Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kára Dam er føroyska Amelia Earhart Upprunaliga stóð valið millum eina útbúgving sum frisør ella grannskoðara, men í dag er Kára Dam fyrsti kvinnuligi føroyski flogskiparin, og hevur, hóast bert 29 ára gomul, meira enn fimm ára starvsroyndir Leo Poulsen Hvat ger tú, tá tær dámar væl at ferðast, og skal velja eina lívsleið? So tekur tú út­búgving sum flog­ skipari. Tað var í hvussu er valið hjá tá 21 ára gomlu Káru Dam. – Eg ivaðist í, hvat eg skuldi læra til. Fyrst hugsaði eg frisør og síðani grannskoðari. Men mær hevur altíð dámað so væl at ferð­ ast, og tá eg slapp ein túr í flúgv­ ara­num sam­an við Hans Hansen, so bleiv avgerðin tikin, sigur Kára Dam. Mammuni dámdi hetta einki serligt at byrja við, men ráddi dóttrini til at royna seg eina tíð sum flogterna fyri at fáa eina betri føling við starv­inum sum flog­skipari. Sum sagt so gjørt. – Har var avgerðin so tik­in, og síðani var at finna ein hósk­andi skúla. Tað er ógvu­liga dýrt at læra til flogskipara, og tá útbúgv­ingar annars eru ókeypis í norðan­ londum, ráddi um at finna ein skúla uttanfyri økið, sigur Kára Dam. Funnið var so fram til ein skúla í Spania, Airmed, sum lá við flogvøllin í Valencia, beint uttan fyri sjálvan býin. – Har vóru upptøku­roynd­ir, men eg haldi ikki, at skúla­leiðslan gekk so ógvu­liga høgt upp í tað. Eingin dumpaði, og mín fatan var, at gingið var meira upp í at fáa næm­ingarnar og harvið pengar­ nar, sigur Kára Dam. Lærutíðin er í minsta lagi 14 mánaðar, og tá Kára Dam fekk sína Airplane Transport Pilot Licence, hevði hon gingið í skúla­ num í hálvt­annað ár. – Eg varð liðug í mai 2006, og fekk beinanvegin starv hjá Faroe Jet. Eg var til upp­venjingar í Svøríki í at flúgva British Aero­ space flogførini, og beint undan Ólav­søku sama árið fleyg eg fyri fyrstu ferð rutuflúgving upp á Før­oyar, sigur Kára Dam. Stutt livitíð Tá tú soleiðis kemur úr skúl­anum í eitt stýrhús, so byrjar tú sum stýrimaður. – Flogfeløgini krevja í minsta lagi 1500 tímar flúgvi­tíð, áðrenn ein stýrimaður verður fluttur upp til at verða flogskipari, men flestu feløg krevja meiri enn tað, kanska 3.000 tímar, sigur Kára Dam. Livitíðin hjá Faroe Jet gjørd­ ist ikki drúgv, bara frá mai til desember, og tað var av­markað, hvussu nógvar flúgvi­tíðar Kára Dam fekk har. – Hetta tíðarskeiðið ar­beiddi eg tó bæði sum stýri­maður og sum flogterna við Faroe Jet, sigur havnar­kvinnan. Tá Faroe Jet so brádliga snar­ aði lykilin um, gekk hon eins og so mong onnur hjá felagnum ar­ beiðs­leys í eina tíð. – Eg arbeiddi so eina tíð – ein til tveir mánaðir – á Hvonn, men so varð eg boðin til samrøðu hjá Swiss European, og saman við tveim­um øðrum fyrrverandi flog­skip­arum hjá Faroe Jet fekk eg starv sum avloysari hjá Swiss, sigur Kára Dam. Hóast hetta bert skuldi vera í styttri tíðarskeið, so helt Kára fram hjá sveisiska flog­felagnum í trý ár. – Tá hendi so tað, at Luft­hansa hevði útbúgvið nógvar flog­skip­ arar, og teir stóðu so Swiss í boði at fáa. Og fyri sveisiska flog­felagið taldi tað nógv, at hesir flog­skip­ arar tosaðu týskt, og so vórðu vit squeezaði út, sigur Kára Dam. Sama flogtypa Flogskiparin av Norðrasta Horni gekk so arbeiðsleys frá januar til september 2010, men fekk so starv í meldrinum Longu sum 23 ára gomul byrjaði Kára Dam at flúgva sum stýrimaður umborð á British Aerospace flogførunum. Fyrstu tíðina arbeiddi hon hjá Faroe Jet Eginmynd