mikudagur 2. mai 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyriskipararnir
av
Um
hvørvisvikuni 2012 hjá Tórs
havnar kommunu høvdu
boðið Jóhonnu Olsen, stjóra
á Umhvørvisstovuni til set
anina sunnudagin 29 apríl at
hugleiða um umhvørvið.
Niðanfyri er røðan hjá
Jóhonnu Olsen endurgivin:
Góðan dag,
– Havnin skal skína –
kommunan skal skína! Eg
haldi meg hoyra eitt slag
av endurnýtslu í heitinum,
sum Tórshavnar kommuna
hevur valt at kalla Um
hvørvisvikuna í ár. Hvat
mann liggja aftanfyri hetta
so poleraða heitið? Tað fara
vit helst at hoyra meiri um
hesa vikuna, nú Tórshavnar
kommuna setur umhvørvið
á breddan.
- Fyrst fari eg at skrúva
tíðina nøkur fá ár aftur, tá
ein bólkur av næmingum
frá einum fólkaskúla var
og vitjaði okkum á Um
hvørvisstovuni. Endamálið
við vitjanini var at savna
tilfar til eina verkætlan, ið
næmingarnir vóru í gongd
við.
Evnið,
sum
næm
ingarnir høvdu valt at djúpa
seg í, var nýtsla av sápu og
kemiskum evnum. Og ein av
spurningunum frá teimum
var, hví vit vaska alt so
reint, og tá samstundis
dálka umhvørvið við øll
um sápurestunum frá rein
gerðini í húsarhaldinum.
Hóast unga aldurin hjá
næmingunum, vakti stóra
nýtslan av kemiskum evn
um í húsarhaldinum stóra
undran, tí øll henda nýtsla,
ið skal gera alt so skínandi
reint heima við hús, dálkar
heimið hjá fiski og øðrum
dýrum. Tað hildu tey verða
sera mótstríðandi. Og rætt
er, vit mugu ansa eftir at
ikki bara yvirflatan er skín
andi rein, meðan gruggið
hópar seg saman undir yvir
flatuni.
- Eg havi fleiri ferðir síð
ani hugsa um, hvussu skila
góðir hesir næmingar vóru.
At tey stillaðu kritiskar
spurningar, og viðgjørdu
hesar í uppgávuni, ið staðin
fyri at leypa uppum har
garðurin
er
lægstur
og
kopiera útflýggjaða tilfarið
yvir í uppgávuna, tað er
tekin um gott arbeiði. Tað
er so hugaligt at síggja eld
hugaðan ungdóm sum um
nøkur ár skulu yvirtaka
uppgávurnar og ábyrgdina
frá okkum. Vónandi verða
tey verandi í Føroyum, ella
venda
nøsina
heimaftur
eftir loknan lestur.
- Skapa vit ikki umstøður
í hesum landi hjá komandi
ættarliðum at búgva, ar
beiða, trívast og nøra seg
í, ja, so verður lætt at fáa
kommununa at skína. Eingi
fólk, einki burturkast, ongar
kloakkleiðingar – kanska
eingin
umhvørvistrupul
leiki. Men tað er ikki soleiðis
vit eiga at fáa kommununa
at skína!
- Tað eru í ár 20 ár síðani
stóra ST ráðstevnan um um
hvørvið og menning varð
hildin í Rio de Janeiro, og
seinni í ár verður ein upp
fylgjandi ST ráðstevna aft
ur hildin í Rio de Janeiro,
har m.a. status fyri ætlanir
fyri
burðardygga
menn
ing verður gjørt. Tað, sum
spurdist burtur úr ráðstevn
uni fyri 20 árum síðani, var
m.a. Agenda 21 skjalið. Við
hesum skjali samdust londini
um, at arbeiðast mátti fyri
at bøta um umsitingina
av náttúrutilfeinginum og
fyri at minka um støðugu
dálkingina á umhvørvið.
Føroya landsstýrið hevur
tikið undir við Agenda 21
skjalinum, og hetta merkir
millum annað, at vit skulu
leggja eina ætlan fyri burð
ardygga
menning.
Eina
beinleiðis ætlan fyri burðar
dygga menning hava vit
tíverri ikki fingið enn, hóast
tað fyri 10 árum síðani varð
gjørt eitt uppskot til ein
slíka ætlan.
