leygardagur 17. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hergeir Nielsen:
– Hugstoytt
Formaðurin í Uttanlandsnevndini heldur tað
vera hugstoytt, at danska stjórnin noktar at tosa
um búskaparliga skiftisskipan við landsstýri. –
Men hetta vísir bara, at danir vilja neyðhalda
Føroyum undir teirra valdi, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
ÚR KEYPMANNAHAVN
Ein av teimum, sum hevur
fylgt við samráðingunum
í forsætismálaráðnum er
Hergeir Nielsen. Hann er
formaður í Uttanlands-
nevndini hjá løgtinginum,
sum hesaferð fylgdi sam-
ráðingunum av fyrstu røð.
Hann heldur tað vera sera
hugstoytt, at danir sópaðu
alt av borðinum.
– Men í mínum huga-
heimi vísir hetta bara, at
danir vilja neyðhalda Før-
oyum í ríkisfelagsskapi-
num. Teir sópa alt av
borðinum, sum lagt verð-
ur fyri teir, uttan so mikið
sum at vilja tosa um tað.
Stjórnin hevur, saman við
fólkatinginum, læst seg
fastan, sigur Hergeir Niel-
sen.
Spurdur hvat nú er til
at taka, sigur Hergeir, at
hann heldur at tað liggja
aðrir møguleikar, sum
landsstýrið enn ikki hevur
roynt, og teir eigur lands-
stýrið at royna.
– Men annars eri eg
samdur við landsstýrinum
um, at tað nokk er skila-
gott, at altjóða samfelagið
kemur upp í samráðing-
arnar, tí eg kann ikki
hugsa mær, at danir
ynskja at koma í ta myll-
una.
Hergeir Nielsen vísir,
eins og aðrir, á, at Dan-
mark í altjóða høpi ofta
hevur moralska peikifing-
urin frammi, men nú eru
teir sjálvir í vanda fyri at
fáa sama peikifingur í
eyga. Hvør tað skal vera,
sum skal royna seg, sum
meklara, veit Hergeir ikki
í løtuni, men fleiri møgu-
leikar eru til staðar.
– Tað eru so nógvir
møguleikar at fáa altjóða
samfelagið upp í, sigur
Hergeir. Hann nevnir sum
dømi, at heita á Norður-
landaráðið – ella ST.
– Í mínari verð, er her talan um politiskan harðskap tá hann er ringastur. Stjórnin noktar tvørt at
tosað um annað enn tað, sum hon skjýtir upp, og teir gera tað fyri at ræða føroyingar til at vera
verandi undir donskum valdi, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður
Karsten Hansen:
Politiskur harðskapur
SVEINUR TRÓNDARSON
ÚR KEYPMANNAHAVN
Karsten Hansen var ikki
sørt vónbrotin eftir samráð-
ingarnar. Hann hevði, eins
og restin av føroysku sendi-
nevndini væntað og vóna,
at tað fór at bera til at fáa
glið á búskaparliga partin av
samráðingunum, men tað
var av ongum. Danska
stjórnin helt upp á sítt, og
vildi heldur ikki tosa um, at
geva føroyingum upplýs-
ingar um, hvussu stjórnin er
komin fram til tey fýra árini.
– Í mínari verð, er hetta
politiskur harðskapur. Ny-
rup veit, at føroyingar hava
ilt við at trúgva upp á tey
fýra árini, og tí roynir hann
at kroysta landsstýri út í
eina fólkaatkvøðu við bara
hesum fýra árunum, sigur
Karsten Hansen.
