hósdagur 3. mai 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
33 ára gamla Ásla Rannvá
Svensson
hevur
áður
málað mest í gráum og
myrkum litum, men allir
málningarnir á framsýning
ini, hon letur upp í morgin
eru í bjørtum litum.
Tað er ikki tilvitað, sigur
hon.
Orsøkina heldur hon
vera, at veturin var strævin,
og tað var eitt stríð at fáa
húsini, sum tey hava bygt
sær á Velbastað, liðug.
– Eg giti, at litirnir hava
hjálpt mær gjøgnum ta
tíðina, sigur Ásla Rannvá
Svensson.
Hon hevur einki ættar
tilknýti
til
Velbastaðar,
men pápi hennara, lista
maðurin
Kári
Svensson
hevur listaskála á Velba
stað, og hann hevur eisini
eina íbúð. Ásla hevur verið
nógv saman við pápanum
á Velbastað, og hon valdi at
byggja á Velbastað, tí har
er hugnaligt, og ljósið so
hugtakandi.
Annars hevur hon altíð
verið hugtikin av litum.
Ásla málar beinar linjur,
og sjálvt um hon ikki bein
leiðis brúkar motiv, kunnu
fjøll og skýggj hómast í
myndunum.
– Eg eri eisini byrjað upp
á nakað nýtt, sum eg nevni
spor í lívinum.
Umframt teir 30 máln
ingarnar
hevur
hon
á
framsýningini
smúkkur,
sum hon hevur gjørt sjálv,
arm- og hálsbond, ymist úr
trøi og tøvdum.
Alt er líka litríkt.
Framsýningin hjá Áslu
Rannvá Svensson í Smiðj
uni í Lítluvík letur upp í
dag klokkan 16 og er opin
tað kvøldið til klokkan 23.
Fríggjadagin er opið frá
klokkan 13 til 18, leygar
dagin frá klokkan 11 til 18
og sunnudagin frá klokkan
14 til 19.
Ásla
Rannvá
hevur
havt fleiri framsýningar.
Saman við øðrum og eis
ini einsamøll. Síðsta fram
sýning hennara var fyri
umleið hálvum øðrum ári
síðan í Smiðjuni í Lítluvík.
Litrík fram
sýning í Lítluvík
Í dag letur Ásla Rannvá
Svensson upp málningafram
sýning í Smiðjuni í Lítluvík
Hetta verður aðru ferð, at
North Atlantic Fish Fair
verður hildin í Klaksvík.
Fyrstu ferð, hetta tiltak
bleiv fyriskipað, var í Runavík
í 2001, og hevur síðani verið
eitt
afturvendandi
tiltak
annað hvørt ár, tó undantikið
2009.
Yvirlit yvir messurnar:
2001: Runavík
2003: Runavík
2005: Tórshavn
2007: Tórshavn
2011: Klaksvík
2013: Klaksvík
Heilt frá byrjan hevur undir
tøkan verið avbera góð –
bæði hvat viðvíkur vitjandi
og framsýnarum, og hava
fleiri av framsýnarunum lut
tikið øll árini, messan hevur
verið.
Av framsýnarum hevur
luttøkan verið umleið helvt
um helvt føroyskar og út
lendskar fyritøkur, og av
teimum vitjandi hava eini 10
prosent verið útlendingar.
– Samfelagsliga er nógv
broytt hesi seinastu 12 árini,
og hevur infrastruktururin
við undirsjóvartunlum gjørt
tað nátúrligt, at messan í 2011
flutti til fiskivinnuhøvuðs
staðin,
Klaksvík,
skrivar
Klaksvíkar kommuna í tíð
indaskrivi.
Meðan messan er, verður
eisini skipað fyri ráðstevnu
og fyrilestrum, eins og Klaks
vík annars kemur at hava
nógv ymisk tilboð til gestir
nar.
North Atlantic Fish Fair
í Klaksvík næsta ár
FRAMSÝNING Klaksvíkar Kommuna og North Atlantic Fish
Fair hava gjørt avtalu um, at næsta North Atlantic Fish Fair
verður í Klaksvík í døgunum 9. til 11. apríl 2013
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, og Áki í Skemmuni, stjóri fyri North Atlantic Fish Fair
Margarinfabrikkin
skipar
fyri Talent 2012 í mai mán
aði. Hetta er fjórða árið, at
stóra Talentkappingin verð
ur í Margarinfabrikkini fyri
børn í 3. - 7. flokk, og hús
ið ger seg klárt til at taka
ímóti talentfullum børnum
og teimum mongu áskoðar
unum. Í ár er vinningurin
ein framførsla á Barnafesti
valinum og 1000 kr, og fyri
skipararnir gleða seg at síggja
alt frá sangfuglum, slangu
fólkum til gandakallar.
Kappingin verður 23. og 24.
mai, og stóra finalan verður
fríggjadagin 25. mai. Talent er
fyri øll børn í Føroyum, sum
ganga í 3. til og við 7. flokki.
Tað er møguligt at tekna
seg til kappingina á talent@
fabrikkin.fo, har ein skrivar
navn, aldur og talent.
Fyrsta árið vann Hjalte
við sínum undirhaldandi og
kulum dansurørslum, tá lut
tóku nógv børn við ymiskum
talentum.
Av tí at undirtøkan var so
stór, var kappingin árið eftir
enn størri, við størri vinningi
og fleiri luttakarum. Finalan
var hildin í Perluni, har tón
leikabólkurin Dragon Eye
vann.
Síðsta ár var tað aftur ein
dansari, sum vann. Jón vísti
fantastiskar
dansifram
førslur, sum vóru væl vandar
og undirhaldandi.
Størsti munurin frá fyrstu
Talentkappingini til í ár er,
at luttakararnir gera nógv
burtur úr framførsluni, teir
venja nógv og hugsa nógv um
stíl og pallframførslu. Hvørt
umfar er eitt festligt show
við dugnaligum børnum.
Margarinfabrikkin bjóðar
øllum børnum at vera væl
komin til Talent 2012, sum í
ár er stuðlað av Tórshavnar
Kommunu.
Meira kunning er á okkara
facebook síðu og á www.
fabrikkin.fo
eirikur@sosialurin.fo
Talent í Margarinfabrikkini
tiðindi
Leingi væntaða byggilógin, ið Kári P. Højgaard, landsstýrismaður,
hevur lagt fyri Løgtingið, varð mikudagin samtykt og kemur í
gildi 1. apríl 2013. Endamálið við lógini er at tryggja dygdargóða
bygging í Føroyum, sum er tillagað føroyska veðurlagnum.