram.
Ynskiligt er, at henda
gongdin heldur fram á
tveimum økjum.
•
Opinleiki fyri ogn
arunum
(trygging
artakarunum),
har
felagi
kunnar
og
samskiftir við ánar
arnar.
•
Opinleiki fyri um
boðsráðnum,
har
nevndin
kunnar
ráðið, so tað kann
virka við enn størri
bakgrundsvitan.
So far – so good
Sjálvfylgiligt!
Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum
fyri Ognarfelag
Tryggingartakaranna
Fólkaatkvøðan er dumpað
Arne Winthereig
Vegna Ungmannafelagið Samband
3. Mai 2012 skal fólkaat
kvøða verða um kommunu
samanlegging. Tað er í øllum
førum ætlanin, sum lands
stýrismaðurin hevur hesum
viðvíkjandi. Borgarar kring
alt landið eru sera ørkimlaðir,
tí satt at siga veit eingin, ella í
besta føri sera fá, hvat hetta
snýr seg um.
Hendan
fólkaatkvøðan
má sigast at vera einki minni
enn vánaligt handverk av
í fyrsta lagi sitandi lands
stýrismanni, og í øðrum føri
landstýrinum
sum
heild.
Eingin ætlan, eingin visión,
bert orð. Vit kunnu ikki
bjóða komandi ættarliðum
so vánaliga stýring, har vit
miss-nýta sterk stýriamboð
uttan at vita, hvat ein vil
nýta tað til.
Ein fólkaatkvøða skal ikki
blíva eitt barometur, sum skal
nýtast onkuntíð fyri at kanna
temperaturin. Fólkaatkvøða
er eitt sterkt amboð, ið hevur
til endamáls, at fólkið gevur
til kennar hvat tey vilja
við ávísum málum. 3. Mai
2012, skulu allir føroyingar
á val, at atkvøða ja ella nei
til kommunusamanlegging.
Tað er einki minni enn
respektleyst, at senda slíkt
ófyrireika arbeiði út til fólkið
at taka støðu til. Eingin
pondus er í teimum kunnandi
fundunum, og tískil veit
eingin hvat hendir um ein
atkvøður ja, ella nei. Tí er tað,
at vit í Ungmannafelagnum
Samband tala at, tá lands
stýri velur at nýta eina
fólkaatkvøðu, ið ikki hevur
nakað endamál yvirhøvur.
Rationelt samfelag
Vegurin móti einum ratio
nellum samfelag er heilt
avgjørt at vit fáa færri størri
eindir. Tí var tað ræðandi at
hoyra Jørgen Niclasen svara í
Kelduni í Skálabotni, at ongar
útrokningar enn fyrilógu
um sparingar við at leggja
kommunurnar saman.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at fíggjarmalaráðið ong
ar útrokningar hevur gjørt
um vit spara nakað yvir
høvur. Tað vísir maktaloysi,
sum liggur í landsins leiðslu,
at vit um minni enn eina
viku skulu á fólkaatkvøðu
um at leggja kommunur
nar saman og enn hevur
politiska
skipanin
ikki
gjørt útrokningar hví vit
skulu leggja kommunurnar
saman.
Út frá hesum mugu vit
staðfesta, at arbeiði handan
kommunusamanleggingina
er so grunt, óbegrunda og
vánaligt handfari, at vit vilja
mæla øllum, ið fara á val, um
at atkvøða NEI!
Tey kúgaðu eiga at standa saman
Dagfinnur Danbjørg
±Eftir 18 ár í Danmark, har eg
hevði lisið og udirvíst, kom eg
heim aftur til Føroyar í 1982.
Stutt eftir heimkomuna
tók Aids-umrøðan seg upp.
Hítin vísti seg skjótt at
vera besta verjan móti hesi
drepandi sótt, sum á fyrsta
sinni vísti sítt ræðulig andlit.