Fyri Karsten hevur hesin
tvøri atburður bara ein týdn-
ing, og tað er, at danska
stjórnin brýtur avtaluna,
sum hon sjálv gjørdi við
Føroya
Landsstýri
fyri
tveimum árum síðani. – Tað
er eingin ivi um. Danska
stjórnin, sum í alheims sam-
anhangi, er tann moralski
peikifingurin, letur hánt um
ynski føroyinga, og rennur
undan lyftum sínum, um at
samráðast um eina búkap-
arliga skiftisskipan. Hetta
varð avtalað í juni 1998,
men nú noktar hon at sam-
ráðast, sigur Karsten Han-
sen.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum heldur seg
síggja, at danski forsætis-
ráðharrin hevur knýtt ov
føst bond til bróðurflokkin
í Føroyum, og tí vil hann
ikki flyta seg.
– Danir hava jú lagt seg
út í málið síðani byrjan. Teir
sendu skattamálaráðharran
upp til Føroya at prædika á
landsfundinum hjá javnað-
arflokkinum, og tað hevur
bróðurflokkurin síðani trútt-
að niður í føroyingar. Tì er
Nyrup bundin, og hann er
bundin av egnum áum. Tað
er einki at ivast í, at hann
roynir at fáa landsstýri at
leggja frá sær, so andstøðan
kann koma framat, sigur
Karsten Hansen.
– Og tí er tað, at Nyrup
var so skjótur at skúgva orð
Lykketofts til viks, um at
ríkisveitingin hvørvur líka-
mikið um vit vera verandi
ella um vit fara. Hann kann
keypa andstøðuna til aftur,
og halda henni har eina tíð,
og síðani taka ríkisveiting-
ina burtur, sigur fíggjar-
málaráðharrin.
Men hetta eigur ikki at
ræða føroyingar, tí hóast alt,
so var ikki annað væntandi
av dønum. Danir hava víst,
at teir vilja varðveita Før-
oyar í ríkisfelagsskapinum
líkamikið hvat tað kostar. –
Men tað kann fara at vísa
seg, at danir í altjóða høpi
koma at gjalda ein sera høg-
an prís fyri hetta.
Lykketoft:
Blokkurin rýkur óansæð
Danski fíggjarmálaráðharrin segði undir samráðingunum, at føroyingar
undir øllum umstøðum skulu av við ríkisstuðulin. – Eru liviumstøðurnar
í Føroyum betri enn í Danmark, so verður ríkisstuðulin tikin burtur, í
einum um neyðugt, segði Lykketoft
SVEINUR TRÓNDARSON
ÚR KEYPMANNAHAVN
Undir samráðingunum mill-
um Føroyar og Danmark í
kvøld segði danski fíggjar-
málaráðharrin, at føroying-
ar undir øllum umstøðum
skulu venja seg við tankan
um, at ríkisveitingin úr
Danmark er ein saga blott –
líkamikið um føroyingar
taka fullveldi ella ikki.
– Danski fíggjarmálaráð-
harrin segði, at eru livium-
støðurnar í Føroyum á sama
stigi, sum tær eru í Dan-
mark, so verður ríkisveit-
ingin tikin burtur í einum,
um vit meta tað er rætt, sig-
ur føroyski starvsbróður
hansara, Karsten Hansen,
sum tó sigur, at danir royna
at fjala henda veruleika fyri
føroyingum.
– Nyrup royndi tó at káva
útyvir tað, sum fíggjarmála-
ráðharrin segði, tí tað var
ikki akkurát tað, sum hann
hevði brúk fyri, leggur Kar-
sten Hansen afturat.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum fær stuðul frá
Jørgini Nielsen, sum váttar
orðini hjá Mogens Lykke-
toft. – Vit royndu at kroysta
stjórnina til at koma við
upplýsingum um teirra bú-
skaparliga útspæl, men tað
vildi stjórnin ikki tosa um.
Tá segði Lykketoft, at sær
danska stjórnin, at livium-
støðurnar í Føroyum eru
hægri enn tær eru í øðrum
pørtum av Danmark, so fell-
ur ríkisveitingin burtur.
