Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Hvalbiar kommuna hevur samtykt at lata eitt ávíst gjald til Suðuroyar Ferðavinnufelag. Kommunan letur 47 krónur fyri hvønn íbúgva til felagið. Enniberg kom týskvøldið aftur á Havnina av fiskiskapi í Barentshavinum. Teir hava um 850 tons í flaki. Snorri Brend Viðareiði: Tað var tíðliga í vár, at bygdaráðið setti niður ein bólk sum skuldi fyrireika hetta hátíðarhaldið. Í hesum bólki vóru vald Andrias Justesen, Sjúrður Joen­sen, Bergur Viderø, Jense­beth Absalonsen og Hanus Kjølbro. Stóri dagurin varð ásettur at vera leygardagin 28. apríl. Hetta var í mangar mátar ein góður dagur, tí ókeypis var at koyra gjøgnum undir­sjóv­ar­ tunl­ar­nar. Nógv varð gjørt burturúr henda dagin á Viðareiði, bæði við talum, sangi og hug­ leið­ing­um. Til høvið hevði fyri­reik­ ing­ar­bólkurin fingið Arn­ stein Niclasen og Kinnu Poul­sen, listaummælara at halda røðu. Samstundis settu 17 sangarar úr Klaksvík eisini sín dám á tiltakið. - Eg haldi, at tað mundu vera eini 400 fólk sum vitj­ aðu framsýningina hes­ar báð­ar dagarnar, segði And­ rias Justesen við Rás2 týs­ dag­in. 40 nýggj verk Tað lá ikki í kortunum, at Arnold skuldi gerast lista­ maður burturav. Hann byrjaði annars handaliga og kreativa lív sítt sum gull­ smiður. Síðani hann gavst sum gull­smiður, hevur Arnold búð á Viðareiði, og sum lista­ maður hevur hann verið rætti­liga virkin: Í atelierinum í kjallara­ num er ofta trongligt, tí máln­ingar í longum rað standa allastaðni fram við veggju­num. Javnan kemur fólk, frá nær og fjar, á gátt at hygg­ja og kanska ogna sær onkran málning. Myndevnini hjá Arnoldi eru framvegis Viðareiði, Malins­fjall, Villingadalsfjall, Hell­an og Eiðsvíkin, hús, bát­ ar og fólk. Hann málar ofta sama motivið umaftur og um­aftur, og stílurin er so við og við vorðin alt einfaldari, so teir sterku litirnir sleppa at tala fyri seg. Í 2010 gav Listasavn Før­ oya út bók um listina hjá Arn­oldi, samstundis sum hann lat upp framsýning í Listaskálanum. Bókin við­ger listina hjá Arnold frá teim­um fyrstu royndunum og upp til dagin í dag, og um­røður tann sermerkta og persón­ liga stílin, ið Arnold hevur funnið. Í bókini verður list han­ sara lýst soleiðis: - Víst er tað so, at lands­ lag­ið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verki­num, koma vit inn í annan hugaheim. Vit sígg­ja landslagið við øðrum eyg­um. Í hesum finst tann ser­merkti og endurnýggjaði lands­lags­ málningurin, sum er heilt eina­stand­andi í norður­ lendskum høpi. At list hansara fram­ vegis hevur áhuga, prógv­ar framsýningin í fim­leik­ar­ høllini í Viðareiðis skúla til ful­nar. Á framsýningini vóru íalt 50 listaverk, harav 40 teirra vóru nýggj. Hugurin at ogna sær eitt av hansara verkum var so stórur, at 30 teirra vórðu seld hesar dagarnar. snorri@sosialurin.fo 40 nýggj listaverk hjá Arnoldi FRAMSÝNING Leygardagin heiðraði bygdarfólkið á Viðareiði listamálaran og bygdarmannin Arnold Vegghamar sum júst er farin um tey 75 árini. – Vit eru sera væl nøgdir við undirtøkuna, siga tveir av fyrireikarunum, Andrias Justesen og Sjúrður Joensen KREATIVUR 75 ára gamli listamálarin, Arnold Vegghamar byrjaði sítt kreativa virki sum gullsmiður. Men tey seinnu árini hevur hann bert málað Mynd: Norðlýsið FAKTA Arnold Vegghamar 22. apríl fylti Arnold Vegghamar 75 ár. Arnold hevur málað heilt frá ungum árum og hevur við á nógvum framsýningum. Í nógv ár arbeiddi hann sum gullsmiður í Havn, og stundirnar til at mála vóru ikki altíð so góðar. Men á hvørjum ári legði hann tó nakrar málningar eftir seg. Myndevnini vóru aloftast úr náttúruni kring heimbygdina, og stílurin var siðbundin naturalistiskur sum hjá nógvum føroyskum málarum. Stílurin er so við og við vorðin alt einfaldari, so teir sterku litirnir sleppa at tala fyri seg. UNDIRTØKA Eini 400 fólk vóru í Viðareiðis skúla, nú framsýningin við 50 verkum eftir Arnold Vegghamar var í bygdarskúlanum Mynd: Norðlýsið