- Hinvegin hava fleiri
kommunur tikið undir við
Grøna skjalinum, sum er
ein yvirlýsing fyri arbeiðið
hjá føroysku kommununum
fyri burðardyggari menning.
Júst hvussu tað gongur við
hesum kommunala arbeiði
veit eg ikki. Tó veit eg, at tað
í dag eru fleiri kommunur,
sum leggja stóra orku í
at fáa leitt kloakkir í eina
spillivatnsskipan og haðani
beinleiðis á sjógv. Endamálið
við hesum er at tryggja,
at dálking ikki stendst av
kloakkunum í nærumhvørv
inum.
- Skyldan hjá okk
um borgarum og øðrum
brúkarum av spillivatns
skipanunum er at ansa
eftir, hvat vit leiða út og
burturbeina. Vit eiga sum
samfelag at hugsa okkum
væl um, hvat vit burturbeina
og hvussu. Og í hesum
sambandi kann eg ikki lata
verða við at hugsa ódámliga
tankan, at vit møguliga eru
í gongd við at leiða partar
av okkara virðismiklasta
tilfeingi burtur frá okkum.
Og tað er tilfeingið, ið eg
tosaði um fyri løtu síðani,
ungu og ágrýtnu næming
arnar – tað eru tekin í sól og
mána um at komandi ættar
lið flyta av landinum og hava
ilt við at venda heima aftur
til Føroyar. Hetta er ikki ein
burðardygg menning!
– Avbjóðingarnar kunnu
tykjast stórar, serliga tá
pílarnir
venda
skeiva
vegin. Men karmarnir og
potentialið, ið vit hava, er
so stórt og gott, og tí er
uppgávan
avmarkað
og
yvirkomulig.
– Vit eru so heppin at
liva í einum landi við ríkari
náttúru, og møguleikar at
nýta náttúrunnar tilfeingi
eru nógvir og góðir. Vit hava
firðir, ið hava bestu karmar
hjá smáfiski at vaksa upp í.
Á firðunum eru karmarnir
at ala fisk á í heimsklassa.
Og úr sjóvarfallinum á
firðunum ber til at fáa orku
- støðuga, varandi orku,
ið kann verða støði undir
framtíðar orkuframleiðslu.
Náttúruna hava vit fingið
at brúka burðardygt. Stórsti
partur av okkara náttúru
er
undir
havyvirflatuni
– tí skínandi og blonku
yvirflatuni. Og náttúrunnar
ríkidømi
okkara
klárar
enntá at endurnýggja seg,
vit eru so heppin sum fá. Vit
eru ovurhonds rík, einki at
ivast í tí!
– Alt hetta hava vit fing
ið til láns frá okkara eftir
komarum, og okkara fremst
skylda er at umsita tilfeingi
soleiðis, at okkara eftirkom
arar kunnu yvirtaka náttúr
una og hennara tilfeingi í
minst líka góðum standi,
sum tá vit yvirtóku hetta frá
undanfarnu ættarliðum. Og
tí er eisini so sera umráðandi
at skapa karmar fyri at kom
andi ættarlið tíma at búseta
seg her heima.
– Ná, lat meg eisini tríva
í ein jaligan vinkul. Eg haldi
meg hóma eitt rák – frá at
liva í eini forbrúksmentan,
har vit keypa og keypa,
fyri síðani at skifta út og
Heðin Mortensen, borgarstjóri:
Vit eiga at
banna píkum
í høvuðs
staðnum
Borgarstjórin heitir nú í
sambandi við umhvørvis
vikuna í høvuðsstaðnum á
landstýrismannin at virka
fyri, at kunngerðin um nýtslu
av píkadekkum verður broytt
soleiðis, at bannað verður
at koyra við píkum inni í
høvuðsstaðnum.
Í turrveðri slítir ein van
ligur persónbilur á píkadekk
um millum 10 og 20 gram av
dusti av vegnum um dagin.
Tað mesta av hesum endar
sum samantrýst dust framvið
vegunum. Ein partur fer upp
í luftina og ein part av tí anda
vit niður í okkum. Tey, sum
anda mest niður í seg, eru tey,
sum eru nærmast hjólunum
– børnini! Hvør bilur, sum
koyrir á píkadekkum, hevur
ábyrgd av umleið 100 kg av
asfaltsdusti hvønn vetur.
Í Evropa verður mett, at
13% av teimum, sum hava
astma, og 15% av anda
dráttssjúkum annars í bý
unum, eru sjúk orsakað av
luftdálking, sum stendst av
gassi og bitlum (partiklum).