Óli Breckmann:
– Hundurin ikki
hálvbardur enn
– Danska stjórnin ræðist tankan um at missa Føroyar, tí fara vit so er
ikki óhugsandi, at Grønland fer sama veg, og tað heldur danska klaver-
ið ikki til, sigur Óli Breckmann, aftaná triðja samráðingarumfar
SVEINUR TRÓNDARSON
ÚR KEYPMANNAHAVN
– Hóast danska stjórnin ikki
vil samráðast, so eigur
landsstýrið ikki at helma í
fyrr enn avtalan er komin
upp á pláss. Danir eru heilt
greitt bangnir fyri at missa
Føroyar, tí fara vit, so er ikki
óhugsandi, at Grønland fer
sama veg, og tað heldur
danska klaverið ikki til, sig-
ur Óli Breckmann, fólka-
tingslimur, sum var í forsæt-
ismálaráðnum, tá tíðinda-
fundurin var.
Eftir hansara meting, so er
útspælið hjá donsku stjórn-
ini ógvuliga tætt knýtt at
politisku andstøðuni í Før-
oyum, og so at teimum velj-
arakanningum, sum eru
gjørdar í Føroyum seinastu
tíðina.
– Nyrup avlesur veljara-
kanningarnar í Føroyum.
Tær vísa, at undirtøkan ikki
er fyri ætlan landsstýrisins,
og so leggur hann bara nøk-
ur ár afturat. Tá fáa hansara
menn í Føroyum ein møgu-
leika at koma framat, men
um ikki annað, so eigur
landsstýrið at halda fast bara
fyri at gera Nyrup fortreð,
sigur Óli Breckmann, sum
ikki er serliga hugtikin av
framferðarháttinum
hjá
danska
forsætisráðharra-
num.
Men samstundis veit Óli
Breckmann væl, at tað nokk
er skilabetri at arbeiða við
onkrari alternativari leið,
heldur enn at halda fast við
tað, sum nú liggur á borði-
num.
– Tað er ein máti at koma
víðari upp á, og í tí førinum
er tað landsstýrið, sum ger
av, hvørja leið tað velur, sig-
ur Óli Breckmann.
Hann er tó ikki bangin fyri
at koma við góðum ráðum,
og peikar á tann møguleika,
at landsstýrið ger eina avtalu
við donsku stjórnina, sum
bara landsstýrið og løgting-
ið góðtaka. Hetta merkir, at
suvereniteturin ikki verður
tikin við í fyrsta umfari, men
nýtist ikki at merkja, at hon
verður innanfyri ríkisfelags-
skapin fyri tað.
– Landsstýrið hevur víst,
at tað er sinnað at ganga
langt fyri at fáa eina avtalu,
men higartil hevur Nyrup
bara sagt nei. Nú haldi eg
so, at Nyrup skyldar Føroya
fólki, at siga, hvat hendir,
um hesin sáttmálin ikki
kemur í lag, sigur Óli Breck-
mann.
Óli leggur afturat, at Ny-
rup skal vita, at sjálvstýris-
kreftirnar í Føroyum eru
nógvar og góðar. - Hundurin
er ikki hálvbardur enn, og tí
eigur landsstýrið ikki at
helma í fyrr enn stríðið er
liðugt, sigur Óli Breckmann,
sum ikki er bilsin av, at
henda støðan er íkomin. –
Hon er næstan mytologisk,
leggur hann afturat.
– Danir halda, at teir hava
uppfunnið heimsins bestu
loysn, men tað kann fara at
vísa seg at vera ein høgur
prísur teir fara at gjalda.
Hetta er oyðimarkargongd
burturav, sigur Óli.
Annars fýrir Óli ikki fyri
at siga, at hann heldur, at
danir og sambandssinnaðir
føroyingar púra hava mis-
skilt útspælið hjá landsstýri-
num um oljuna. – Tað vísir
bara, at landsstýrið vill gera
nógv fyri at fáa hetta upp á
pláss. Danir avvístu hesum,
men tá teir fara eftir oljuni,
verður ógvuliga langt mill-
um sambandsfólkini í Før-
oyum, sigur Óli Breckmann
at enda.
