Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 blaka burtur, er tilvitanin um góðsku, end­urnýtslu og umhvørvið vorðin ein natúrligur partur av tilvitanini hjá fólki. Mítt ættarlið er helst eitt av ættarliðunum sum toppa, tá talan er um forbrúk – og tað er ikki nakað eg eri stolt av og heldur ikki vil verða kend fyri. Men tað, at vit nú gerast meiri tilvitað um okkara brúk av vørum, hevur stóran umhvørvisligan týdning. At vit eru meiri tilvitað um, hvat vit keypa og hvussu nógv vit keypa – og eisini, at tað er vorðið IN at ganga í end­urnýtsluklæðum, og at innrætta hús sítt við endurnýtslu innbúgvi. Ja, tað er eitt ómetaliga áhugavert rák. Tí grundtankin í hesum ráki er, at klæðir, innbúgv og líknandi fær eitt longri lív, og hetta hevur við sær at tilfeingisnýtslan og burtur­ kastnøgdir minka – og minni nøgdir av burturkasti, merkir minni dálking. – Endurnýtsluhandilin á Hjalla, Tinghúsið, sum Dugni hevur skipað saman við Tórshavnar kommunu er eitt frálíkt dømi um, hvussu vit kunnu brúka góð­ar vørur umaftur og um­ aftur, og samstundis er hetta beinleiðis til gangs fyri um­ hvørvið. – Tann kommunala inn­ savn­ingin av burturkasti í dag fungerar væl. Vit sum borgarar í føroysku komm­ ununum bera dagliga okk­ ara rusk í ruskspannina uttan fyri – og einaferð um vikuna verður posin koyrd­ ur í ruskbilin og fluttur niðan á brennistøðina – og eina­ferð um vikuna byrja vit trúliga av nýggjum at fylla rusk­spannina. Tey flestu av okkum taka tað sum eina sjálv­fylgju, at ruskspannin verður tømd, og so geva vit hesi vælvirkandi skipan ikki meiri ans. Skipanin fungerar jú, og okkara gerandisdagur verð­ur ikki nervaður av eini skipan, sum virkar. Og tað er heldur ikki so lætt at ímynda sær, hvussu stórar nøgdirnar av burtur­kasti eru, so koma frá okkum. – Eitt tíðarskeið í 90un­ um var eg í Århus í lestrar­ ørindum, og tá náddi eg eisini at uppliva at skrellimennirnir (sum teir vildu kallast) vóru í verkfalli í fleiri vikur – um eg minnist rætt so var talan um einar 10 vikur. Uttanfyri íbúðarblokkarnar upphópaði burturkastið seg til smærri og størri fjøll, og vit øtaðust um, hvussu nógv burturkastið fylti. Verkfallið vísti mær, hvussu góðar burt­ urkastskipanirnar í veru­ leikanum eru. – Og aftanfyri hesa væl­virk­andi skipan hava komm­un­urnar brenni­støð­ ir, tyrvingar­pláss, skilji­skip­ anir, endur­nýtslu­skip­anir o.s.fr. Dýrar skipanir, ið verða uppaftur dýrari, um vit borgarar ikki skilja burt­ ur­kastið eftir veg­leið­ing frá kommunu og mynd­ugleikum. Og verður burturkastið ikki skilt eftir ásetingunum, so verður dálkingin frá hesum enn størri. Vørurnar vit í dag beina burtur eru ofta sam­ ansettar av nógvum ymiskum lutum, og meiri samansettar vørurnar eru, størri er týdn­ ingurin av, at vørurnar verða burturbeindar á rættan hátt. – Serliga eru tað vørur, ið innihalda elektroniskar lutir, sum vit skulu ansa eftir ikki at koyra í ruskspannina. Tað veri seg leikur við innbygdum elektronikki, blinkandi barna­skógvar, fartelefonir, el-ketlar o.s.fr. Hetta eigur at fara í endurnýtsluna hjá kommununum, sum síðani skipar fyri at hetta slagið av burturkasti verður skilt sundur, og í fleiri førum verða partar av hesum end­ urnýttir. – Ja endurnýttir! Júst sum Tórshavnar kommuna ger í hesum føri. Kommunan skal skína við einum tvisti av endurnýtslu. Jú, jú, heitið er heilt ókey – og so leingi kommunan ikki verður