Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Manchester City: Vit liggja nummar eitt Fótbóltur Hvør skuldi trú tí? Fyri trimum vikum síðani lá Manchester United átta stig fremst. Mánakvøldið vann Manchester City á grannunum í týdningarmiklastu grannauppgerðini í nýggjari tíð og yvirhálaði argasta kappingarneytan. Sjáldan, um nakrantíð, hevur stemningurin verið so góður á Etihad leikvøllinum Premier League Tróndur Arge – Etihad Stadium »Vit eru Manchester City – vit liggja nummar eitt«, sungu Manchester City viðhaldsfólkini í rúsinum eftir seinasta bríkslið í dystinum. Við einsamalla málinum í dyst­ inum, gjørdist liðskiparin og verju­ kempan, Vincent Kompany, dagsins hetja, tá hann stutt fyri hálvleik stútaði hornasparks innleggið frá David Silva í málið. Tað var tó ikki bara frammanfyri málinum, at Vicent Kompany vísti sítt virðið. Fyri fyrstu ferð í trý ár megnaði Manchester United ikki at hava eitt tað einasta skot á mál í einum dysti. Tað var serliga takka verið Vincent Kompany og Joleon Lescott í miðverjuni hjá Manchester City. Manchester City er nú framm­ an­fyri Manchester United á stiga­ talvuni. Liðini hava eins nógv stig, men Manchester City hevur eina málúrtøku, ið er sjey mál betri. Ikki síðani 1968 hevur Man­ chester City verið enskur meistari og seinastu tjúgu árini hevur Man­ chester verið reytt. Nú er líkt til, at tað bláa farvan so smátt er farin at leggja seg á norðurenska býin. Tættur fyrri hálvleikur Mangan hevur Roberto Mancini fing­ið ákoyringar fyri at spæla ov verju­kent. Tað var ikki støðan mána­kvøldið, tá hann valdi at byrja inni við framrættaðum spælarum sum David Silva, Samir Nasri, Sergio Aguero og Carlos Tevez. Hinvegin valdi Sir Alex Ferguson eina verjukenda uppstilling við Wayne Rooney sum fremsta manni og Park Ji-sung og Nani á vengr­ inum. Hann valdi somuleiðis at hava bæði Paul Scholes og Ryan Giggs á miðvøllinum. Tað gav eina mynd av, at hann ætlaði at verja javn­leikin og hava nógvar royndir á vøllinum. Fyrri hálvleikur var eisini har eftir. Manchester United kom kanska betri frá byrjan, men utt­ an at skapa nakað. Síðani hevði Man­chester City bóltin meiri, men megn­aði somueliðis ikki at bróta verj­una niður. Tað merktist eisini á spæl­ inum, at tað stóð nógv upp á spæl. Dómarin hevði eina nærm­ast ómøgu­liga uppgávu, tí við­halds­ fólk­ini, spælararnir og ikki minst venjar­arnir høvdu hug at blanda seg í dømingina. Kompany skorar Stutt fyri hálvleik minkaði larm­urin frá áskoðararunum nakað og tey flestu gjørdu klárt at fara til hálv­ leiks, tá fjórði dómarin boðaði frá, at tað skuldu leggjast tveir minuttir afturat vanligu leiktíðini. Tað var í fyrra av teimum báðum eykaminuttinum, at Manchester City fekk hornaspark í høgru síðu. Bóltsnillingurin úr Spania, David Silva, legði bóltin millimetur neyvt innfyri til Vincent Kompany, sum sleit seg leysan frá Chris Smalling, ið royndi at dekka hann. Mitt fyri mál­inum úr stuttari frástøðu kundi verju­leikarin úr Belgia seta sína stóru pannu á bóltin og stúta heima­liðið á odda. Ein minutt seinni bríkslaði dóm­arin fyri hálvleiki. Tað kend­ ist nærmast sum at dysturin var liðugur, so nógvan gakk áskoðar­ar­ nir hildu meðan spælararnir gingu av vøllinum. Venjararnir í øðini Tað lá nú í kortinum, at Sir Alex Ferguson