hósdagur 3. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
James Olsen
Súsanna á Dul, leiðari í
handlinum hjá Mariu Poul
sen, sum eisini er samskipari
hjá handlunum í miðbýnum
sigur, at tað í høvuðsheitnum
er fyri at styrkja miðbýar
lívið, at tey skipa fyri hesum
tiltaki.
– Hetta er fyri at skapa
góðar og hugnaligar karmar
fyri
fólk
í
miðbýnum.
Handlarnir hava leingi opið,
og tað skal verða hugnaligt
hjá familjum at fara út at
keypa saman í miðbýnum,
her tey kunnu hugna sær
– og kanska njóta tað góða
veðrið, sigur Súsanna á Dul.
– Vit í miðbýnum verða
noydd at gera okkurt ser
stakt, tí at kappingin er
hørð á hesum øki, og vit
vilja sjálvandi verða við til at
skapa bestu karmarnar sam
an her í miðbýnum, sigur
hon.
Seinastu
tíðina
hevur
Tórshavnar býráð roynt at
bøtt um parkeringsviður
skiftini í miðbýnum, men
tey handlandi vildu kortini
ynskt, at umstøðurnar vóru
nógv betur, enn tær eru.
– Vit vita øll, hvussu tor
ført tað kann verða at finna
sær eitt pláss at parkera,
men vit vita tó eisini, at bý
ráðið arbeiðir við at loysa
trupulleikan, sigur Súsanna
á Dul, sum eisini heldur, at
tað, ið er mest umráðandi
fyri tey í miðbýnum er, at
viðurskiftini at koma til og
frá handlunum eru so góð
sum gjørligt.
Ætlanin er, at miðbýar
dagurin skal verða eitt aftur
vendandi tiltak nakrar ferðir
árliga, at tey handlandi kun
nu sýna fram – og har mið
býurin verður settur í fokus.
Í VikuBlaðnum, sum kom
í vikuni var fyrsta Miðbýar
blaðið við sum innlegg. Í
hesum blað, sum kemur
nakrar ferðir árliga, verður
dentur lagdur á miðbýin og
tað, sum í miðbýnum er. Tey
handlandi hava lýsingar har,
og eisini eru fastir tættir, sum
eitt nú Ein býarmynd, Gamla
gøtan, Eg og miðbýurin og
lærlingurin í miðbýnum.
james@sosialurin.fo
James Olsen
Felagið er er partur av Dansk
Kennelklub, hvørt fremsta
endamál er at fremja aling
av sunnum og rasutypiskum
hundum.
– Vit eru 167 limir í Føroy
um, meðan 34.000 limir eru
í Dansk Kennelklub, sigur
Fríða Matras Brekku, sum
umboðar HUFF.
Føroyska
felagið
var
stovnað í 2005, og er tólvta
økisfelagið
hjá
Dansk
Kennelklub.
Fríða
Matras
Brekku
sigur, at tey ikki vita neyvt,
hvussu nógar hundarasur
eru í Føroyum.
– Men vit vita, at tað eru
nógv sløg, harímillum kann
eg nevna: Fransk Bulldog,
Labrador, Golden Retriever,
Italienskur
Mjáhundur,
Sheltie (Shetlendskur seyða
hundur), New Foundland
er, Chihuahua, Gravhund
ar,
Schefarar,
Flatcoated
Retriever, enskur Bulldog,
Dobberman, Boxari, Pappi
lon, kinesiskur hárleysir og
fleiri.
Hundarnir eru býttir upp
í 10 bólkar, alt eftir hvat teir
verða brúktir til, ella hvat
teir eru ætlaðir til, og í 2012
vóru allir hesir bólkarnir um
boðaðir.
Fríða Matras Brekku sig
ur, at øll kunnu tekna seg
sum lim í felagnum, og at tær
als ikki nýtiast at hava hund,
fyri at gerast limur. Enda
málið hjá teimum er at skapa
betri karmar fyri hunda
eigarar í Føroyum, eitt nú
at fáa kommunur at hegna
øki inni, har hundafamiljur
kunnu sleppa hundum sín
um leysum, uttan at verða
órógvað.
