Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað ljóðar kanska svakt í oyrunum á onkrum at bygg­ ja flogvøll í Suðuroy, men hetta er í øllum førum eitt upp­skot, sum Johan Mort­en­ sen, vinnulívsmaður og pion­ er­ur, nú leggur fyri dag­in. - Hetta er ikki skemt, men ramasti álvari, og hetta verður neyðugt við tí virksemi, sum nú verður skapt í oynni, leggur hann aftr­at. Johan Mortensen, sum hev­ur røtur í Suðuroy og sum í nógv ár hevur samstarvað við Delta-fyritøkuna, hevur stóran áhuga fyri nýggja upp­sjóv­ar­virkinum, sum verð­ur bygt á Tvøroyri og sum verður klárt at byrja fram­leiðslu í summar. Veldugt potentiali - Eg síggi eitt velduga stórt poten­tiali í hesum virki, sum ikki bara fer at leggja seg eftir at arbeiða makrel, men eisini sild og onnur upp­ sjóvar­fiskasløg. Snøgt sagt vænti eg, at henda verkætlan verð­ur ein vinnulig koll­velt­ ing fyri Tvøroyri og Suður­ oynna í síni heild. Tað, sum Johan Morten­ sen hugsar um, er ikki ein stórur flogvøllur, sum vit kenna hann í Vágum, men eitt sokallað Air Strip, sum bretar rópa tað, og sum er kent úr okkara granna­ londum. - Vit kunnu kanska rópa hetta ein tænastuflogvøll, sum í fyrsta lagi tekur sær av tænastuflúgving við eyka­ lutum og fólki, sum á ymisk­ an hátt hava tilknýti til vinnu­ligt virksemi. Eg haldi av­gjørt, at møguleikarnir fyri einum slíkum flogvølli eiga at verða kannaðir við tí endamáli, at flogvøllurin verð­ur bygdur. Johan Mortensen vísir á, at við slíkum ovurhonds stór­um virksemi, sum verk­ ætlan­in á Tvøroyri kann blíva til, sum tíðin líður, stand­ast altíð fløskuhálsar, sum hann tekur til. - Ein av hesum fløsku­háls­ um er flutningurin. Nú verð­ ur tosað um at minka um túra­talið hjá Smyrli. Hetta er totalt óðamannaverk og má Eiga at umhugsa at byggja flogvøll - Eg hugsi um eitt sonevnt Air Strip. Vit kunnu rópa hetta ein tænastuflogvøll, sum í fyrsta lagi tekur sær av tænastuflúgving við eykalutum og fólki, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til vinnuligt virksemi. Eg haldi avgjørt, at møguleikarnir fyri einum slíkum flogvølli eiga at verða kannaðir við tí endamáli, at flogvøllurin verður bygdur skjótast tilber, sigur Johan Mortensen her er eitt lendi, sum eg kundi hugsað mær, er sera væl egnað til eitt Air Strip