fór at skifta onkrar av fram­rættaðu spælarunum inn. Á vøllin kom Danny Welbeck, meðan Manchester svaraði aftur við at skifta verjukenda miðvallaran, Nigel De Jong, inn fyri Carlos Tevez. Tað var eftir eina takling frá inn­ skifta Manchester City miðvallar­ anum á Danny Welbeck í seinna hálvleiki, at tað kókaði yvir millum Sir Alex Ferguson og Roberto Mancini. Teir fóru nærmast til hendurs. Sir Alex Ferguson var í øðini inn á Roberto Mancini, sum hann ákærdi fyri at hava roynd at dømt dystin frá síðulinjuni. – Hann tosaði allatíð við fjórða dómarin og hjálpardómaran. Hann royndi at døma dystin, segði ein firtin Sir Alex eftir dystin. Roberto Mancini skilti tó ikki nógv av tí heila, men segði at teir tóku í hondina á hvørjum øðrum eftir dystin og at samanstoyturin teirra millum nú er gloymdur. – Ha? Tosar hann ongantíð við dómaran?, spurdi Manchester City venjarin heldur speiskur á málinum. – Eg veit ikki hvat hann segði, tí eg tosaði við fjórða dómaran. Tað stóð nógv upp á spæl og eg skilji væl at menn blíva heitir, men tað er gloymt nú, legði Roberto Mancini afturat. Trýstið kom ongantíð Tað nærmast obligatoriska trýstið frá Manchester United, tá tað teir eru aftanfyri kom ongantíð. Tað er ilt at siga um tað var tí Man­chester City verjan stóð væl, ella um Man­ chester United ikki rakti dagin. Staðfestast kann bara, at Man­ chester City var nærri at økja enn Manchester United at javna. Tað var heldur ikki til at taka feil av, tá dómarin bríkslaði fyri sein­astu ferð, at hesin sigurin var týdn­ingarmikil fyri spælararnar og við­halds­fólkini í ljósabláum, sum háls­fevndust og fegnaðust saman við millum annað Diego Marardona, sum var komin at síggja svigar­ sonin, Sergio Aguero, spæla. Teir tríggir, ið helst komu best frá uppgávuni í dystinum vóru Vincent Kompany, Gareth Barry og Yaya Toure. Vincent Kompany stóð sum eitt fjall í verjuni, meðan Gareth Barry og Yaya Toure vunnu kríggið á miðvøllinum móti Paul Scholes, Ryan Giggs og Michael Carrick. Manchester City favorittur Vinnur Manchester City dystirnar móti Newcastle og QPR, so verður Manchester City enskur meistari, um ikki Manchester United inn­ heintar tey sjey málini, ið eru á muni. Hóast Manchester City hevur eina væl betri støðu, so vil Roberto Mancini ikki gera sínar spælarar til favorittar. – Manchester United er fram­ vegis favorittur at vinna meistara­ heitið. Teir hava lættari dystir eftir enn vit, segði ein lítilátin Roberto Mancinin eftir dystin við Sky Sports. Manchester United hevur ein heima­dyst móti Swansea og ein úti­ dyst móti Sunderland eftir, meðan Manchester City skal til Newcastle, sum stríðist fyri Champions League fótbólti, og í seinasta umfarinum kemur QPR á vitjan. Tað eru tríggjar vikur síðani, at Manchester City tapti fyri Arsenal og var heili átta stig aftan­fyri Manchester United. Ein veddingar­ fyritøka í Bretlandi valdi at gjalda teimun, ið høvdu sett pengar á Manchester United at vinna Premier League, vinningin út. Á sportalinum stóð at lesa, at Manchester United verður meistari. Soleiðis sum Premier League hevur svinga aftur og fram, so er tað ikki ósannlíkt, at hendan kappingin ikki heilt er komin á mál enn og at Manchester United framvegis kann vinna meistaraheitið. Men fyribils er Manchester blátt. trondur@sosialurin.fo