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 114 - 17. juni 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 114 - 17. juni 2000
Móttøka
Texaco Faroes Group
Sosialurin - 311820
Í sambandi við at Texaco Faroes Group letur
upp skrivstovu í Føroyum verður móttøka í
hølum felagsins Undir Bryggjubakka 1, Tórshavn
(har sum Advokatfelagið var) týsdagin 20. juni
frá kl. 13.00 – 16.00.
Leygardagin kl. 14 sendir
íslendska Rás 2 beinleiðis
á føroysku Rás 2. Talan er
um eina samsending í sam-
bandi við íslendska tjóðar-
dagin.
Tað verður kendi ís-
lendski
útvarpsmaðurin
Magnús Einarsson, sum
verður vertur í eini bein-
leiðis sending við tónleiki
og práti við lurtararnar.
—
Eins og føroyska Rás 2
gjørdi nógv burturúr norska
tjóðardegnum 17. mai, so
hevði Rás 2 avgjørt at senda
tveir tímar leygardagin við
íslendskum tónleiki og
nøkrum innsløgum í sam-
bandi við íslendska tjóðar-
dagin. Hetta er tað, ið
stendur á skránni.
Men hósdagin varð av-
gjørt at royna eina samsend-
ing við íslendsku Rás 2.
Klokkan 14 leygardagin er
sendingin “Á linunni með
hlustendum” (á tráðnum við
lurtarum) á skránni við
Rás 2 á Rás 2 leygardagin:
Íslendska Rás 2 beinleiðis á Rás 2 tjóðardagin
kenda útvarpsmanninum
Magnús R. Einarsson.
Hetta er ein undirhalds-
sending við práti og tón-
leiki, og leygardagin ber
sendingin sjálvandi dám av,
at tjóðardagur er í Íslandi,
og prátað verður við fólk,
sum ikki bert eru íslending-
um kunnug, men eisini før-
oyingum.
Tað eru Eimskip og Før-
oya Tele, sum sponsorera
sendingina.
Hetta merkir, at skráin
verður nakað broytt leygar-
dagin. KT-Rásin verður
endursend kl. 13 ístaðinfyri
kl. 16, tá Breytin verður
endursend. Samsendingin
við íslendsku Rás 2 verður
sostatt millum kl. 14 og kl.
16 leygardagin.
“Á linuni með hlustend-
um” er ein tann mest væl-
umtókta útvarpssendingin á
Rás 2 í Reykjavík, sum nú
hevur 15 ár á baki.
John Johannessen
Úr Keypmannahavn
–Tað hevur uttan iva stóra
ávirkan á føroyska bú-
skaparheimin, at danska
stjórnin framvegis nýtir
skiftistíðina sum ræðu-
mynd í fullveldismáli-
num.
Hetta sigur Høgni Hoy-
dal í sambandi við, at
danski forsætisráðharrin á
tíðindafundinum hósdag-
in eftir ríkisrættarligu
samráðingarnar enn eina-
ferð gjørdi greitt, at bú-
skaparliga skiftistíðin ikki
verður longur enn fýra ár,
samstundis sum hann
Harða linjan á-
virkar búskapar-
heimin
samanbar livikorini í Før-
oyum uttan blokk við
livikorini í øðrum londum
í vesturheiminum.
Høgni Hoydal vísir á,
at búskapur eisini er sál-
arfrøði, og at áhaldandi
hørðu útsagnirnar frá
danska forsætisráðharra-
num gera, at bankar og
vinnulív kenna seg ó-
trygg.
–Tað er beinleiðis ó-
hoyrt av forsætisráðharra-
num at rópa upp í miðlu-
num við hóttanum móti
landsstýrinum. Hetta lík-
ist
ongum,
staðfestir
Høgni Hoydal.
