Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Norskir sjómenn sleppa ikki til Kina Norskir sjómenn hava trupul­leikar við at at fáa innferðarloyvi í Kina, og sambært norska reið­ ara­felagnum kemst tað av, at Kina hevnir av­gerð­ina hjá norsku Nobel­nevndini at lata kinesiska samfelagsrevs­ aranum Liu Xiaobo frið­ ar­heiðurslønina í 2010. Sturla Henriksen, stjóri í reiðarafelagnum, sigur við NRK, at tað kinesiska stigið er sera óheppið fyri norsk skip, sum skulu til Kina, og norskt vinnulív sum heild. Hann sigur, at hetta er serstakliga óhepp­ið, tá hugsað verð­ur um tann stóra vøkst­ur­in í tí kinesiska bú­skap­inum. Viðurskiftini millum Kina og Noreg hava ver­ ið heldur kaldlig síð­ani avgerðina hjá Nobel­ nevndini. Í síðstu viku kom fram, at fíggjar­ nevndin hjá Stór­ting­ inum noyddist at avlýsa eina ferð til Kina, og hóast fleiri fyri­spurn­ ingar hevur Norges Bank ikki fingið loyvi til at senda fólk á eina eftir­ lits­ferð til skriv­stov­una, sum norski olju­grunn­ urin hevur í Shanghai. Fyrireika seg til hvalaveiði Í Íslandi hevur fyri­tøk­ an Hvalur hf. lýst eftir arbeiðsfólki til summ­ar­ ið, og sambært Morgun­ blaðnum er tað ein frá­ boðan um, at felagið ætlar sær at skjóta stór­ hval í summar. Sum skilst er ætlanin at lata hvalabátarnar Hvalur 8 og Hvalur 9 skjóta stórhval í tríggjar mán­aðir og at byrja í juni. Reiðarin, Kristján Loftsson, hevur júst verið í Japan og tosað við feløg, sum hava áhuga fyri at keypa stór­hvala­ tvøst úr Íslandi. Hvalur hf. hevur loyvi til at skjóta millum 150 og 170 hval um summarið, men felagið hevur ikki brúkt alla kvotuna tey bæði seinastu árini. Minni hall enn væntað Hallið á donsku fíggjar­ lógini fyri 2012 verður ikki 101 milliardir krónur, sum politikararnir vænt­aðu, tá lógin bleiv sam­tykt í desember. Nú vísa tøl frá búskapinum, at hallið verður einar 26 milliardir minni enn mett ella 75 milliardir krón­ur, og at tað fer at minka heilt niður í 35 milliard­ir í 2013. Hallið er minni enn mett, tí statskassin fær meri inn í pensjónsskatti, samstundis sum inn­ tøk­ur­nar frá oljuni í Norð­sjónum geva meiri enn væntað. Tað hev­ ur fingið onkrar bú­ skapar­frøðingar at siga, at stjórnin kann víkja eitt sindur frá tí tronga fígg jar­politikkinum, sum er lagd­ur fyri árini hetta til 2020, men hes­ um tekur búskapar­mála­ ráðharrin ikki undir við. – Tað er sera gott, at tað gongur betri enn vænt­að, tí tað ger, at vit kunnu sleppa av við hall­ið, og at vit kunnu gera íløgur í tað, sum skapar vøkstur t.v.s. út­ búgv­ing, gransking og sam­ferðslukervið, sigur Margrethe Vestager við Politiken. Tað eru bretska orkufelagið National Grid og tað al­ menna danska orkufelagið Energinet, sum eru í ferð við at kanna møguleikarnar fyri at leggja ein elkaðal eftir havbotninum millum Dan­ mark og Bretland, og gongst sum ætlað, verður kann­ ing­ar­arbeiðið liðugt innan ársskiftið. Stjórin í Energinet, Torben Glar Nielsen, sigur, at verkætlanin fer at gera tað møgu­ligt at leggja størri dent á vind­orkuna. – Bæði bretar og danir hava ætlanir um at útbyggja vindorkuna nógv í komandi árum, og tí kanna vit eis­ini, hvussu tann ætlaði kaðalin kann hjálpa báðum lond­ unum at útflyta og inn­flyta varandi orku, sigur hann við JyllandsPostin. Somu hugsan hevur stjórin í National Grid, Nick Winser. – Betri samband við megin­landið gevur størri møgu­leikar við varandi orku, sigur hann. Umhugsa elkaðal um Norðsjógvin Danir og bretar umhugsa av álvara at leggja ein elkaðal tvørtur um Norðsjógvin Ov lætt at fáa útlendska arbeiðs­ megi til Grønlands Í Grønlandi halda flokkarnir Inuit Ataqatigiit og Siumut ikki, at tað kann vera rætt, at nógv fólk koma uttaneftir til Grønlands at arbeiða, samstundis sum arbeiðsloysið í Grønlandi veksur Flokkarnir vilja hava viður­ skiftini broytt, og teir hava tí lagt eitt uppskot fyri Lands­tingið um at gera tað tor­førari hjá arbeiðs­gevar­ unum at fáa sær arbeiðsfólk uttan­eftir. Reglurnar, sum nú eru, siga, at um ein arbeiðs­ gevari hevur søkt komm­ ununa um loyvi at seta út­lendska arbeiðsmegi, og hann ikki fær svar innan 14 dagar, kann hann seta út­ lend­ing­ar­nar í arbeiði, tí einki svar verður roknað sum til­søgn frá kommununi. Inuit Ataqatigiit og Siumut halda, at 14 dagar er ov stutt freist at geva kommununum, og flokkarnir skjóta upp at leingja freistina til ein mánað. – Vit síggja, at arbeiðs­ loysið veksur, men sam­ stundis síggja vit, at nøkur arbeiðs­pláss fáa sær støðugt meiri og meiri útlendska ar­ beiðsmegi. Vit hava tí lagt uppskotið fram fyri at verja ta arbeiðsmegina, sum býr her, sigur Malik Berthelsen í Siumut við grønlendska kring­varpið. Demokratarnir í Lands­ tinginum taka ikki undir við uppskotinum. Teir vísa á, at ávísar fyritøkur hava ilt við at fáa lokala arbeiðsmegi, sum røkir sítt arbeiði til fulnar. – Í roynd og veru snýr tað seg um arbeiðsmoral, sigur Anda Uldum hjá Demo­krat­ unum við KNR. Uppskotið hevur ver­ið til 1. viðgerð í Lands­ting­inum, men 2. viðgerð er út­sett til í heyst, so komm­un­urnar og partarnir á arbeiðs­marknað­ inum skulu fáa stundir til at koma við við­merk­ingum.