heilt polerað, haldi eg eisini, at heitið hóskar væl til Um­ hvørvisvikuna. Vón­andi taka vit borgarar í komm­unum væl undir við hesum frálíka tiltaki, ið gagnar náttúruni og umhvørvinum, og sum fær kommununa at skína, eisini á baksíðuni. Takk fyri! Havnar kommuna rein og ruddilig Góðan dagin og vælkomin Hetta er sjeynda ferð­in, at umhvørvisvika verð­ur hildin í Tórshavnar Komm­ unu. Lyklaorðið hesa ferð er rudding. Málið er, at Havn­ar Kommuna skal verða rein og ruddilig. Tað hevur stóran týdn­ ing fyri okkum menniskju, at tað er reint og ruddiligt rundan um okkum. At vit halda okkum sjálv rein, og at vit halda tað reint og ruddiligt rundan um okkum gera vit, fyri at vit skulu hava tað betri bæði fysiskt og psykiskt. Kroppsliga verja vit okkum ímóti bakterium, virus, snultarum og evnum, sum kunnu vera skaðilig fyri kroppin. Tað sama gera vit í okk­ ara umhvørvi. Vit rudda burtur orsøkir til bak­ teriuupphópingar, orsøkir til at rottur og onnur skaðadjór nørast – og vit beina burtur evni, sum eru skaðilig fyri okkum menniskju og náttúruna. At halda Tórshavnar Komm­unu reina og ruddi­ liga hava vit væl skip­að­ar skipanir til. Vit hava rusk­ innsavningina, brenni­ støðina, vit hava kloak­ skip­anir og kommunan hevur fólk og maskinur til at halda gøturnar reinar við. Men líkamikið hvussu góðar skipanir Tórshavnar Kommuna hevur, so er eisini neyðugt,at vit øll í kommununi fylgja ávís­ ingum, sum vit í kommuni hava samtykt. Til dømis byrjar Tórshavnar Komm­ una eina kampanju um at taka hundalortar upp, sum vit vóna fólk fer at taka væl undir við. Umframt at fylgja reglu­ gerðum og áheitanum, er tað eisini neyðugt, at vit sjálv sum einstaklingar gera okkara fyri at halda tað reint og ruddiligt rund­ an um okkum. Við at halda tað reint og ruddiligt rundan um okkum, vísa vit eisini bæði okkum sjálvum og øðrum virðing. Býurin verður vakrari og virðingin størri. Vit kunnu verða stoltari, um vit eru rein og nosslig eins og at vit halda tað reint og ruddiligt rundan um okkum. Nógv spennandi er á skránni fyri umhvørvis­ vik­una í ár. Um eina løtu kem­ur Jóhanna Olsen stjóri á Umhvørvisstovuni at hugleiða um um­hvørv­ ið. Síðani verður Um­ hvørv­isstuðulin 2012 latin. Jógvan Olsen fer at greiða frá, hvussu vit handfara plantupakkarnar. Uni Arge og Hanus G. Johansen fara at spæla og syngja fyri okkum. Í Grønakova eru børnini vælkomin at planta sína egnu plantu at taka heim við. Kl 15. verða plantupakk­ ar útlutaðir her á Skálatrø, í Kollafirði og í Hesti. Á Hvítanesi, Kaldbak, Nólsoy, Kirkjubø og Velbastað verða trøðini útlutaði leyg­ ardagin 5. mai. Margarinfrabrikkin skip­ar fyri umhvørvisveiðu kom­andi dagarnar. Á Barna­bókasvaninum held­ ur teknikappingin fram til 3. mai. Í morgin fara skúlar, handlar, virkir og stovnar út at rudda. Grøn konsert er á vagli­ num hóskvøldið, har fimm bólkar fara at spæla og syngja fyri okkum. Fríggjadagin verður ein spennandi gongutúrur frá Oyggjarvegnum oman í Havnadal. Ferðaleiðarar verða við, sum fara at greiða frá vatnverkinum og plantuvøkstri í Havnadali. Gongutúrurin endar við, at KFUM-stótar grilla við ánna. Leygardagin 5. mai fara vit øll út at rudda, soleiðis at Tórshavnar kommuna skal skína. Við hesum orðurm lýsi eg umhvørvisvikuna 2012 at verða setta. Elin Lindenskov, forkvinna í heilsunevnd Tórshavnar býráð, setti umhvørvis­vikuna við hátíðarløtu á Skálatrøð sunnudagin.