Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Í komandi parti verður millum lýstur leiklurin hjá Sigmundi í mótstøðurørsluni og eisini vinskapurin millum “Knud” og Ingálv av Reyni. Og tá tað vísti seg, at hesin nýggi leigarin gjørdi alt fyri at hjálpa týsk­ arunum, gjørdist hann ein stórur trupulleiki hjá mongum. Tá mót­ støðurørslan eisini metti hann at vera vandamiklan, varð hann skotin á gøtuni í Keyp­manna­havn. Hetta var ein sokallað stikkara­likvi­der­ing. Í 1942 varð Sigmund trúlovaður danskari gentu, Ritu, sum seinni gjørdist kona hansara. Rita er fødd í 1926, uppvaksin í Keypmannahavn. Foreldur hennara høvdu tað so mikið rúmsátt, at tey høvdu fólk búgvandi til leigu. Teimum dámdu serliga væl føroyingar, og tí høvdu tey í mong ár ungar fø­roy­ingar búgvandi í heim­in­um. Hetta vóru føroyingar, sum vóru í útbúgv­ ingar­ørindum í Keyp­manna­havn. Við síni umsorgan fingu tey bæði stóran týdning fyri mangar ungar føroyingar, sum leitaðu sær til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi undir krígnum, tá føroyingar mistu mest sum alt samband við foreldur og familju í Føroyum. Sigmund verður virkin í mótstøðurørsluni Sigmund kom í 1944 at búgva hjá verforeldrunum, og tá ið hann flutti inn til teirra kom hann at kenna Karl, beiggja Ritu. Karl hevði tá í rúma tíð verið virkin í donsku mótstøðurørsluni. Hann var nú limur í einum mót­ støðu­bólki, sum nevndist 1944 eftir árinum, hann var stovnaður. Tá Sigmund frætti um hetta, boðaði hann Karli frá, at hann var hugaður at fara uppí stríðið ímóti nasismuni. Karl hevði samband við leiðsl­ una í 1944, og hann lovaði at bera boð­ini víðari. Í juli 1944 varð Sig­ mund boðin á fund í eini íbúð í Bella­høj. Á hesum fundi vóru fleiri limir í 1944. Millum teirra var leiðarin, sum var kendur fyri serligt dirvi í donsku mótstøðurørsluni. Í mót­støðu­rørsluni var hann bara nevndur Knud, hóast hetta ikki var rætta kristna navn hansara. Á hesum fundi fekk Sigmund greið boð um at halda alt virksemi í mótstøðubólkinum loyniligt. Hann skuldi í mótstøðuarbeiði ikki brúka sítt sanna navn. Hann skuldi brúka navnið Hans Andersen. Tískil fekk Sigmund eitt falskt pass frá bólkinum. Tað skuldi hann altíð hava uppi á sær, tá ið hann arbeiddi fyri bólkin. Í hesum virksemi var neyðugt at kenna so fá sum gjørligt, um nakað skuldi hent. Týskarar og teirra donsku hjálpar­menn vóru sera effek­tivir at fáa kroyst nøvnini á feløg­um burtur úr teimum, sum teir fingu hendur á. Tí ráddi um at vita minst um sam­starvs­felag­arnar. Teir vóru van­liga einans eini 4-5 mans í hvørjum undir­bólki. Umfatandi mótstøðu­ virksemi Virksemið hjá 1944 bólkinum var rætti­liga umfatandi. Ein uppgáva var at spreingja í luftina mál, sum kundu vera týskarum at gagni. Fyrstu ferð, bólkurin rættiliga gjørdi vart við seg, var, tá teir royndu at spreingja høvuðsstøðina hjá donsku handlangarunum hjá týsk­arum, Schalburgkorpset, í luft­ ina við øllum, sum inni var. Hetta eydnaðist tó ikki, hóast teir fingu beint fyri nøkrum av landa­svíkj­ arunum. Men hendan atsóknin stuðlaði tó uppundir fólksligu mótstøðuni móti týskarum, sum kom í hæddina við ”folkestrejken” á sumri 1944. Men tað vóru eisini nógvar aðrar uppgávur hjá mótstøðurørsluni. Ein var blaðútgáva, ið sum frá leið kom at fáa størri týdning hjá 1944. Tað fingust ikki eftirfarandi tíðindi frá vanligu fjølmiðlunum, sum í veruleikanum strektu seg langt, enntá sjálvbodnir, fyri at tekkjast týskum áhugamálum. Tá tað var ólógligt at skriva sannleikan Skuldi fólkið kunnast rætt, mátti tað henda við illegalu pressuni. Tað var ein hópur av illegalum bløð­ um givin út. Og bólkurin 1944 gav eisini út blað, sum kallaðist 