Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 1. partur Tað er kanska eitt sindur løgið, at meðan tað er fitt skrivað um før­ oyingar, sum fóru í kríggj fyri Hitler, so er ikki nógv skrivað um teir, sum bardust ímóti honum. Men tað vóru fleiri føroyingar, sum vóru við í donsku mótstøðu­ rørsluni móti týska hervaldininum. Nakrir, sum koma í hugan, eru Karl Nolsøe úr Vági, Elias, sonur Onnu og Olaf Johansen í Havn og Mourentius Poulsen frá Ljósá. Tað var ikki lítið dirvi hesir menn vístu. Vórðu teir tiknir av týskarum kundu teir fáa deyðarevsing. Ein teirra var Sigmundur í Dali, sum kanska er seinasti av hesum mót­støðumonnum. Tað er so heppið, at søgan hjá Sig­mundi er til. FF-blaðið fekk hana niðurskrivaða fyri 10 árum síð­ani við hjálp frá bróðursoninum Snæ­bjørn í Dali. Søgan er eisini um fleiri beiggjar Sigmund, og lá teirra partur ikki eftir í hesi søk. Hersetingin Sum kunnugt vóru bæði Føroyar og Danmark hersett undir seinna heimsbardaga. Føroyar av bretum og Danmark av týskarum. Tann bretska hersetingin av Føroyum varð roknað sum vinarlig. Í Dan­ mark vóru týskarar frá byrjan av møttir av eini samstarvshugaðari politiskari skipan, meðan vanliga fólkið frá fyrsta degi var ímóti týsk­ arum. Danska fólksliga mótstøðan sást aftur í eini støðugt vaksandi mót­støðurørslu, sum móti endanum av hersetigini minti meira um eitt rættiligt kríggj. Takkað verið hesari mótstøðu varð Danmark aftaná kríggið viðurkent sum eitt av teim­ um sameindu londunum, sum høvdu bast týska ræðustýrinum. Til Danmarkar í studentaskúla Sigmund í Dali fór 17 ára gamal í 1935 til Danmarkar á studentaskúla í Birkerød. Hetta var, áðrenn tað var møguligt at taka studentsprógv í Føroyum. Í 1938 tók Sigmund studentsprógv frá Birkerøds Statsskole og flutti aftur til Føroya. Hann arbeiddi tá eitt stutt tíðarskeið hjá Vilhelm Niel­sen í Havn. Sigmund hevði kortini betri hug at fáa sær víðari útbúgvng og flutti tí í 1939 aftur til Danmarkar, har hann fór at lesa stødd-, evna- og alis­frøði. Fekk starv á Geodætisk Institut Men tá Týskland hertók Danmark, broyttist so mangt, og hetta árvirk­ aði eisini Sigmund. Í 1942 søkti hann tí um starv á Geodætisk Insti­tut. Har fekk hann arbeiði sum hjálpar­maður í sambandi við land­ upp­mátingar, sum stovnurin gjørdi ymsa staðni í Danmark. Sigmundi dámdi væl arbeiðið á Geodætisk Institut, og hann var tí verandi í hesum starvi eftir at kríggið var av. Í hesum arbeiði kláraði hann seg so mikið væl, at í 1948 stóð honum í boði at lesa til land­mátara á donskum offiser­ skúla. Sigmund var liðugur við út­ búgvingina í 1951, og varð tá settur í fast starv á Geodætisk Institut. Eftir kríggið arbeiddi hann bæði við hernaðarligum og sivil­ um uppgávum. Hann var í fleiri tíðar­skeiðum við í uppmát­ingar­ verk­ætlanum í Grønlandi, Íslandi, Kanada og í Føroyum. Fleiri av arbeiðsuppgávunum høvdu samband við kalda kríggið, sum tók seg upp í fimtiárunum. Frá 1947 til 1949 arbeiddi Sigmund ymsa staðni í Grønlandi. Sumr­ ini 1951-52 var hann við í uppmát­ ingar­arbeiði, sum varð gjørt í Thule í Norðurgrønlandi. Í hesum sam­bandi skuldi eisini gerast upp­ mátingararbeiði í Kanada, og tí var Sigmund eitt skifti eisini í Kanada og arbeiddi. Í 1954 var Sigmund sendur til Før­ oya at gera landuppmátingar. Hetta arbeiði varð gjørt í sambandi við eina hernaðarliga navigatiónsstøð, sum var sett upp á Núgvuni sunnan fyri Sornfellið. Fleiri slíkar støðir vóru settar upp í