mánadagur 30. apríl 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fiskivinnupolitikkurin:
business as usual
A
t ein bólkur (Makrelbólkurin)
úr ovastu politisku leiðsl
unum er settur at skjóta
upp, hvussu partar av fiskiskap
inum undir Føroyum skal skipast í
ár, staðfestir bert, at onkur óvanlig
viðurskifti gera seg galdandi í
Føroyum fyri tíðina.
Tað óvanliga er, at ovurhonds stórar
nøgdir av makreli seinastu árini
hava gjørt innrás í okkara sjóøki í
jagstran eftir føði. Makrelbólkurin
er settur at skjóta upp, hvussu
hettar tilfeingið skal býtast millum
ymiskar aktørar
Samstundis meðan henda inn
rásin av makreli er farin fram,
so er fiskiskapurin eftir øðrum
fiskasløgum, serliga toski og hýsu,
minkaður niður í 1/3 av sokallaðu
langtíðarjavnvágini.
Havstovan
kunngjørdi nú um dagarnar fyribils
úrslit av teirra yvirlitstrolingum á
landgrunninum fyri 2012. Sambært
Peturi Steingrund, doktara, so vóru
úrslitini heldur óvæntað. Í áravís
hava verið gjørdar samanberingar
millum gróðurin í havinum og til
gongdina av toski, og samanbering
arnar hava víst, at sveiggini hava
fylgt gróðrinum. Eftir trý ár á rað
við nógvum gróðri var roknað við
meira toski, men støðan og útlitini
eru vánalig.
Sambært Peturi Steingrund bendir
ymiskt á broytingar í havinum, t.d.
er meðalhitin hækkaður, yndisføðin
hjá toski (nebbasild) hevur lítið og
einki verið av, men einki svar frá
Peturi Steingrund um hví so er.
Spurdur um, hvørt nógv veiða er
ein orsøk til vánaligu støðuna, varð
svarað, at tað ikki kundi útilokast.
Svarið hjá Peturi Steingrund gevur
ábendingar um, at teir ikki hava
eina neyva mynd av, hvat hendir á
grunninum; kanska kunnu vit siga,
at talan er um eina støðumynd, har
teir ikki duga at greiða frá, hvussu
fyribrigdini á myndini eru íkomin.
Hettar undirstrikar eisini, at fleiri
parametur skulu brúkast at greiða
fløkjuna í havrúminum.
Tað var hvørki Havstovan ella
fiskivinnuumsitingin, men Reið
arafelagið, ið legði fram fakliga
grundarlagið fyri makrelkravinum.
Í hesum tilfari varð víst á ein sera
óhepnan samanhang millum øðru
megin gýting hjá upsa, toski og
hýsu og hinumegin stórar nøgdir
av makreli í føroyskum sjóøki beint
eftir gýtingina. Fleiri kanningar,
sum gjørdar eru aðrastaðir og
sum eisini fleiri hava víst til, vísa
hettar. Hví hevur Havstovan ikki
í sínum kanningum eisini valt at
taka útgangsstøði í einari hypo
tesu um, at makrelurin – í slíkum
nøgdum – hevur beinleiðis ávirkan
á vistfrøðina í havrúminum kring
Føroyar? Men Havstovan hevur
valt ta strategi, at so leingi hon ikki
finnur prógv fyri samanhangi, so
er eingin samanhangur. Havstovan
trupulleikar við at greiða okkum
frá, hvat hendir á grunninum!
Hvat ger politiski myndugleikin
við hættisligu støðuna? Støðan er
á ongan hátt nýíkomin, tí veiðu
hagtølini seinastu árini hava givið
ábendingar um, hvør standurin á
grunninum er. Jú, toska- og hýsu
fiskiskapurin skal vera ‘business
as usual’. Tað verður bara høgt av
hæli og sneitt av tá: Vit friða eitt
øki her og skera nakrar dagar har,
men annars er alt tað sama. Jú,
men makrelurin? Nei, nei, nei, tað
er týdningarmikið ikki at blanda
hesi tingini saman …! Fyri henda
partin vera heilt serlig atlit at
taka, sum einki hava við vanlig ella
søgulig rættindi á Føroyagrunnin
um at gera. Seinastu trý árini hevur
politiski myndugleikin ongantíð
staðið á sama beini í makrel
viðgerðini. Veruleikin er, at arbeitt
verður eftir einum orwell’skum
logikki a la at ’øll prinsipp eru líka
týdningarmikil, men summi eru
meira týdningarmikil enn onnur’.
