mikudagur 2. mai 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Eg eri øgiliga spentur!
Tað dylir Kári P. Højgaard,
landsstýrismaður í innlendis
málum, ikki fyri.
Í morgin hevur hann kall
að veljaran á fólkaatkvøðu at
siga sína hugsan um komm
unusamanlegging.
Og tað, hann ynskir sær
mest av øllum, er, at veljarin
gevur honum eitt greitt
svar.
– Tí vónar hann, at val
luttøkan verður stór og at
svarið verður greitt.
– Tekur veljarin undir við
kommunusamanlegging, fer
tað at seta ferð á kommunu
samanlegging kring landið.
– Sigur veljarin hinvegin
nei, vænti eg, at alt kjak um
samanlegging er jarðað í
nógv ár framyvir.
– Eg vóni, at vit veruliga
fáa fólksins vilja at vita og
tess størri valluttøkan er, tess
greiðari verður svarið.
– Tað verður bara hesin eini
møguleikin, tí eg dugi ikki at
hugsa mær, at fólkaaktvøða
um kommuusamanlegging
nakrantíð verður aftur.
Minnir um sabotasju
Kortini dylir landsstýrismað
urin heldur ikki fyri, at eftir
hansara tykki eru tað ikki
so fá, sum royna at sabotera
fólkaatkvøðuna.
– Tað er øgiliga óheppið,
at fleiri av okkara fremstu
politikarum og fjølmiðlar
royna at sabotera fólkaat
kvøðuna í morgin um komm
unusamanlegging.
Hann staðfestir, at fleiri
kendir politikarar hava roynt
at gera fólkaatkvøðuna polit
iska og royna at gera hetta til
eitt mótmæli ímóti samgong
uni.
– Tað hava fjølmiðlar eis
ini gjørt við at draga spurn
ingin um flatskatt inn í eina
fólkaatkvøðu um kommunu
samanlegging
Tað nýggjasta er, at nú
verður veljarin eggjaður til
at sabotera fólkaatkvøðuna
at brúka atkvøðuseðilin til at
biðja samgonuna leggja frá
sær heldur enn at svara upp
á spurningin um kommunu
samanlegging.
– Tað er serstakliga óhepp
ið, at politikkur er komin
upp í eina einfalda og greiða
fólkaatkvøða um kommunu
samanlegging.
Hann heldur, at hetta er
ein roynd at grugga málið og
tað minnir um sabotasju.
Men hann vónar, at veljar
in fer á val og ikki letur seg
ørkymlað av viðurskiftum,
sum eru púra óviðkomandi.
Hinvegn
hevur
hann
onki ímóti, at borgarstjórar
og bygdaráðslimir siga sína
hugsan.
– Eg haldi, at veljarin eigur
at sleppa at taka sína støðu
í friði og náðum, uttan ov
nógva óviðkomandi ávirkan
uttaneftir.
– Veruleikin er, at málið er
rættiliga greitt og tað er onki
mál, sum er so væl lýst sum
kommunusamanlegging
– So tá ið politikarar siga,
at alt er so ógreitt, minnir tað
mest um sabotasju.
Undir øllum umstøðum
Kári P. Højgaard leggur dent
á, at eldraøkið og fólkaskúlin
verður lagdur undir
kommunurnar, sama, hvat
úrslitið av fólkaatkvøðuni
verður.
Hann minnir eisini á, at
tað eru kommunurnar sjálv
ar, sum vilja hava hesi økini
at umsita.
– Antin verða kommunur
nar lagdar saman, ella verða
tær noyddar at samstarva.
Og eftir mínum tykki verður
eitt samstarv ímillum fleiri
kommunur nógv fløktari og
tórførari enn um talan er um
eina kommunu.
– Tað er heldur ongin
ivi um, at stórar og sterkar
kommunur fáa størri vald í
einum slíkum samstarvi enn
lítlar kommunur.
– So hendir tað at nakrar
kommunur leggja saman í
einum øki og onkur einstøk
stendur uttanfyri, kann tað
verða tórført hjá kommunum,
sum standa uttanfyri, at fáa
ávirkan.
aki@sosialurin.fo
Í fólkaatkvøðuni í morgin
verður veljarin spurdur,
um hann tekur undir við,
at landið verður skipað í
sjey kommunur.
Í
hesum
sambandi
verður veljarin spurdir
um hann tekur undir við
kommunurnar í hansara
øki verða lagdar saman.
Tey sjey økini eru:
1) Norðoyggjar, tað eru
Fugloyar, Viðareiðis,
Hvannasunds, Klaks
víkar, Kunoyar, og Húsa
kommunur.