John Johannessen
og Eyðun Klakstein
Á samráðingarfundinum
við donsku stjórnina í gjár
legði landsstýrið eitt nýtt
uppskot um búskparliga
skiftistíð fram. Landsstýr-
ið skjýtur upp, at møgu-
ligar oljuinntøkur verða
mótroknaðar í blokkstuðl-
inum.
Landsstýrið mælir til, at
blokkstuðulin
minkar
stigvíst til hann er burtur
um 15 ár. Um Føroyar fáa
oljuinntøkur
innanfyri
næstu 15 árini, verður
tann stuðulin, sum er latin
eftir tey fýra árini, sum
stjórnin vil lata í skiftistíð,
roknaður sum lán og skal
gjaldast aftur.
Landsstýrið sigur, at tað
hevði verið órímuligt at
tikið ímóti blokkstuðli í
15 ár, um Føroyar fáa triv-
aligar inntøkur frá olju-
vinnuni, og óansæð hvør
loysn verður vald, fer tað
at hava við sær munandi
sparingar fyri statskassan.
Oljuinntøkur
skulu mótroknast
Landsstýrið mælir í nýggjum uppskoti til, at
møguligar oljuinntøkur skulu mótroknast í
blokkstuðlinum
Føroyska landsstýrið og
danska stjórnin sótu á
fundi í slakar fimm tímar
í gjár. Landsstýrið kom í
forsætismálaráðið stutt
fyri klokkan fýra og varð
eitt sindur seinkað á sam-
ráðingarfundin av tíðind-
afólki, sum vildu hava orð
á løgmann og varaløg-
mann.
Samráðingarnar end-
aðu umleið klokkan 9
hóskvøldið, og hálvan
tíma seinni komu løg-
maður og danski forsæt-
isráðharrin á tíðindafund-
in, har føroyska og danska
pressan var væl mannað.
Eini 10 føroysk fjøl-
miðlafólk dekkaðu sam-
ráðingarnar í Danmark,
men eisini donsku fjøl-
miðlarnir vóru væl um-
boðaðir.
Samráddust í
slakar fimm tímar
Atli Dam, fyrrv. løgmaður um samráðingarnar:
Sjálvstýrisuppskotið hjá Javnað-
arflokkinum eigur at verða roynt
JAN MÜLLER
- Eg hevði alla tíðina vænt-
að, at danir fóru ikki at góð-
kenna eina longri skiftistíð.
Eg hevði eisini vantað, at í
teirri støðu var landsstýrið
noytt at royna at sparka
bóltin longur fram á vøllin
fyri at fáa tíð at umrøða seg.
Men úrslitið verður í sein-
asta enda tað sama sigur
Atli Dam, fyrrv. løgmaður í
eini viðmerking til samráð-
ingarnar í Danmark.
Hann sigur annars, at
landsstýrið hevur handfarið
samráðingarnar alt í alt ógv-
uliga illa, ófólkaliga og
harðligt.
- Við slíkum kunnleika til
søgu og kommunikatión átti
landsstýrið ikki at brúkt slík
kalliorð og tala um revolvar-
apolitik oa. men heldur havt
nýtt orkuna til at roynt at
fingið ta loysn, sum man
veit kann savna tríggjar
fjórðingar av føroyingum,
og tað er sjálvstýrisuppskot-
ið hjá Javnaðarflokkinum.
Atli Dam sigur, at eitt
samráðingarumfar
aftrat
kemur einki at broyta. Hann
heldur tó, at alt tað prakt-
iska kanningararbeiðiðið,
sum higartil er gjørt, kann
nú brúkast í eini loysn, sum
savnar eitt størri tal av før-
oyingum.
Atli P. Dam,
fyrrverandi løgmaður
Eingin nýggjur fundur ásettur
Tað er ikki greitt, nær næsti
samráðingarfundurin mill-
um landsstýrið og stjórnina
verður. Á fundinum hósdag-
in avtalaðu partarnir at ar-
beiða víðari við ymsum
tættum av samráðingunum,
men tað varð ikki avtalað,
nær partarnir skulu hittast
aftur.
