Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pál hevur mist ein vinmann: Hann verður altíð mín fyrimynd Svimjing Svimjiheimurin er skelkaður og tyngdur av sorg, eftir at norski heimsmeistarin, Alexander Dale Oen, í gjár andaðist bara 26 ára gamal. Fryntligi ungi normaðurin var góður vinmaður hjá okkara egna Pál Joensen, sum hevur ilt við at fata, hvat er hent Pætur Albinus Í gjár bórust tey syrgiligu tíðindini um, at norski heimsmeistarin í 100m bringusvimjing, Alexander Dale Oen, var deyður bara 26 ára gam­al. Hann var á venjingarlegu saman við norska landsliðnum í hædd­unum í Arizona, har hann vandi í tunnari luft fyri at fyrireika seg sum best møguligt undan OL í London í summar, har hann var stór­favo­rittur at vinna 100m-teinin í bringu­svimjing og samstundis størsta gullvónin hjá Noregi. Nú er hann brádliga deyður. Mána­kvøldið amerikanska tíð komu liðfelagar fram á hann í ein­ um baði, har hann lá deyður. Orsøk­ in er framvegis ókend. Vinmaður hjá Páli Pál Joensen og Alexander Dale Oen vóru góðir vinmenn. Teir hava vant nógv saman og ferðast víða kring heimin á venjingarlegum og í kapp­ingum. Tað var ein týðiliga rørdur Pál Joensen, vit fingu orðið á nakrar tímar eftir, at hann hevði frætt um deyða vinman síns. – Jón (Bjarnason, red.) sendi mær eitt sms og bað meg fara á vg.no. Eg sá tað har og tað gekk ein hálvur tími áðrenn eg fekk viðurkent, hvat var hent, sigur Pál. Hálvan mei fer Pál Joensen júst til Arizona á venjingarlegu at venja undir somu umstøðum, sum nú deyði norski heimsmeistarin gjørdi tað. Fyrimyndin Pál hevði eina stóra fyrimynd innan svimjing, og tað var Alexander Dale Oen. Hesum svaraði Pál Joensen eis­ini í einum spurnarskjali hjá danska olympiska sambandinum, sum allir OL-luttakararnir fingu, og eitt nú vórðu spurdir um, hvør teirra fyrimynd var. Tað var ikki bara sum svimjari, at Alexander var fyri­mynd hjá Páli. – Hann var øgiliga prátingar­ samur, stuttligur og øll hava góð minni um hann. Hann var eitt fan­ tastiskt menniskja, ein fyrimynd fyri meg sum svimjari og sum menn­iskja. Hann verður øgiliga nógv saknaður í svimjiheiminum. Hann var góður við øll og eingin hev­ur nakað ringt at siga um hann, sigur Pál Joensen og heldur fram: – Hann hevur leingi verið mín allar­størsta fyrimynd. Hann hevur verið ein mentor fyri meg og víst serliga stóran áhuga fyri mær sum svimjara og hevur givið mær nógv góð ráð ígjøgnum tíðirnar. Hann vildi stuðla mær sum svimjara eftir­ sum hann sá seg sjálvan í mær, í og við at hann eisini kemur úr einum lítlum landi. Jón skelkaður Eins og Pál Joensen, so hevði venj­ ari hansara, Jón Bjarnason, eisini eitt tætt tilknýti til Alexander Dale Oen. Hann kjattaði við hon­um á Facebook nakrar tímar áðrenn hann andaðist, og tað vóru sjálv­ andi skelkandi tíðindi, sum Jón fekk dagin eftir. – Ein gamal svimjari ringdi til mín og segði tað við meg. Eg fór at leita á netinum og sá bara okkurt um tað á VG, og síðani kom tað so eisini á Aftenposten. Eg hugsaði, at hetta mátti vera ein sjúk og horribul vittigheit, og tað bara ikki ber til. So seint sum í gjárkvøldið kjattaði eg við hann á Facebook og hann segði seg vera troyttan av øllum Manchester United-prátinum, sigur ein rørdur Jón Bjarnason, sum hev­ ur kent Alexander persónliga í fleiri ár. – Vit hava ferðast runt saman, búð og etið á sama hotelli. Eg og Pál hava eisini vant saman við norska landsliðnum, og tað gongur nógv ár aftur í tíðina, sigur Jón. Hann var fantastiskur Hóast rørdur, so tekur tað bara ein brøkpart av einum sekundi, áðr­ enn Jón Bjarnason byrjar at rósa norsku stjørnuni og lýsa hann sum menniskja. – Hann var heilt fantastiskur og hevði eina karisma út yvir tað vanliga. Hann var ógvuliga sterk­ ur og hevði stórt sjálvsálit, ja størsta sjálvsálit av teimum sum eg nakran­tíð havi møtt. Eg havi ongan­tíð hoyrt hann siga eitt nega­tivt orð – altíð við einum smíli, skemtandi og ikki argur um nakað sum helst, sigur Jón og bara kann vísa á, hvussu nógv Pál eisini sá upp til hann. Óskiljandi Tað var sum vera man ein skelkur uttan líka, sum liðfelagarnir hjá Alexander fingu, tá ið teir funnu hann deyðan mánakvøldið ameri­ kanska tíð. Enn er eingin komin fram til nakra orsøk til deyðan, men kann tað ikki vera vandamikið at venja so hart í so tunnari luft sum í Arizona? – Í byrjanini er tað hart og kropp­ urin manglar ilt. Men tað er ikki vandamikið á nakran hátt. Hann hevði verið har so leingi og skuldi ferðast heim um bara tveir dagar, so kroppurin hevði langtsíðani vant seg við umstøðurnar, vísir Jón Bjarnason á. Hetjan eftir Utøya Bara tríggjar dagar eftir Utøya- hóp­drápið í juli í fjør svam Alexander Dale Oen HM-finaluna í 100m-bringu í HM í Shanghai, Kina. Hann var týðiliga merktur av van­ lukk­uni í heimlandinum, men valdi at luttaka hóast alt. Hann fór allan vegin og vann gull, og eftir hetta søgdu frá­søgumenninir í norska sjón­varp­inum, at hetta mátti vera størsta løtan í ítróttarsøgu Noregs, og at hann hevði vunnið á yvir­ gang­inum. Allir svimjiheimurin stendur saman um syrgiligu deyðsboð Alexanders, og tað er nú greitt, at heims­meistarin, størsta OL-vónin hjá Noregi og góði vinmaðurin Páli og Jón hevur svomið sína seinastu longd. albinus@sosialurin.fo Pál og Alexander hava mangan vant saman. Her eru teir avmyndaðir í Calella saman við norska landsliðsvenjaranum, Gard Kvale Myndir: Jón Bjarnason Pál og Alexander práta saman í Budapest í 2010. Hetta er fyrsta langteinakapping sum seniorsvimjari, at Pál slær ígjøgnum. Hann vann silvur til EM 2010 í 1500m frí Alexander var týðiliga rørdur, tá ið hann tríggjar dagar eftir Utøya-hópdrápið vann HM-gull heim til eitt Noregs í skeljasori Mynd: www.vg.no