mánadagur 30. apríl 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Høgrarák og vesturætt
landsuðurrákið fossandi rekur
nú er vorðið so illa statt
fólksins ogn kúgandi valdið tekur
Eyðrænandi ríkmannalið
spekulantar í hópatali
kúgaðu fjøldini ei gevur grið
men ei teir sigra á vali !
Balsam fyri likam og sál
á socialismunnar lovsong lýða
socialismunnar hægsta mál
Fylkjast í hóp ! mót órættvísi stríða !
Socialistiska blóðreyða stríðsbál
máttmikið, geisandi logar
ljómandi frítt um heyg og vál
socialistiska fólkaheimið roðar !
Hànasaða borgarliga afturhald
miðaldar vónloysisstreymar
knúsa tað kúgandi vald !
Socialismunnar fælsisdreymar !
Samhaldsfesti, frælsisstríð !
Frælsisljómur skæri
Socialistiska birtan blóðreyð og fríð
Stríðshugað hvagar eg enn fari
Socialistiska hugsjónin sterk, føgur er
drepandi sjálvsøknisandan køvur
Samhaldsfasta boðskapin ber
Stríðshugaða fjøldin máttmikil, føgur !
Kammerátar ! Hevjum stríðsmerkið
hátt !
Sigursæli stríðslúður vil ljóma !
Kammerátar ! Vit koma aftur brátt !
Socialistiska fragdarglæman sýnir alra
sóma !
1. mai 2012
Sólmundur
Kvøða til
stríðsfelag
arnar
Stríðsfúsa
socialisman
Er leisturin fyri kommunu
samanleggingini tann rætti?
Niels Midjord
Í 40 ár hevur kommunusam
anleggingin verið í umbúna,
og at hon ikki er komin ígjøg
num enn, man benda á, at
leisturin sum ætlanin er at
leggja saman útfrá, ikki er
so væl egnaður til okkara
viðurskifti. Grundgevingin
hjá
landsstýrismanninum
í kommunumálum fyri at
leggja saman er, at soleiðis
er gjørt í øllum grannalond
unum okkara, og fyri tey
hevur hetta ivaleyst verið
gott og gagnligt, men trupul
leikin er bara tann, at tú
kanst ikki skipa eitt pinku
samfelag, sum okkara á sama
hátt, sum eitt samfelag, íð
telur fleiri milliónir fólk, ella
tað kanst tú saktans, men tá
fært tú eina umsiting, sum er
so stór og kostar so nógv, at
lítla samfelagið orkar ikki at
bera hana. T. d er ætlanin at
leggja umsitingina av skúl
anum út á tær sjey ætlaðu
kommunueindirnar,
sam
stundis sum ein miðfyrisiting
verður varðveitt, men um
kommunalu fyrisitingarnar
skulu gera sítt arbeiði við
sama fakliga innliti, sum
Landsskúlafyrisitingin,
so
fer tað at kosta, um ikki
átta ferðir so nógv, sum tað
kostar nú, so út ímót! Og
hvat fara fylgjurnar at verða
av at leggja eldraøkið út til
kommunurnar? Fer tað ikki
at føra til stættarmun ímill
um tey gomlu í miðstaðar
økinum og tey í útjaðaran
um?
Haldi ikki, at tað er skila
gott, soleiðis at syndra um
sitingina. Var tað náttúrligt
fyrr, at høvuðsstaðurin átti
hesa umsiting, so er tað
meira náttúrligt í dag, nú 80%
av Føroya fólki í mesta lagi
búgva ein tíma frá Havnini.
Umsitingin kundi ivaleyst
verið effektivari og meira
liðilig, men hinvegin er ikki
so nógv at siga til hetta, tá
í havt verður í huga, at tað
síðstu 40 árini hevur ligið í
kortinum, at umsitingin, so
leiðis sum hon nú er, skuldi
niðurleggjast.
Lógu vit t.d. mitt í Jút
landi, høvdu vit verið løgd
saman við aðrari kommunu,
við tað at Føroyar máldar við
donskum mátistokki eru ein
ov lítil eind til eina komm
unu, tí haldi eg, at vit í oman
fyri nevndu málum áttu at
havt eina landsumfatandi
fyrisiting, við sersømdum
til tey øki, har ikki landfast
er, soleiðis at allir borgarar í
landinum kundu fingð sama
tænastustøði.
Hinvegin haldi eg, at tað
er av alstórum týdningi, ja
lívsneyðugt, at vit fáa størri
kommunalar eindir. Fyri at
byrgja upp fyri fráflytingini,
er tað avgerandi, at varð
veita eitt fjølbroytt, dynam
iskt og lívsfrískt samfelag.
Hetta kunnu vit bara gera,
um javnvág er millum mið-
staðarøkið og útjaðaran, og
tann javnvágin kann ikki
haldast uppi við smáum
kommunum í útjaðaranum og
stórum í miðstaðarøkinum.
