Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í rættinum í gjár sat ein 31 ára gamal maður, sum dugdi væl at orða seg, og var sera polit­iskt tilvitandi. Tað var hetta politiska med­vitið, sum meira ella minni beinleiðis fekk hann at fremja eina brots­gerð, sum hann nú angrar. Sunnukvøldið 29. apríl hevði hann drukkið saman við einum vinmanni, og um nátt­ina fór hann á hurð­ina hjá Janusi Petersen, banka­ stjóra. Hann ringdi uppá fleiri ferð­ir, men har var stongt og myrkt, og hann helt tí at eing­in var heima. I lummunum hevði hann tveir knívar, men í rættinum segði hann, at hann ongantíð hevði ætlað at brúkt knívar­ nar. Ákærin helt tað øvugta. Politiskt órættvísi Eg ætlaði bara at geva banka­ stjór­anum eina skolu, tí eg var ónøgdur við politisku gongd­ ina í Føroyum. Tey, sum hava mest, fáa meira, tikið verður frá teimum fátøku, sum blíva fátækari, og samstundis fer landið út og lænir pengar, segði maðurin. Hann hevur sálarligar trupul­leikar og segði, at hann var sera følin, og tað gjørdi hon­um ilt, at tað gekk sum tað gekk. Eg var so ørkymlaður av órættvísinum. Hetta minnir mest um politikkin í USA, segði maðurin. Tá ið hann ikki slepp inn til bankastjóran, fór hann aftur um húsini og inn í ein gamalt úthús, sum stóð har. Hann royndi at festa í eina presending, fór eitt petti frá, men tá ið eldur var ikki í, vendi hann aftur, og tá eydn­ aðist at fáa tað at loga. Hesar báðar gerðirnar játt­aði hann, og hann angraði tær. Heldur skuldi hann havt skriv­að eitt lesara­bræv, segði hann. Tað var eitt bland av drukki og sálarveikleika, at hann hevði gjørt hetta. Hann var beiskur og ólukkuligur. Argur inn á bankan Maðurin fór eftir banka­ stjór­anum, tí hann var arg­ ur inn á Bank Nordic og øll av­gjøld­ini, og teimum metti hann stjóran at hava ábyrgd­ ina av. Haraftrat helt hann banka­n fara illa við sínum viðskiftafólkum, ikki minst teim­um gomlu, sum ikki hava møgu­leikan at avgreiða síni viður­skifti um teldu. Nógv fólk eru misnøgd, segði hann. Maðurin greiddi frá, at hann var sjálvmorðshóttur, tá ið hetta hendi, og hann hevði bara tikið knívarnar við fyri at verja seg sjálvan. Hesum trúði ákærin ikki. Tað kókaði bara yvir hjá mær, og eg var skítfullur. Hatta var ein keðilig fulla­ manna­gerð, og eg eri keddur av, at gjørdi hatta. Maðurin tók eisini heili­ vág. Tá ið maðurin varð hand­ tikin og varðhalds­fongsl­að­ ur, varð hann fluttur á aftur­ latna deild á psykatriska depli­num. Hann hevði tað ikki gott við seg sjálvan. Ein dag í februar hevði hann fyrr um dagin verið og málað í ítrivsrúminum. Tá ið hann seinni um dagin skuldi fara inn hagar, var rúmið læst. Hugsan hansara tá var, at einki bar til, og at stongt var fyri honum. Tá ið maðurin varð hand­ tikin, tók politiið alt frá hon­um, men politiið hevði gloymt at tikið ein multiknív úr tasku hansara. Maðurin fór so til skriv­ stovuna hjá einum sjúkra­ røktarfrøðingi, bankaði á hurðina og læt upp. Eg hevði tað so ringt og hevði hug at gera enda á øllum. Tí bað eg hana taka knívin. Men sjúkrarøktarfrøð­ ing­urin fataði hendingina øðr­vísi. Hon helt mannin hótta seg við knívi. Hetta hóast knívurin als ikki var foldaður út. Maðurin var ákærdur fyri at hava hótt sjúkra­røktar­ frøðingin, men ta ákæruna varð hann frídømdur fyri. Eg havi ongantíð lagt hond á nakran, hvussu irri­ ter­andi tey enn hava verið, segði maðurin. Hundurin goyði Kona bankastjóran var førd sum vitni. Hesa náttina í janu­ar var hon einsamøll heima við synum sínum, og tey vakn­aðu, tá ið hundurin fór