mikudagur 2. mai 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
als ikki koma upp á tal. Tað
er ómetaliga snævurskygt
í eini tíð, sum nú stendur
fyri framman á Tvøroyri og í
Suðuroynni sum heild, yvir
høvur at tosa um at minka
um túratalið. Í minsta lagi
eigur tað at vera soleiðis,
at Smyril siglir soleiðis, at
sleppast kann ímillum í
arbeiðstíð allar yrkadagar í
vikuni.
Undir Akursgerði
Hann heldur, at eitt annað,
sum eisini eigur at setast
í
verk
í
sambandi
við
vinnuliga virksemi, sum nú
verður skapt í Suðuroynni,
er, at reglulig tyrluflúgving
verður millum meginøkið og
Suðuroynna, soleiðis at oygg
in - og hetta vinnuliga kraft
sentur - kann røkkast eftir
stuttari tíð.
Johan hevur eisini sína
hugsan um, hvar eitt Air
Strip kann byggjast í Suður
oy.
- Eg síggi fyri mær, at
ein slíkur flogvøllur verður
bygdur Undir Akursgerði,
sum er lendið í Froðba oman
móti
sjóvarmálanum
á
Trongisvágsfirði.
Johan sigur, at hann
kundi hugsað sær, at flog
vøllurin byrjar nakað væl
uttan fyri kirkjugarðin út
móti Froðbiarbygd.
- Her er eitt lendi, sum eg
kundi hugsað mær, er sera
væl egnað til eitt Air Strip,
og hugsandi er, at lendast
kann á einum vøllum á slík
um staði, bæði eystan-og
vestanífrá. Staðkendir menn,
sum hava ávíst skil fyri veðri
og vindi, halda, at her eru
møguleikar at byggja eitt Air
Strip í Froðba.
Hann heldur, at skotsk
flogfeløg, sum eitt nú Logan
Air og Flybe, høvdu verið
røttu feløgini at flogið upp á
Suðuroynna.
- Eg hugsi um lutfalsliga
smá flogfør, sum kunnu
flúgva millum Sumburgt í
Hetlandi og Tvøroyri upp
á stívliga trý korter, leggur
hann aftrat.
Hvør fíggjar?
Vit spurdu eisini Johan
Mortensen, hvør kundi hugs
ast at goldið ein slíkan flog
vøll í Froðba.
- Ja, tað er so tað, men eg
meti, at eitt Air Strip kann
byggjast fyri eina rímiliga
peningaupphædd.
Hann tekur ikki støðu til,
um tað almenna ella vinnu
lívið í Suðuroy - møguliga
saman við øðrum íleggjar
um – skuldi goldið hesa verk
ætlan.
- Er viljin til staðar, ber
ivaleyst til at finna ein leist,
sum kann brúkast. Vit sígg
ja, at tað er fyritøkan N.J.
Mortensen,
sum
byggir
nýggju atløgusíðuna, sum
verður framman fyri nýggja
uppsjóvarvirki. So, einki er
óhugsandi – heldur ikki, tá
ræður um slíkar íløgur.
Johan sigur seg onga løtu
ivast í, at Suðuroyggin, sum
tíðin gongur, eisini fer at
gera seg galdandi innan olju
vinnuna.
- Tann næsta oljuboringin
liggur fáar tímar úr Suður
oynni, og beint hinu megin
sjómarkið er velduga stórt
oljuvirksemi.
Hyggja suðureftir
Johan Mortensen heldur, at
suðuroyingar og vinnulívið í
Suðuroy eigu at broyta vana
hugsan – sagt í positivum
týdningi.
- Tað verður ov tíðarkrevj
andi og kostnaðarmikið hjá
vinnulívinum
í
Suðuroy
at hugsa ov nógv norður
eftir. Vinnulívið í oynni eig
ur í størri mun at venda
eygunum suður eftir móti
bretska
meginlandinum,
bæði sjóvegis og loftvegis.
Eg haldi eisini, at Strand
faraskip
Landsins
eigur
at taka uppaftur sigling á
bretska meginlandið, eins og
stovnurin gjørdi í sínari tíð.
Soleiðis haldi eg, at sigling
eigur at verða skipað millum
Suðuroynna og Aberdeen,
sigur
Johan
Mortensen,
vinnulívsmaður og pionerur.
er viljin til staðar, ber
ivaleyst til at finna ein
leist, sum kann brúkast
Johan Mortensen heldur, at møguleikin at byggja eitt Air Strip undir Akursgerði í Froðba eigur at verða kannaður
Johan Mortensen væntar, at nýggja uppsjóvarvirki á Tvøroyri
verður ein vinnulig kollvelting í Suðuroy