Eitt yvirlit yvir ymisku skipabólk
arnar fyri 2011 vísir, at uml. 1.000
mans, sigla við føroyskum fiski
skipum, íroknað 200-250 mans,
sum eru við smærru trol-, línu- og
útróðrarbátum. Halda vit nóta
skipini uttanfyri (60.000 tons til
7 skip við uml. 105–110 monnum),
14.000 tons í umbýti við Barents
havsfisk og eisini kvotuna uppá
12.000 tons til Havstovuna, so eru
62.000 tons eftir at býta millum
restina av flotanum, t.v.s. til 850
mans, sum í útgangsstøðinum
svarar til 73 tons pr. mann.
Hvussu ætlar so Makrelbólkurin,
at býtast skal í 2012? Sambært
óalmennum skjølum úr Fiskimála
ráðnum, so verður býtt sum uppsett
í talvuni.
Nú verða hesi tølini neyvan enda
liga býtið, men tey eru kortini
áhugaverd:
• Ein stórur partur av
heima
flotanum er diskvalifiseraður!
Frávaldur! Er slettis ikki ein
partur av býtinum! Hevur als
ikki fingið møguleikan í boði!
• Aktørar, sum frammanundan
sita við fiskirættindum, sum
vit gjalda fyri við makreli,
svartkjafti og øðrum, og sum
nú eisini hava fingið tillutað
toskakvotuna á Flemish Cap,
teir gerast nú harumframt stórir
aktørar í makrelfiskiskapinum
undir Føroyum!
• Nýggir aktørar á Føroyagrunn
inum – eisini við óbrúktum
loyvum, sum nú blíva gjørd
aktiv til makrel – fáa serstaka
kvotu! Kvotan er so rívilig pr.
mann, at skuldu allir skipa
bólkar (nótaskipini undantikin)
fingið eins nógv pr. mann, so
skuldi
restkvotan,
sum
vit
rokna við, verið 120.000 tons og
ikki 62.000 tons at býtt …!
Eisini onnur viðurskifti í býtinum
eru áhugaverd. Hvussu er makrel
bólkurin komin til, at ídnaðarskip
og flakatrolarar skulu hoyra saman,
meðan rækjuskip og trolbátar á
landleiðini eru í hvør sínum bólki?
Hettar tykist ógvuliga konstruerað.
Er tað gjørt fyri at fáa onkra kabalu
at ganga upp? Nýggju aktørarnir
fáa millum 140 og 160 tons pr.
mann, meðan verandi aktørarnir,
trolbátarnir (sum fyri tíðina liggja
fyri fiskaloysi!), einans hava fingið
tillutað 25 tons pr. mann! Mótsett
grundgevingunum,
sum
verða
brúktar ímóti húkaflotanum, so
eru trolbátarnir útgjørdir at fiska
makrel. Hví verða garnabátarnir
og restin blandað saman? Er tað
eisini fyri at fáa eina kabalu at
ganga upp? Ein spurningur er
eisini, um roknast kann við, at sami
leistur verður brúktur í fráboðaðu
sildaorrustuni?
Ein heimskendur danskari hug
leiddi um hetta at verða varpaður
inn í hendan heim. Man kennir
ikki ’Skikke og Vedtægter’ og
hevur hvaðna minni havt ávirkan
á tær reglur, sum galda manna
millum. Kanska hevur man eina
viðmerking ella enntá okkurt at
tala at. Men hvønn skal man venda
sær til? ”Hvor er Dirigenten, jeg
har en bemærkning at gjøre? Er
der ingen Dirigent? Hvor skal jeg
henvende mig med min klage?”,
skrivar hann.
Nakað soleiðis munnu í hvussu
er summi uppliva at vera vitni til
makrelbýtið: Býtið verður bara
blást omanyvir aktørarnar, og so
er man bara partur av tí og hevur
fingið nógv ella lítið uttan at verða
eftirspurdur og uttan at vita hví!
