Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Orð/mynd: Snorri Brend Júst hesa stórhending vóru fólk í sera stórum tali vitni til í Hoyvíkar kirkju um viku­ skifti. Undir leiðslu av Paulinu Eliasen av Syðradali og góðu hjálparum hennara var eydnast at seta upp eina fram­sýning sum hevði stóran áhuga, bæði millum kvinnur og menn. Tá framsýningin lat upp hósdagin helt Jógvan Fríð­ riksson bispur eina røðu, har hann vísti á, at tá talan er um kirkjuklæði, so er presta­ kjólin best kendur, og mest kendur fyri sín svarta lit. Ikki er tað so løgið, at børn og ung koma til ta nið­ ur­støðu, at hetta av álvara er lívsins álvari, litleyst og svart. Tað hjálpir eyðvitað uppá støðuna, at prestakjólin hevur hvíta rond, og kragin um hálsin er hvítur. So kann tað staðfestast, at prestur í liti samstundis er svartur og hvítur, vísti hann á. – Hinvegin hevur presta­ kjól­in eina ávísa tign, og í okk­ ara siðvenju ímyndar presta­ kjólin lívsins álvarsemi, bæði góðar og tyngri løtur.  Framsýningin var væl úr hondum greidd, og hevði stóran áhuga, bæði hjá kvinnum og monnum. Vón­ andi kann alt hetta rúgvus­ mikla tilfarið koma út í bók einaferð í tíðini, so uppaftur fleiri kunnu fáa gleði av tí. Litfagurt Arbeitt hevur verið við hesi framsýningini í langa tíð. Og tað var ikki frítt, at fólk vóru sera fegin um henda møguleikan at síggja øll hesi ymisku altarklæðini. Tað er í 99,99 prosent av tilfeldunum eru tað kvinnur sum standa aftanfyri hesi megnar altarkæðini. Men eis­ ini onkur maður hevur gjørt sítt til at prýða sína egnu kirkju. Henda framsýning víðkar sjónarringin og varpar ljós á kirkjuklæði í síni breidd, so sum altardúkar og messu­ aklar. Her vóru fleiri ymiskir litir, sum, sambært bispi vístu, at kirkjan er rík er í sín­ um liturgisku litum, har alt ikki bert er svart og hvítt. – Framsýningin sigur søg­una um virknar hendur, sum við nærlagni, hegni og kær­leika geva kirkjuni eina virði­liga útsjónd. Rundan um kirkj­una og í kirkjuni er bæði ment­an og list. – Framsýningin “kirkju­ klæð­ir í Føroyum”, júst hesi klæðir klæða føroysku fólka­ kirkjuni og hava latið hana í stakk og fínasta skrúð, segði bispur millum annað í røðu síni. Sum ein part av skránni fóru fýra av prestunum í ymiskar messuaklar, soleiðis at fólk slapp at síggja, hvussu væl úr hondum teir eru greiddir. snorri@sosialurin.fo Prestakjólin er ikki bert s/h Tað er ikki á hvørjum ári at ein hevur høvið at síggja eina framsýning av kirkjuklæðum kring alt landið. Sjáldsamur fuglur í Rituvík Smáfuglurin við navnin­ um Stórtíta er ikki van­ lig­ur í Føroyum. Men sunnu­dagin var ein slíkur at síggja í Rituvík. Hetta er ein sjáldsamur gestur hjá okkum, sigur fuglakennarin Silas Olof­ son í Klaksvík. Stórtíta, sum á latínsk­ um máli kallast Parus major er ein sera litfagur smáfuglur. Hon eigur um stóran part av Evropa, tó ikki í Íslandi og í Før­oy­ um. Í Danmark er Stórtíta sostatt ein sera vanligur fuglur, og kanska kennast fleiri føroyingar aftur við danska navnið Musvit. – Stórtíta er skrásett tríggjar ferðir áður í Før­ oy­um, vísir Silas Olof­ son á. snorri@sosialurin.fo Gott ár hjá IRF Rakstrarúrslitið hjá Inter­ kommunala Renovasjóns­ felagsskapinum fyri 2011 var 2,07 mió. kr. betri enn mett frammanundan. Tað vísa tølini, ið vórðu løgd fram á aðalfundinum hjá IRF herfyri. Inntøkurnar eru 0,32 mió krónur lægri enn í 2010, meðan útreiðslurnar eru 0,16 mió lægri. At inntøkurnar eru lægri enn í 2010 kemst m.a. av, at IRF gavst við gomlu gjald­seðlaskipanini, og kundarnir fingu kredit­ notu, so hvørt gjald­seðl­ ar­nir komu innaftur, vísir felagsskapurin á. Samlaðu íløgurnar í 2011 vóru 7,56 mió krón- ur av hesum vóru 1,05 mió krónur gjørdar í brennistøð og ymiska út­gerð, 0,52 mió krónur vóru gjørdar í ruskpláss og endurnýtsluskipan, 1,37 mió vóru gjørdar í rottangaskipan og verk­ stað, meðan íløgur fyri 4,62 mió krónur vóru gjørd­ar í nýtt spilloljuverk og høll til serliga dálkandi burturkast. Samlaða lánsskuldin er 3,96 mió hægri enn í 2010, meðan rentuútreiðslurnar eru 0,27 mió. krónur hægri. snorri@sosialurin.fo 30 ára arbeiði Fýra prestir - í ymiskari stødd - sýna fram fýra ymiskar messuaklar - vinstrumegin: Sonja Klein, Theodor E.D. Olsen, Hanus á Gørðum og Jákup Reinert Hansen. Í miðjuni Paulina Eliasen sum í samfull 30 ár hevur skrásett øll kirkjukæði í Føroyum Framsýningin sigur søguna um virknar hendur, sum við nær­ lagni, hegni og kærleika geva kirkjuni eina virðiliga útsjónd MESSUAKUL Tað liggur eitt stórt arbeiði í hvørjum einstakum messuakuli, sum er gjørdur við nærlagni og kærleika til kirkjuna. Her vísir Sonja Klein fram ein av vøkur messuaklunum í føroysku kirkjuni