Píkadekksdálking er sera
umfatandi í býum í fjalla
londum, og tí eru fleiri býir
farnir at avmarka ella banna
nýtsluni
av
píkadekkum.
Aðrir býir lutvíst eisni av
marka koyringina í miðbý
unum orsakað av útlátsdálk
ing.
Ein máting í norska høv
uðstaðnum vísti, at smá
bitladálking úr Evropa hevur
ábyrgd
av
helminginum
av gasseitranini av luftini,
bílaútlát, viða- og oljufýr
ing umleið 30% og vegdust
ábyrgd av restini. Útstoyts
bitlar eru sera smáir, eru
av organiskum uppruna og
kunnu vera krabbameins
elvandi, m.a. tí at vit anda teir
heilt inn í lunguni. Vegdustið
er tað mesta av mineralskum
uppruna og av tjøru, hetta
eru størri bitlar, sum seta seg
í bronkiurnar.
Ongar veruligar kanningar
eru gjørdar í Føroyum, men
ferðsluliga kunnu vit oftast
samanberast við norskar
býir. Taka vit ein bý sum
Tróndheim, so er dálkingin
av vegdusti har upp til 10
ferðir hægri enn tað mark,
sum ES eftir vegleiðing
frá WHO hevur mett sum
vandamikið fyri fólk. Í Oslo
var dálkingin 5 ferðir hetta
hámark, tá ringast stóð til.
WHO hevur ikki kunnað
sett nakað lágmark, hetta tí
ikki er staðfest enn, hvussu
stórur partur av fólkinum
eru ovurviðkvom fyri hesum
slagnum av dálking.
Dálkingin frá motorum
er í minking, bæði orsakað
av katalysatorum, partikkul
filtrum og tí at motorarnir
dálka minni sum heild við
betri brenning og reinari
útláti. Her hevur kommunan
eisini roynt at hjálpa til við
at keypa nýggjastu og minst
dálkandi
bussarnar.
Men
trupulleikin av vegdustinum
fer ongan veg, so leingi píka
dekkini eru loyvd. Umframt
sjálva dálkingina, so er um
vælingarkostnaðurin
av
vegaslitinum
ómetaliga
stórur, eins og reingerðin
kostar sera nógv. Tí verður
dustið ikki tikið burtur, so
dálkar tað alt árið.
Landsverk hevur staðfest,
at píkadekk minka munandi
um vandan fyri ferðsluvan
lukkum í hálku. Hetta ger,
at vit mugu staðfesta, at
píkadekk hóast alt umboða
ávísa trygd í ferðsluni. Fyri
nøkur. Tí hesi kenna seg
ikki trygg uttan. Hinvegin
mugu vit staðfesta, at í Tórs
havnar kommunu slepst til
arbeiðis við eini nýmótans
umhvørvisvinaligari
og
ókeypis bussleið, teir fáu
dagarnar, tá illa ella ikki er
koyrandi fyri hálku.
Tørvur er at minka um
brúkið av píkadekkum, eing
in ivi um tað. Men vit fara
sjálvandi ikki at banna t.d.
norðradalsmonnum at brúka
píkadekk. Tað er vónleyst.
Men nú umhvørvisvika er,
eiga vit at hugsa um teir
ómetaliga stóru fyrimunir,
eitt forboð fyri nýtslu av
píkum í sjálvum býnum hevði
havt við sær. Býurin hevði
blivið munandi reinari og
vit høvdu havt fleiri miljónir
til nýgerð og umvælingar
av veganetinum, eins og til
at gera samlaða veganetið
tryggari.
Eg havi fyri stuttum havt
fund við landstýrismannin í
innlendismálum, Kára P. Høj
gaard. Í tí sambandi verður nú
heitt á landstýrismannin at
virka fyri, at kunngerðin um
nýtslu av píkadekkum verður
broytt soleiðis, at bannað
verður at koyra við píkum
inni í høvuðsstaðnum.
Mugu leggja ætlanir
fyri framtíðarnýtslu
av tilfeinginum
- Fólkafráflyting er ikki rætti mátin at minka um burturkast og
dálking, segði ein væluppløgd Jóhanna Olsen m.a. í røðu sínari tá
Umhvørvisvikan 2012 hjá Tórshavnar kommunu fór av bakkastokki