Tað er greitt, at Vestergaard tekur
undir við býtinum í høvuðsheitum,
og tað er hann, sum til tjúgund og
síðst skal býta (uttan at Løgtingið
vil tað øðrvísi) Men tá ið hann
hevur verið spurdur nærri um
hvat og hvussu, so kann hann
ikki siga so nógv, tí samgongan og
Makrelnevndin og Løgtingið skulu
viðgera tað … Hvønn skal man so
spyrja? So eiðasørt at tað hvøttur úr
nøkrum øðrum heldur – hvørki fyri
ella ímóti! Hvar er orðstýrarin…..?
Spurningurin er, um makrelbýtið
ikki bert er enn ein táttur í søguni
um føroyskan fiskivinnupolitikk
seinastu árini. Politiskt hava partar
av botnfiskavinnuni í Føroyum,
á sjógvi og landi, verið gjøgnum
regulerað; hinvegin er skipanin ein
vavstur av ymiskum skipanum,
oftani uttan rationalitet og uttan
at nakar veit, hvørjum hon í roynd
og veru tænir. Tað tragiska er, at
góðska á veidda tilfeinginum í
myndugleikahøpi ongantíð hevur
verið eitt ’issue’: Hesin tátturin av
vinnuni er at kalla óreguleraður
og nærum ongar treytir hava verið
settar aktørum. Ei heldur hevur tað
verið eitt mál fyri myndugleikan
at fáa marknaðartreytir at virka.
Hesi bæði saman – at reglur ikki
eru um góðsku og fráveran av
marknaðarkreftum – hevur verið
ein eitrandi ’coktail’, har lægsti
felagsnevnarin gerst standardurin,
sum hevur køvt at kalla allan
dynamikk og havt við sær, at vit
nærum bert gera tað sama, sum vit
hava gjørt seinastu 30 árini, bara
umaftur og umaftur.
Var tað ikki ein fronsk keisarinna,
sum segði ”gev fólkinum sjónleik og
kaku”? Tað skuldi ikki undrað meg,
um studningur verður tað næsta,
sum kemur á politisku dagsskránna
… Í einum demokratiskum samfelag
eru politiskir myndugleikar valdir
at taka avgerðir, og vituligt eru ikki
allar tilgongdir almennar. Tí nýtist
tað ikki at vera nakað forgjørt í,
at býtið av makrelinum verður
fyrireikað uttan alment orðaskifti.
Men hettar málið hevur alstóran
prinsipiellan og ítøkiligan týdning
fyri samfelag og vinnulív: Tað snýr
seg í roynd og veru um útlutan av
ovurstórum virðisbrøvum, sum
kunnu fáa avgerandi týdning fyri
hvørt einstøk feløg hóra undan ella
ikki; á eigara- og kapitalbygnað og
harvið samfelagsliga valdsbýtið; á
inntøkubýti og harvið sosiala (ó)
javnan; á flotabygnað og harvið
útgangsstøðið fyri gagnnýting av
tilfeinginum á landgrunninum;
o.s.frv. Líka mikið hvørja hugsan
vit hvør í sínum lagi hava um hesi
viðurskifti, so má minsta kravið
verða, at allir partar verða hoyrdir
og at politiska skipanin grundgevir
fyri tí uppskoti, sum hon leggur
fram.
Tíðargrein
Óli Jacobsen
Argir
Talva: Býti av makreli uppá skipabólkar (nótabátar undantiknir) og pr. mann
Skipabólkur
Skip
Høvuðsveiða
Samlað
tal av
monnum
Meðalhýra
2011 í kr
Ætlað nøgd av
makreli til
bólkin
Makrelur pr.
mann
Ísfiskatrolarar
32
Upsi
220
430.000
30.000 tons
136 tons
Ídnaðarskip
Flakatrolarar
5
3
Ídnaðarfiskur
Toskur
60
84
490.000
670.000
20.000 tons
139 tons
Rækjuskip
2 + 2
Rækjur
50
660.000
8.000 tons
160 tons
Smáir trolarar
10
Ymiskur botnf.
40
??
1.000 tons
25 tons
Línuskip
Garnaskip
Sm. Línuskip
Útróðrarbátar
17
3
??
Toskur/hysa
Sv. kalvi/havt.
Toskur/hýsa
Toskur/hýsa
234
30
150-200
205.000
295.000
??
3.000 tons
7 tons