Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kórstevnur Føroya fylla 45 Kórsamband Føroya og kór í Havn Tað var á hvítusunnu 1966, at fyrsta føroyska felags kór­ stevnan varð hildin í Komm­ unu­skúlahøllini í Havn. Hug­skotið og íblást­ur­in aft­ an fyri stigið var før­oyskt sam­band við slíkar kór­ stevnur í Danmark, aloft­ast hildnar i dýra biði­dags­viku­ skiftum, sum so eisini førdi til samband longur út, eitt nú til felags europeisku kór­ stevnurnar Europa Cantat (Europa syngur), hildnar triðja hvørt ár ymsa staðni úti í Europa. Kveikjarin í hesari nýbirt­ ing í danska kórheiminum tá í byrjan av 60-árunum var kendi kórleiðarin Svend-G. Asmussen; men dygga tón­ listarliga álitið uttaneftir, tá hendan kórstevnurørslan breiddi seg eisini norður til okkara í Atlantshavi, var hesi fyrstu árini danski tón­ listamaðurin Karl Clausen, sum eisini í aðrar mátar fekk stóran týdning fyri føroyskt kórvirksemi og tónlistarliga forngransking í Føroyum. Byrjandi í høvuðstaðnum breiddi árliga kórstevnu­ hald­ið seg so við og við til ymisk støð úti um landið, har nevnast kunnu Fuglafjørður, Klaksvík, Gøta / Lorvík, Runa­vík, Vestmanna, Vágar (Sanda­vágur/Miðvágur og Sørvág) og Vágur í Suðri. Í hesum viðfangi kundu eis­ini so mong úrvald kórleið­ aranøvn uttaneftir verið havd á orði. Føroyskt tónleikalív hev­ ur ment seg so ómetaliga nógv hesa farnu brátt hálva øld, og á øllum tónleikaøkjum sprettur og spírar sum ong­ antíð fyrr. Stevnuhald og felags tónleikatiltøk av yms­ um slag hava tí eisini tikið seg upp víða um. Árliga kórstevnuhaldið hevur tí ikki longur sama áhuga og tilvit millum manna sum fyrru árini. Men her hjá okkum eins og um allan heim er tað at finna saman í felags sangi framvegis nakað serstakt. Jim Daus Hjernøe og Voxnorth. Kórsamband Føroya og kór í Havn løgdu tí seinasta ár til brots at skipa fyri kór­ stevnu, har dentur eisini varð lagdur á tað nýtíðarliga, tann rytmiska kórsangin. Kórstevnan 2011 gjørdist tí eisini ein minnilig uppliving, og á kórstevnuni komandi viku­skiftið verður hildið fram eftir sama leisti: ein síná­millum íblásandi sam­ an­renning millum tað eyð­ kenniliga siðbundna og tað rytmiskt íbirtandi nýtíðar­ liga. Tað er aftur Jim Daus Hjernøe, professari í rytmisk­ um kórsangi, og sum føroysk kórfólk umframt stevnuna í fjør kenna frá regluligum kórleiðaraskeiðum nú yvir trý ár, ið saman við sínum pofessionella úrvalsbólki Vox­north hesar dagar fer at seta futt í í Kringluni og í konserthøllini í Sortudíki. Fólk, sum upplivdu Voxnorth á stevnuni í fjør og eisini á ógloymandi konsertum í Klaksvík og á Toftum og onnur við teimum hava nak­ að at gleða seg til, tá Vox­ north fríggjakvøldið hev­ur almenna framførslu í Norð­ urlandahúsinum. Hilmar Örn Agnarsson Hin stevnukórleiðarin er ís­ lendingur, eitur Hilmar Örn Agnarsson, og er eitt rísandi navn innan íslendska kórlist. Umframt sína grundleggjandi tónleikaútbúgving á Tón­ listar­háskúlanum í Reyka­ vík hevur hann nomið fram­ haldandi útbúgving sum orgu­leikari og kórleiðari eitt nú á Hochschule für Musik und darstellend Kunst í Ham­borg. Eitt áramál var hann organistur í dómkirkjuni á gamla bispætinum Skálholti á Suðurlandinum, men síðan 2009 hevur hann havt fast starv við katólsku Krist­ kirkjuna á Landakoti í Reykja­vík. Sum kórleiðari hevur Hilmar Örn Agnarsson bæði stovnað og verið leið­ ari hjá fjøld av kórum bæði barnakórum, ung­dóms­ kór­um, kamarkórum og kirkju- og óheftum kórum, har hann arbeiðir bæði við tí klass­iska, við nútíðar skriv­ aðum kórverkum og eisini við popp- og rokktónleiki. Við sínum kórum hev­ur Hilmar Örn latið úr hond­ um fleiri kórdiskar, og slík útgáva 2010 við Kamm­er­ kór Suðurlands varð í fjør í kenda bretska mán­aðar­ tíðarritinum Grammophone Magazine tilnevnd heiðurs­ prís­in sum ársins besta út­ gáva av nútíðar- og klass­ iskum kórtónleiki. Í ár hevur Hilmar Örn Agnarsson fingið serstaka listamannaviðurkenning í Íslandi. Kórstevna fyri øll Kórstevnan 2012 er fyri øll sanghugað – bæði verandi í kórum og eisini tey “kór­ leysu”. Tað ber enn til at frætta nærri og at melda seg til kórstevnuna við at ringja til tlf.nr. 236060. Men tað ber eisini til at møta bara til innskrivingar í Norðurlandahúsinum hós­ dagin kl. 16.30. Sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini er tað gleðiligt at eisini kunna avdúka, at tað hendir nakað í byggi- og býarskipanarnevndini og í Hoyvík. Nú sá eg, at borgar­ stjórin í Havn longu hev­ur avdúkað hesar ætl­anir við nýggju mið­ staðargøtuni í Hoyvík, og at eftirspurningurin er stórur, og tað eri eg sjálvsagt fegin um. Vit hava arbeitt leingi við nýggju mið­stað­ar­ gøtuni í Hoyvík, og somu­ leiðis verður arbeitt við at gera klárt til 30 nýggj grundøkir Millum Gilja og Djúpagil  í Hoyvík. Eitt annað mál er nýggjur fótbóltsvøllurin í Hoyvík, her skal bert finnast ein politisk loysn á, hvar vøllurin skal liggja. Í nýggja mistaðar­øk­ in­um vera tað vera frí­ økir, stovnar, lækna­mið­ støð, ítrótta­øki, skúl­ar, barna­garðar og møgu­ liga eitt nýtt ung­dóms­ hús í Hoy­vík. Núverandi ungdóms­ hús í Hoyvík er saman við frítíðarskúla, skúla og serstova. So her eru karmarnir ov smáir. Men, her skal sjálvsagt eisini finnast ein politisk loysn, fyri nýggjum ung­ dómshúsi. Men eitt er vist, og tað er, at Hoyvík er nýggjur stórbýurin í Føroyum. Hoyvík er nýggi »stór­ býurin« í Føroyum! Levi Mørk Formaður í byggi og býarskipanarnevndini Í nýggja mistaðar­ øk­in­um vera tað vera frí­økir, stovnar, lækna­mið­støð, ítrótta­øki, skúl­ ar, barna­garðar og møgu­liga eitt nýtt ung­dóms­hús í Hoy­vík