Vit hava skilt, at danski
forsætisráðharrin hevur hug
at draga samráðingarnar út
til eftir donsku fólkaatkvøð-
una um evruna, sum verður
28. september. Um hetta
verður veruleiki, so hittast
partarnir ikki aftur fyrr enn
einaferð í august mánaði.
Annar møguleiki er, at
næsti fundurin verður áðr-
enn fólkaatkvøðuna, og um
so verður, er august mánaði
eitt gott boð til næsta sam-
ráðingarumfar.
Tíðindaskriv frá Uttan-
landsnevnd løgtingsins
Christiansborg 15. juni
2000
Uttanlandsnevndin
varð
vald aftaná seinasta løg-
tingsval, og í nevndini sita:
Hergeir Nielsen, formaður,
Heðin Mortensen, næstfor-
maður, Jógvan við Keldu,
Edmund Joensen, Jóannes
Ejdesgaard, Jákup Sverri
Kass og Jenis av Rana.
Sambært stýrisskipanar-
lógini gevur Uttanlands-
nevndin løgtinginum til-
mæli í øllum uttanlands-,
marknaðar- og verjumálum,
eisini um viðurskiftini við
Danmark, og hevur nevndin
havt eina røð av kunnandi
og ráðgevandi fundum —
innanhýsis og saman við
landsstýrinum og embætis-
fólkunum — um ríkisrætt-
arligu støðu Føroya og í
hesum sambandi samráð-
ingarnar við donsku ríkis-
stjórnina.
Hóast ætlan landsstýr-
isins um at halda samráð-
ingarnar við donsku ríkis-
stjórnina í trúnaði, so valdi
danska stjórnin at ganga
pørtum av andstøðuni á
møti og gera tær almennar.
Síðani tá hava øll skjøl verið
almenn uttan eitt, sum ligg-
ur í Uttanlandsnevndini og
er undirskrivað av Edmund
Joensen, Jóannes Ejdes-
gaard og Marjus Dam.
Hóast almennu gongdina
í málinum, so hevur hesin
partur av andstøðuni fýlst á
kunningar- og ráðgeving-
arstøðið, og upp til triðja
samráðingarumfarið tann
15. juni hava frammanfyri
nevndu harafturat hvassliga
og skrivliga funnist at hes-
um.
Uttanlandsnevndin hevur
viðgjørt hesi viðurskifti enn
eina ferð, og nevndin held-
ur, at hon á fullgóðan hátt
er kunnað av og hevur ráð-
ført seg við landsstýrið und-
ir allari málsviðgerðini av
samskiftinum við donsku
stjórnina.
Harafturat er Uttanlands-
nevndin í tráð við arbeiðs-
setningin hjá nevndini, farin
á fundarstaðið í Keypmann-
ahavn til samráðingarum-
farið 15. juni. Nevndin varð
kunnað og ráðførdi seg við
landsstýrið undan samráð-
ingarfundinum, undir sjálv-
um samráðingunum og
beinanvegin aftan á, at hesar
vóru endaðar.
Uttanlandsnevndin heldur
ikki, at tað er verkliga gjør-
ligt at náa einum hægri og
meira tíðarførdum kunning-
arstigi, og harmast um, at
umboðini hjá Javnaðar- og
Sambandsflokkinum frá-
Uttanlandsnevndin fylgdi samráðingunum
velja møguleikan at taka lut
í nevndararbeiðnum tá á
stendur. Nevndin harmast
eisini um, at hesir flokkar
heldur nýta møguleikan at
sáa iva um sjálvan arbeiðs-
setningin í teirri nevnd, sum
løgtingið hevur hevur valt
teir í.
Viðmerkt
verður,
at
nevndarlimirnir hava ikki
møtiskyldu, men standa til
svars mótvegis flokkum,
feløgum og veljarum sínum.
Soleiðis samtykt á nevnd-
arfurni tann 15. juni 2000.
Hergeir Nielsen,
formaður