Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nú skulu fólk í øllum Før­oyum á vegleiðandi fólkatkvøðu, har vit skulu siga okkara mein­ ing, um kommunan vit búgva í, skal leggjast saman við øðrum komm­ unum. Verandi kommunur eru ov smáar til at um­ sita størri mál, og tí skulu kommunurnar leggjast saman, so eindirnar verða færri og størri. Eisini vit í Tórshavnar Kommunu skulu á val. Vit skulu taka støðu til, um Vestmanna- og Kví­víkar kommuna skulu leggjast saman við okkum. Tórshavnar Komm­una er so nógv, nógv tann stórsta komm­un­an í landinum, so neyvan skulu Vest­ manna og Kvívík leggj­ ast saman við Tórs­ havn­ar Komm­unu, tí Høvuðs­stað­urin má gerast størri. Heldur er tað fyri at gera Vest­ manna og Kvívík til eina størri eind. Vágoyggin saman við Vestmanna og Kvívík Men hví gera fólkarík­ astu kommununa í land­in­um enn størri, tá aðrar kommunur fram­ haldandi verða so nógv, nógv smærri. Meira nátúr­ligt vildi verið at lagt Vágoynna saman við Vestmanna og Kvívík, tí so vildu vit fingið eina kommunu, ið var eins fólkarík, sum nógvar aðrar kommunur. Í rundum tølum vil ein kommuna, har Norð­oyggj­arnar eru ein komm­una, telja 5.000 fólk, Eystur­oyggin 10.000, Norð­streym­oy og norðureysturoy 5.000, Suður­oyggin 5.000, Tórs­ havn 20.000, Vág­oyggin, Vest­manna og Kvívík 5.000, ímeðan Sand­oygg­ in verður minsta komm­ unan við bert 1.300 fól­ kum. Skilagott er at hava færri og størri kommu­ nalar eindir, men at Tórshavnar Kommuna skal leggjast saman við Vestmanna- og Kvívíkar kommunu dugi eg ikki at síggja nakað skilagott í. Heldur áttu landsins myndugleikar roynt at fingið javnað fólkatalið í smærru kommununum, so bert Sandoyggin kom at hava serstøðu í fram­ tíðar Føroyum, hvat komm­unum viðvíkur. Kommunu­ saman­ legging- vegleiðandi fólkatkvøða Jan Christiansen býráðslimur í Tórshavnar Kommunu Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging Finnleif Guttesen Suðuroy Er ein spottan av veljaranum; og orðatakið sigur: hann ið spottar annan, spottast sjálv­ ur. Aftur nú vísa løg­tings­ politikarar, samgongan, at tey ikki vilja taka ábyrgd; og tey hava ikki so frægt av ryggi, at tey tora at leggja komm­ unurnar saman við lóg. Undanførslan er; at fólkið skal tala. Størri spottan kunnu tey ikki koma við, tí, hvat er farið fram teir seinast mán­aðirnar, har fólkið ikki hevur fingið høvi til at tala? Í Suðuroy hevur tað verið ein meiriluti flestu staðni fyri kommunusamanlegging, men kommunupolitikararnir her hava ikki hugin, viljan ella dugnaskap til at samstarva, so at ein samanlegging kann fáa undirtøku, og hetta fer ein fólkaatkvøða ikki at broyta. Einasta loysn fyri Suð­ur­oy, er at leggja hana saman við lóg og fáa útbrendar politik­ arar, ið fyri ein stóran part bert sita fyri fundarpening og av eiti, útskiftar við nýggjum kreftum, ið hava viljan til at síggja út um bøgarðarnar. Mín áheitan á veljaran er, far á val og legg ein blankan seðil í atkvøðukassan. Ongan fløva til tey arbeiðsleysu Bjørt Samuelsen framsøgukvinna í arbeiðsmarknaðarmálum Tjóðveldi Aftaná at hava tryggja sær sjálvum fleiri túsund krónur um mánaðin í skattalætta, skal enn ein útsettur bólkur skerj­ast. Hesaferð tey ar­ beiðs­leysu, har hægsta út­ gjaldið nú minkar við 2500 kr um mánaðin, ella12,5%, sum er