at goyggja, og tað ringdi á hurð­ina. Ikki fyrr enn hon sá bjart ljós uttanfyri, og tey komu eftir, at eldur var í ringdu tey til politiið. Sløkkiliðið sløkti eldin, og politiið fór at leita eftir tí, sum hevði sett eld á. Meðan politistarnir leit­ aðu, ringdi maðurin sjálvur til politiið og segði, hvat hann hevði gjørt. Nakrir politistar góvu eisini frágreiðing. Teir endur­ góvu eisini mannin fyri at hava sagt, hvussu ónøgdur hann var við gongdina í sam­ felagnum. Undan rættarfundinum høvdu Kriminalforsorgin og ákærin tosað saman um revsing, og mett var, at best var við viðgerðardómi. Tað var tann ákærdi mað­ urin fegin um. Hann vildi gjarna hava hjálp fyri sínar rúsdrekkatrupulleikar. Dómurin var, at mað­ur­ in skal í ambulant við­gerð á psykiatriska depli­num und­ ir eftirliti av Kriminal­for­ sorgingini. Eisini skal hann í viðgerð fyri rús­drekka­ trupulleikar. Eingin tíðar­av­ mark­ing var ásett fyri hesar viðgerðir. Á rættarfundinum við­ merkti Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini siga frá sínum nógvu vitjanum á psykiatrisku deildunum síðan 1969, at har kenna fólk avmakt. Hesi orð endurtók verjin hjá manninum í síni seinastu verjurøðu. Ein psykiatrisk deild er ikki verðins besta stað at vera. Og tað er eisini ein nógv útbreidd misnøgd við sam­ felagið, segði verjin. Tann 31 ára gamli maðurin var útkoyrdur aftaná rættar­ fundin, sum vardi hálvan fjórða tíma. Hann tók við dóminum, áðrenn hann aftur varð flutt­ ur á psykiatrisku deldina. Endurgjald Úthúsið hjá bankastjóran fór illa, og familjan tilskilir sær rætt endurgjald fyri skaðan, sum húsið fekk og tað, sum brann innan í úthúsinum. Ákærin metti endurgjaldið tó at verða onkrastaðni mill­ um 50.000 og 80.000 krónur. Tað var at taka í so rívan til, helt verjin. Kreppan fer illa við sálarsjúkum fólkum Ein 31 ára gamal maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur ambulanta psykiatriska viðgerð og viðgerð fyri rúsdrekka trupulleikar. Tað fekk hann fyri at hava verið á bústaðin hjá Janusi Petersen, bankastjóra, og tí hann setti eld á skúr hansara, sum fór upp í royk. Maðurin var illur inn á bankan Inniloka sambýlið í Svínoy Eldrasambýlið Gamligarður í Svínoy verður innilokað í summ­ar, men hvat síðan hend­ir, er fram­ vegis ógreitt Randi Jacobsen Byggivirkið Norðhús í Klaksvík er í gongd við at byggja eldrasambýlið í Svínoy. Grundin er stoypt, gólvið skal stoypast, og sjálvt húsið verður gjørt liðugt í Klaksvik og flutt út til Svínoyar. Húsið verður innilokað í summar, og so hendir fyribils ikki meira. Vit hava hvørki fingið stuðuls- ella rakstrarjáttan, og vit bíða eftir boðum úr Almannaráðnum, sig­ur Gunvá við Keldu, borg­ar­ stjóri í Klaksvíkar komm­ unu. Í síðari tíð fekk tá­ver­ andi Svínoyar komm­ una játtan til at byggja eldrasambýli við átta pláss­um, men tá ið Klaks­ víkar kommuna fekk játtan at byggja røktar­ heimið, sum nú er í gerð. Vit halda fast við, at tilsøgnin til sambýlið í Svinoy er óheft av tí, sigur Gunvá við Keldu. Tá ið Svínoyar komm­ una og Klaksvíkar komm­ una løgdu saman, var lyft­ið til svínoyingar, at eldrasambýli skuldi byggj­ ast, og hetta lyfti stendur býráðið fast við. Eingin kanning er nakrantíð gjørd av tørv­in­ um á eldraheims­plássum í Svínoy. Sum árini ganga mink­ ar fólkatalið. Annars eru eldri svínoyingar á heimunum í Klaksvík. Um eldrasambýlið, sum verður nevnt Gamli­ garður, ikki til sína tíð fer at verða brúkt til gomul, kundi tað brúkst til annað. Eitt nú hevur bygdin einki bygdarhús, nevnir Gunvá við Keldu.