Men tey høgrareligiøsu fóru
í herna móti hítunum -
sjálvandi sum vanligt í etisk
um hamum sum legitimeraði
ágangin -. Einans sexfráhald
inntil hjúnarbandið var ført
fram, hóast øll vita ella átti og
eiga at vita, at sex ongantíð
generelt einans hevur verið
hildið innan fyri hjúnarlagið,
og at sjálvur kong Dávid -
ættarfaðir Jesusar -, ið hevði
uml. 100 konur, stjól sær
Batsebu, gjørdi hana upp á
vegin, og syrgdi fyri at fáa sín
trúfasta vin Urias - mannin
hjá Batseba - dripnan.
Hartil kann leggjast aft
urat, at sakkunnleikin í
Danmark greiðir frá, at uml.
5. hvørt barn í donskum
hjúnalagi
hevur
annan
pápa, enn tann, ið er giftur
við mammuni. Hetta sigur
okkum so mikið, at sjálvt
hjúnalagið ikki altíð er fullur
garantur móti Aids. So eisini
av nevndu orsøk vísti og
vísir tað seg, at hítin er besta
verjan.
Stríðið um at níta hít
vann av góðum grundum, og
mong kunnu sostatt takka
Guði fyri lív og heilsu, tí
tey vardu seg við hítuni. Og
samstundis kunnu vit øll
takka fyri at fornuftur og
vitan enn einaferð sigraðu.
Og nú eru tað - Guð
hjálpi mær - aftur tey ørvísi
sexsueltorienteraðu,
ið
standa fyri skotum. At t.d.
samkynd hava funnist til
allar tíðir eru søgulig prógv
fyri. At tey verða tilsíðissett
og gjørd órein eisini hjá okk
um kunnu vit fyrst og fremst
takka jødunum fyri, tí teir
avmarkaðu
seg
gjøgnum
fleiri túsund ár frá øllum
grannum, ið høvdu aðrar
gudar og ceremoniir o.a. á ein
tílíkan hátt, at teir at enda
høvdu 600 - 700 boð og forboð,
ið eingin kundi finna út av til
síðst. Jesu verður spurdur og
gevur teimum hægsta boð:
Elska Guð og elska næstan.
Homosexsualitetur var liður
í heidnari ceremoni, og tí
var hann fordømdur. Men
sum vit kunnu lesa, so sigur
Jesus ikki, at vit skulu elska
næstan minus tann og/ella
tann bólkin og hartil kemur
at allur sexsualitetur er- ein
guðsgivin gáva - ið, sum allar
góðar gávur ,skulu umsitast
á rættan og fullgóðan hátt,
soleiðis at hon ikki skaðar,
men gangnar næstanum sum
medmenniskja.
Meðan
homofobi er ein sjúka, ið
kann grøðast eins og allar
aðrar fobiir, og meðan tann
nógva talan um etik er
skinheilag
camuflaga
til
legitimering av kúgan og
sjálvshevdan og/ella blásan
í
lúður
fyri
einhvørjum
eginvinningi -persónligum
ella politiskum
Hitler gav teimum sam
kyndu eins og jødunum merk
ir at seta á klæðini og útrudd
aði so mong, sum hansara
fólk kundi fáa hendur á.
Hjá okkum verða tey - Guð
ske lov -ikki útruddað, men
kúgan og chikana heldur
áfram, soleiðis at mong hava
valt at flýggja av landinum.
Seinastu árini hava tó nøkur
valt at blíva hjá okkum og
at stríðast fyri, at ein, ið frá
Skaparans hond er ørvísi
enn
fjøldin,
eisini
skal
hava krav upp á og rætt til
javnrættindir.
Hetta er alla æru vert, og
vit onnur mugu hjálpa og
stuðla teimum, so gott sum
vit kunnu.
Mong verða kúgað: Pen
sionistar, børn við breki,
arbeiðsleys, fátøk bert fyri
at nevna nakrar fáar bólkar.
Men kúganin av teimum
einstøku letur seg bert gera,
tá vit standa spjødd. Lat
okkum tí standa saman og
verja hvønnannan, soleiðis
at vit øll - eg sigi øll - í fram
tíðini kunnu liva í einum
landi við javnstøðu og javn
rættindum.
Saman standa vit sterk.