Men samanleggingin átt
ikki at verið gjørd út frá
landafrøðiligum
eindum,
men heldur átti at verið
hugt at, hvat tey eru best til
í teimum ymisku økjunum,
bólka økini upp eftir tí, og so
lagt stovnar, sum náttúrliga
hoyrdu til arbeiðsøkið hjá
hjá hvørjari kommunalari
eind sær út til avvarandi
kommunu.
Fyri at geva eina betri
fatan
av,
hvussu
hesin
“vinnuleisturin” er hugsaður,
loyvi eg mær at koma við
einum boði um, hvussu ein
kommunusamanlegging
kundi veri gjørd eftir hes
um leisti. Tað er kanska
hugstoytt, soleiðis at leggja
stovnar út á kommunalu
økini, men um hetta kann
gera stovnarnar meira við
komandi fyri øki, og geva
økinum ein sterkari sam
leika, sum so aftur ávirkar
stovnarnar, soleiðis at teir
fara at virka betur, so er nógv
vunnið.
Havi longu nevnt Havnina
sum fyrisitingardepul. Tað
eru fá lond, har høvuðs
staðurin liggur so miðskeiðis
í landinum, sum okkara. Bara
tað og so stutta frástøðan til
flestu borgararnar í land
inum gevur Havnini bestu
umstøður til at tæna øllum
landinum, sum miðfyrisit
ing.
Klaksvík er høvuðsbýurin
innan fiskivinnu, og saman
við
Eysturkommunu
og
Fuglafirði stendur hon fyri
stórum parti av okkara út
flutningi.
Tilsamans
eru
hesar tríggjar kommunurnar
sostætt ein náttúrligur fiski
vinnudepul.
Í Fuglafirði gongur hend
an skemtisøgan:
“Hví hevur Tjaldrið ð í
endanum”?
“Tí tað liggur altíð bund
ið”!
Tjaldrið liggur, tí Vaktar-
og bjargingartænastan hev
ur ongan pening til olju!
Hugsi ikki, at tað hevði borið
til at spart seg soleiðis eftir
reyv, um Vaktar- og bjarging
artænastan lá í miðum fiski
vinnudeplinum.
Ofta eru fiskivinnan og
fiskifrøðin ósamd, og tá
tykist tað mangan, sum um
pørtunum væntar virðing
hvør fyri øðrum. Her hevði
kanska vend komið í, til
gagns fyri báar partar, um
Fiskiransóknarstovan lá í
miðum fiskivinnudeplinum,
og frøðingar og fiskimenn
dagliga gingu hvør um ann
an. O. s. fr.
Ein vælútbygdur og væl
virkandi
fiskivinnudepul
hevði ikki tikið nakað frá
fiskivinnuni kring landið,
heldur hevði øll fiskivinnan
fingið gagn av einum slíkum
depli.
Sandoy hevur frá gamlari
tíð verði leiðandi innan land
búnað, tí átti hon at fingið
royndarstøðina
og
aðrar
stovnar, sum hoyra land
búnaðinum til, og so átti
hon at lagt saman við út
oyggjunum, har landbúnaður
nærum er einast vinnian.
Vágar eru høvuðsportrið
til og úr útheiminum, náttúr
ligt hevði tí verið, um ferða
vinnudepulin lá har. Ì Myki
nesi og í Vestmanna hava
tey duga best at gagnnýtt
ferðavinnuna, søgusavnið í
Vestmanna er eitt áhugavert
úrslit av hesum og ikki minni
áhugaverd er ætlanin í Kvívík
at endurbyggja víkingatoft
irnar oman fyri bygdina.
Soleiðis verða víkingatoft
irnar, bæði tær upprunaligu
og tær endurbygdu, saman
við søgusavninum og Vest
mannabjørgunum ein samlað
upplivingareind, sum hvørt
fer at styrkja annað. Náttúr
ligt er tí at hesar tríggjar
bygdirnar saman við Vág
oynni taka seg saman í ein
ferðavinnudepul.
Og so haldi eg at olju
vinnudepulin átti at ligi í
Suðuroy.
Nevndi í byrjanini, at
fyri at byrgja upp fyri frá
flytingini, er tað avgerandi,
at varðveita eitt fjølbroytt,
dynamiskt og lívsfrískt sam
felag, og at hetta kunnu vit
bara gera, um javnvág er
millum miðstaðarøkið og
útjaðaran. Um Eysturoyggin
verður løgd saman til eina
kommunu, er tað náttúrligt,
at fyrisitingin kemur at liggja
í Runavík, tí har er størsti
fólkatíttleikin í økinum. Men
tá íð Skálafjarðartunnilin
kemur, vónandi um ikki so
langa tíð, verður fráleikin
ímillum Havnina og Runavík
so mikið lítil, at báðir býir
nir fara at virka sum ein. At
báðar tær størstu komm
unurnar soleiðis í praksis
verða
lagdar
saman
av
Skálafjarðartunlinum fer at
skeikla javnvágina ímillum
miðstaðarøki og útjaðaran
í ólukkumát. Tí atkvøði eg
ímóti, at Eysturoyggin verður
ein kommuna.