hesum tíðarskeiði, t.d. eisini í Skotlandi. Sigmund minnist, at meðan teir arbeiddu við verkætlanini á Núgvuni, løgdu teir til merkis, at eitt russiskt skip lá trúfast stutt úr landi vestanfyri. Tá Sigmund boð­ aði myndugleikunum frá hesum hvarv skipið. So her var ongin ivi um ørindini hjá russiska skipinum. Tá hernaðarstøð seinni var bygd á Sornfelli og í Mjørkadali, var tíðin farin frá støðini á Núgvuni. Í 1957 flutti Sigmund við húski aftur til Føroya, og var settur í starv á Matrikulstovuni. Har starvaðist hann til hann í 1979 var 60 ára gamal. Tá setti Sigmund á stovn egið virki, nevnt Geodata. Týskland hertekur Danmark Tá Danmark var hersett av týsk­ in­um í 1940 vóru fleiri systkin hjá Sig­mundi stødd í Danmark. Sum so mangir aðrir føroyingar sluppu tey ikki aftur til Føroya, fyrr enn kríggið var av. Systkini, sum vóru í Danmark undir krígnum vóru Marjun, Svanhild, Páll og Jens. Hildibjartur, bróður Sigmund, sigldi við donskum skipi, tá kríggið brast á. Hetta skipið varð tikið av enska herflotanum í Ermasundi, tá ið Týskland hertók Danmark. Hildibjartur sigldi tí øll krígsárini við hesum skipi, sum tá var rokn­að at vera partur av bretska her­flot­an­ um. Kona Hildibjart, Beata, búði í Keypmannahavn øll krígsárini. Hon frætti onki frá manninum fyrr enn kríggið var av, og livdi tískil í stórari óvissu øll krígsárini. Jens í Dali hjálpti jødum undan nasistunum Jens í Dali, bróður Sigmunds, las til landmátara á Land­búnaðar­ há­skúl­anum í Keypmannahavn, tá Danmark var hersett. Hann búði til leigu hjá eini danskari jødafamilju í Brønshøj. Her komu tey at merkja fylgjurnar av týska politikk­inum. Jødarnir fingu leingi frið í Danmark. Hitler royndi at fáa tað at síggja út, sum um danska her­set­ingin var fyrimyndarlig, har sjálvt jødar skuldu hava frið. Óndar tungur søgdu, at Danmark var ”Hitlers kanariefugl”, t.v.s. ímyndin at eini vinarligari herseting. Men hesa vøkru mynd fekk mót­ støðurørslan forpurrað. Í oktober 1943 gav Hitler boð um at taka donsku jødarnar. Hetta førdi til eina umfatandi bjargingarætlan, har danir í stórum tali hjálptu jødum yvir til Svøríkis, har teir kundu vera tryggir. Hetta tiltak bjargaði eisini flestu donsku jødunum. Jens í Dali kendi tað eisini sum sína skyldu, at hjálpa familjuni, sum hann búði hjá. Hann fekk í samstarvi við mótstøðurørsluna skipað so fyri, at tey kundu flýggja við báti um Oyrasund til Svøríkis. Hetta var kortini óvanliga tungt hjá hesi familju. Tey høvdu eitt barn, sum bara var nakrar fáar mán­aðir gamalt, og hildið var ikki ráðiligt at hava lítla barnið við á vandafullu ferðini um Oyrasund. Jens og syskin hansara lovaðu tí jødafamiljuni, at tey skuldu taka sær væl av hesum lítla, og tey lov­ aðu eisini at fáa teimum barnið um Oyrasund til Svøríkis so skjótt, hetta var gjørligt. Jens var búgvandi í húsunum, og seinni varð skipað so fyri, at lítla barnið í øllum góðum kom vegin fram til foreldur síni í Svøríki. Men stutt eftir at jødarnir vóru flýggjaðir, kom nýggjur leigari at búgva í húsunum, har Jens búði. Sigmundur í Dali: Var við í donsku mótstøðurørsluni móti týskarum Fyri kortum doyði Sigmundur í Dali. Tað serliga við honum er, at hann var við í donsku mótstøðurørsluni, tá Danmark varð hersett av týskarum undir krígnum. Tí eigur hansara søga at varðveitast Sigmund avmyndaður í 2002 við tí »fríheitskemparabindi«, sum hann saman við øðrum fekk aftaná at hersetingin var av Sigmund í fríheitskemparabúna