1944. Men hetta varð gjørt við teirri mest primitivu útgerð sum hugsast kundi, nevniliga duplikatorum. Teir vóru hentir á eini skrivstovu, men vóru ser illa egnaðir til stórar prent­ uppgávur. Hóast hetta eydnaðist at prenta eini 665.000 eintøk av hesum blaðnum, sum bert var eitt av illegalu bløðunum undir her­set­ ingini. Tað var nú ikki heilt vanda­ leyst heldur at býta bløðini út, tí her var jú talan um ólógligt virksemi. Teir lærdu, at tá teir í húsum við fleiri hæddum skuldu býta bløð út, skuldi byrjast í erva. Tá var lættari at sleppa til rýmingar um nakað varð áfatt. Av øðrum uppgávum kunnu nevn­ast, at mótstøðurørslan hevði brúk fyri bilum. Teir vistu, at jød­ arnir áttu bilar, sum stóðu ónyttir eftir at teir vóru farnir av landin­ um. Teir í 1944 syrgdu fyri at fáa rænt hesar bilar, so teir kundi koma mót­støðurørsluni til nyttu. Politikararnir mótarbeiddu Í hvussu er fyrstu árini vóru tað nógvir av leiðandi politikkarunum, sum beinleiðis mótarbeiddu mót­ støðurørsluna. Eftirmaðurin hjá Stauning sum forsætismálaráðharri frá 1942, Vilhelm Buhl, mælti enntá fólki til at siga myndugleikunum frá, um teir kendu onkran í mót­ støðu­rørsluni. Hetta kundi føra til tann vissa deyða. Hetta hava nógv mótstøðufólk havt ringt við at gloyma politisku leiðarunum í eftirtíðini. Leiðarin Knud Leiðarin í bólkinum 1944 var hin ungi listlesandi Ib Mogens Bech Christensen. Tað bar ikki til av trygd­ arorsøkum at nýta sítt egna navn, og tí varð hann kend­ur sum Knud. Hann fekk eitt fram­úr gott ummæli av teimum, sum kendu hann. Sagt varð, at hann var “en fremragende leder, idealistisk, handlekraftig, retlinet, kompromisløs og modig”. Ein onnur styrki fyri 1944-bólkin var, at hann varð roknaður fyri at vera fullkomiliga ópolitiskur, og kundi arbeiða uttan politiskt fyrilit. Júst tann politiska ávirkanin kundi seta iva við trúvirðið hjá øðrum størri bólkum. Bólkurin 1944, og harvið Knud sjálvur, fingu ta viður­ kenning beint eftir kríggið, at tá danska frælsisrørslan varð boðin at luttaka á norska tjóðardegnum 17. maj 1945 gjørdist tað 1944, sum kom at umboða alla donsku mót­ støðu­rørlsuna, hóast 1944 langt frá var tann størsti av teimum donsku bólkunum. Tað verður ikki hildið, at tað vóru stórt fleiri enn 100, sum vóru við í bólkinum. Hetta vóru ung fólk. Meira enn helvtin av lut­ takarunum vóru undir 30 ár. Falska samleikakortið Hetta samleikakortið fekk Sigmund frá týskarum, tá hann skuldi gera uppmátingar á einum serliga væl vardum øki í Hundested. Sigmund mundi hava verið djarvur, tá hann sum fríheitskempari vágaði seg inn á týskt øki Vi drømte en drøm om frihed og ret til at leve vort liv. Men tysken spærred os vejen: I dømmes til had og kiv! Jeg vil, at de trodsens soldater, som ofred sig hedt og rødt og døde for jernhælens trampen, skal ikke forgæves ha´ blødt..... Så duk din nakke for magten og bliv, hvad du dømtes til... Du ejede modet og trodsen det djævelske stærke: Jeg vil! Du rejste dig stærk mod strømmen, og der gik brag, hvor du stod. Vi drømte en drøm om frihed. Du ofred den drøm dit blod. Jeg vil, at det land som skæbnen skænked os til lån, skal renses for nazi-pesten, skal fries fra spot og hån. Alt gryede dagen i øster til ve for den nidske gift. Alt sejrens rune var risted på blået med gylden skrift. Da gav du dit liv for troen. I soldagens første skin du maatte bøje mod jorden dit stridige korsfarer sind. Vi kender til døden dit håndtryk; din tro ubønhørlig og streng har fyldt vore sørgende hjærter, du stærke trodsige dreng. Jørgen Vibe Ib Mogens Bech Christensen f. 27-3-20 d. 25-4-45 PÅ GRYETS TÆRSKEL In memoriam Yrking til minnis um “Knud” í blaðnum hjá felagsskapinum