2) Eysturoy, tað eru
Fuglafjarðar, Eystur, Nes,
Runavíkar og Sjóvar
kommunur.
3) Sundalagið, tað
eru Eiðis og Sunda
kommunur.
4) Streymoy, tað eru
Tórshavnar, Vestmanna
og Kvívíkar kommunur.
5) Vágar, tað eru Vága og
Sørvágs kommunur.
6) Sandoy, tað eru
Skopunar, Sands,
Skálavíkar, Húsavíkar og
Skúvoyar kommunur.
7) Suðuroy, tað eru
Hvalbiar, Tvøroyrar,
Fámjins, Hovs, Porkeris,
Vágs og Sumbiar
kommunur
Hetta merkir, at veljarin
í Norðoyggjum verður
spurdur um hann tekur
undir við, at Fugloy, Viða
reiði, Hvannasund, Klaks
vík, Kunoy, og Húsar,
leggja saman í eina komm
unu.
Veljarar
í
Eysturoy
verða spurdir um teir taka
undir við, at Fuglafjørður,
Eysturkommuna,
Nes,
Runavík og Sjóvar komm
unur leggja saman, og
veljarin í Sundalagnum
verður spurdur um Eiði
og Sunda kommuna skulu
leggja saman.
aki@sosialurin.fo
Í løtuni eru sjey komm
unur í Føroyum. Verður
landið lagt saman í sjey
kommunur,
verða
tað
sosttatt 23 kommunur,
sum skulu niðurleggjast,
og 23 borgarstjórar, sum
missa sína góðu løn.
Spurningurin er, um
tað kann hugsast vera ein
orsøk til, at nógvir borgar
stjórar og kommunustýri
eru ímóti samanlegging,
tí so missa tey vald og tey
missa løn.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður,
vísir
ikki
tankanum frá sær.
– Bý- og bygdaráð
skulu veljast aftur í heyst
og skulu vit velja til sjey
kommunur, heldur enn til
30, verður møguleikin fyri
at verða afturvaldur, sjálv
andi tilsvarandi minni,
staðfestir hann.
Tað er ikki so einfalt
at fáa yvirlit yvir allar
borgarstjóralønirnar.
Men í 2006, tá ið Jacob
Vestergaard var lands
stýrismaður í innlendis
málum, gjørdi hann eitt
yvirlit yvir útreiðslur
nar til bý- og bygdaráð í
Suðuroy í samband við
ein fund um kommunu
samanlegging.
Síðani tá eru lønir og
útreiðslur hækkaðar, so
talið er neyvan lækkað
síðani tá.
Tá upplysti hann, at
bý- og bygdaráðslimirnir í
Suðuroy fáa tilsamans 3,6
milliónir krónur í løn.
Ein stórur partur av
hesum eru lønir til borgar
stjórar.
Hann vísti á, at í Suður
oy eru tilsamans 43 bý- og
bygdaráðslimir, sum stýra
oynni og tað eru 10 fleiri
enn tað eru løgtingslimir,
sum stýra øllum land
inum.
Og tilsamans fáa hes
ir 3,6 milliónir krónur í
lønum og nevndarsam
sýningum.
Tá eru lønir til komm
unuskrivararnar og skriv
stovufólk ikki tald við.
Tilsamans
kostaði
tað 14 milliónir at umsita
kommunurnar í Suðuroy.
– Fyri hesa upphæddina
kundi suðuroyingar lønt
einum felags kommunu
stýri við einum 11 limum
og havt eina munadygga,
professionella umsiting
afturat sær, bæði við løg
frøðingi, búskaparfrøð
ingi, eini tekniskari deild,
o.s.fr.
Men sum støðan er nú,
sita sjey bý- og bygdaráð
og stýra hvør sínum øki,
uttan at hugsa um heild
ina í nóg stóran mun og
uttan at lyfta í felag og
uttan at tosa nóg nógv
saman, so at borgarin í
Suðuroy kann fáa tað
bestu tænastuna.
Mítt størsta
ynski er at fáa
eitt greitt svar
KOMMUNUSAMANLEGGING Kári P. Højgaard, landsstýrismaður
í innlendismálum, hevur bara eitt ynski á fólkaatkvøðuni í
morgin og tað er at fáa eitt greitt svar frá veljarunum
7 kommunur
23 kongar
missa trónuna
Sigur veljarin hinvegin nei, vænti
eg, at alt kjak um samanlegging er
jarðað í nógv ár framyvir