eitt øðiligt høgg í einum. Kontrastin er ógvuslig. Og enn einaferð hongur spurn­ ingurin tungur yvir ting­ salinum: Hvat er samgongan í ferð við at gera við sterka samhaldsfasta samfelagið? Partarnir á arbeiðsmarkn­ aðinum, sum umsita ALS, noyðast skilligt at mæla til broytingar, soleiðis, at kassin ikki tømist uppá fá ár. Tað er teirra uppgáva og skylda. Men, landsstýrismaðurin kundi valt heilt aðra loysn – var vilji til tess millum tey, sum í løtuni ráða. Henda samgongan hev­ur skaffa sær eina risa eyka­ inntøku, soleiðis at lands­ kassin í løtuni fær dup­ult­an pensjónsskatt bæði frá inn­ gjaldi og út­gjaldi. Samgongan kundi valt at brúkt ein lítlan part av hesum nýinntøkum til at styrkt ALS, og binda fyri fráflyting, við at varðveita eina góða arbeiðsloysis­stuð­ ulsskipan. Árliga hámarkið fyri inn­ gjaldi kundi verið tikið av, soleiðis at eisini tær høgu lønirnar skuldu goldið 1,25 % av allari sínari inntøku, eins og hini gera. Tað er munandi lættari at gjalda 1,25% av einari góðari løn, enn av einari lágari løn, har hvør króna er neyðug fyri at fáa endarnar at røkka saman. Eisini hevði borið til at ásett eitt tíðaravmarkað sam­haldsfestisgjald, har inn­gjaldið fyri hægstu inn­ tøk­urnar hækkaði í eitt av­ markað tíðarskeið – til dømis eitt ár í senn. Hetta hevði verið ein skilagóður máti at útjavna nakað í tí óvanliga stóra lættanum, tær hægstu inntøkurnar hava fingið. Flestu føroyingar við góð­ ari inntøku munnu ivaleyst halda tað vera í lagið, at fáa nakrar hundrakrónuseðlar minni í skattalætta, fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum, sum eru meinast rakt av búskaparkreppuni. Fráflyting má fyribyrgjast Okkara størsta avbjóðing er vaksandi fráflyting, og tað eru fólk í besta arbeiðs­føra aldri, sum flyta. Tá út­gjaldið úr ALS á vári 2009 varð hækkað, var ein høv­uðs­ grundgeving júst, at byrgja fyri fráflyting. Tá varð sagt: “Vónandi merkir hetta, at tann burturflyting av arbeiðs­ megi, sum vit upplivdu í byrj­anini av 1990’unum, ikki fer at endurtaka seg á sama hátt, og at húsarhaldsnýtslan heldur ikki minkar so nógv, sum hon annars hevði gjørt, um ein kreppa tók seg upp.” ... “Í eini kreppu fer styrkurin frá Arbeiðsloysisskipanini vónandi at virka sum ein stabiliserandi faktorur, og harnæst tryggjar hann, at arbeiðsmegi er til taks, tá búskaparstøðan batnar aft­ ur.” Men, nú, tá útgjaldið skal lækkast heilt munandi, verður ikki eitt orð grett um at byrgja fyri fráflyting, sum í løtuni veksur órógvandi. Samhaldsfesti góð forrætning Tað, at ein partur av borgar­ unum fær ov lítla keypiorku, rakar ikki bara tey, tað rakar alt samfelagið. Tað ger tað dýrari fyri tað almenna, tað skapar minni virksemi, og færri inntøkur hjá vinnuni. Gerst keypiorkan ov lítil hjá fólki, sum hava verið von við eina hampiliga inntøku, og verður ov torført at fáa gerandisdagurin at hanga saman fíggjarliga, so fáa tey sjálvandi hug at flyta til støð, har tað er bíligari at liva og størri útboð av arbeiði. Í verandi støðu er tað tí eitt sera vánaligt hugskot at minka útgjaldið úr ALS. Okkara størsta av­bjóð­ing er vaksandi frá­flyting, og tað eru fólk í besta arbeiðs­ føra aldri, sum flyta. Tá út­gjaldið úr ALS á vári 2009 varð hækkað, var ein høv­uðs­grundgeving júst, at byrgja fyri fráflyting