mikudagur 2. mai 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað heglaði við vanvirðing
1. mai dags hald Samgongan eigur at leggja frá sær og lata aðrar politikarar sleppa framat, so
liviligt verður aftur í Føroyum. Hetta var høvuðsboðskapurin á 1. mai dags haldinum í Havn
Randi Jacobsen
Mangan hava bara nøkur
fá tandur verið á Vaglinum
til 1. mai dags hald, men í ár
var uppmøtingin heilt góð.
Nøkur hundrað fólk høvdu
leitað sær í býin í góða veðr
inum, um enn kalt var, tá ið
sólin ikki sá.
Tað var ikki so løgið, at
so nógv fólk vóru har, tí
misnøgdin millum fólk er
sera stór við førda politikkin
hjá
samgonguni.
Summi
høvdu tí væntað, at Vaglið fór
at vera stúgvandi fult sum á
ólavsøku, men so var ikki.
Tingfundurin
steðgaði
stutt fyri, at haldið byrjaði,
og nøkur løgtingsfólk leitað
sær út um, men tað vóru
mest tingfólk úr andstøðuni,
sum stóðu leingi og hoyrdu
allar ákoyringarnar.
Hetta kom eisini fram í
øllum fimm røðunum, sum
hildnar vórðu.
Røðararnir vóru bersøgnir
um vantandi virðing fyri
samraðingarrættinum, um
flatskattin, stóra arbeiðs
loysið, skattafríar ágóðar hjá
politikarunum, um pensjón
irnar, sum politikararnir fáa
og ikki mugu gjalda til sjálvir.
Um tey mongu væl útbúnu,
sum ikki koma heim aftur,
sum skilið er.
Kaj
Leo
Johannesen,
løgmaður, sum gav avboð
til fund við fakfeløgini og
í staðin fór á Facebook at
láturliggera fakfeløgini, fekk
toyggið. Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjar
málum, fekk sanniliga eisini
sítt.
Føroyingar
eru friðardýr
Maud Wang Hansen, for
kvinna í Føroya Pedagogfelag
endurgav onkran fyri at hava
sagt, at samgongan eigur at
vera fegin um, at føroyingar
eru so friðarligt fólk. Tí hvat
kundi ikki hent, um so ikki
var?
Hon hartaði fólk fyri at
vera ov góð í sær og nóg
illa møta til fyrsta mai dags
hald.
Hon reksaði upp allar teir
samfelagsbólkar, sum rúm
ikki er fyri í Føroyum.
– Her er bert rúm fyri
teimum ráðaríku.
Eli Brimsvík, formaður í
Havnar
Handverkarafelag
var heldur ikki mjúkur í sín
um orðum. Hann nevndi bæði
ávísar politiskar avgerðir og
nevndi eftir hansara tykki
óbrúkiligar politikarar.
Andstøðupolitikarin
Gerhard Lognberg fór eisini
illa við samgonguni, men
fólk høvdu hug at smírast
ella at rista á høvdinum, tí ið
hann tosaði um, at vit gjalda
ov nógv í skatti, og at summi
hava góða pensjón.
Røðararnir aftaná hildu
fram við atfinningum mót
landsstýrinum, og seinasti
røðarin, sjónleikarin Bárður
Persson var at annað enn
spakur. Summi øtaðust, onn
ur visti ikki, um tað var álvari
ella sjónleikur.
Ein kaldan 1. mai er nokk
so nógv at hava fimm røðarar
við horntónleiki og øðrum
tónleiki ímillum. Tí minkaðin
fjøldin, sum frá leið.
randi@sosialurin.fo