– Vit í felagnum gera
annars mest við at halda
skeiðvirksemi, og at læra
føroyskar hundaeigarar at
ala upp hundar sínar. Eisini
geva vit góð ráð til limir
felagsins. Einafeð um árið
hava vit eitt tiltak, einans
fyri rasuhundar, ið verður
hildið í høllini á Nabb í
august mánað. Í ár hava vit
so fingið tann stóra heiður at
fáa ein kendan svia, ið er All
round dómari, t. v. s. at hon
kann døma allar rasur, sigur
Fríða Matras Brekku.
– Hetta er okkara størsta
tiltak,
og
hettar
dregur
rættuliga nógv fólk til til
takið. Vit hava eisini »barn
og hund skeið«, ið vit bjóða
skúlunum í Føroyum. Hetta
gongur út uppá, at læra børn
at umgangast hund og læra
ikki at koma til skaða, sigur
hon.
– Okkara vón er, at allir
skúlaflokkar í landinum fáa
eitt slíkt skeið, áðrenn tey
eru í fimta flokki, og arbeiða
vit miðvíst við hesari ætlan.
Nevnast skal eisini, at hetta
er eitt ókeypis tilboð til allar
skúlar, og felag okkara rindar
allan kostnað.
Fríða
Matras
Brekku
sigur, at tey við jøvnum
millumbilum eru uttanlands
við hundum at vísa fram á
hundasýningum, men enn
ber ikki til hjá øðrum at
koma til Føroyar við sínum
hundum.
Fríða Matras Brekku sigur,
at felagið er eitt áhugafelag,
og at peningurin, sum limir
nar gjalda í limagjaldi, fer til
Dansk Kennelklub, ið eitt nú
gevur teimum limablaðið, ið
tey fáa tíggju ferðir um árið.
– Hetta blað er fult av
upplýsingum og greinum um
hundahald og annað, ið við
kemur hundauppaling. Eisni
fáa vit professionellar ven
jarar upp til Føroyar at halda
skeiðvirksemi fyri okkum –
og vit senda eisini føroyskar
venjarar til Danmarkar á
skeið, sigur Fríða Matras
Brekku.
Vilja skapa hundum og
hundaeigarum góðar umstøður
HUFF er stytting fyri Hundafelag Føroya. Og tað er sum navnið sigur eitt felag, ið sum fremsta
mál hevur at skapa betri umstøður fyri føroyskar hundaeigarar og familjur teirra
FAKTA
Handlarnir, sum eru við í
tiltakinum leygardagin:
Maria Poulsen
Fótbúni
Hon og Hann
Frú C
Akkuleya
Klivin
Thomas Dam Búnýti
Thomas Dam Intersport
Make Up Store
Sirri
Noa Noa
Kallkyn
Radiohandilin
Kissa
HNJ Bókhandil
Fyrsti Miðbýardagur verður leygardagin
HANDILSTÍÐINDI Handlar í miðbýnum í Havn hava í felag tikið stig til tann fyrsta
miðbýardagin, sum verður hildin leygardagin komandi á torginum í Vágsbotni
Ein pallur er settur upp á torginum í Vágsbotni,har
mangt og hvat verður á skránni.
Skráin sær soleiðis út:
Kl 14.00 fara handlarnir at hava eina forkunnuga
mótasýning, har víst verður alt tað nýggjasta, sum
várið og summarið hava at bjóða.
Kl 14.30 verður ein hundasýning, ið hundafelagið
HUFF skipar fyri, og spennandi verður, hvat tey fara
at framføra.
Kl 15.00 koma Angela og Hannibal at vísa teirra kynstur.
Øll vita, at tey ikki skuffa børnini við teirra stuttliga
showi.
Eisini fer Thomas Dam Búnýti at hava ein forkunnugan
loppumarknað uttan fyri handilin í Niels Finsensgøtu.
Súsanna á Dul er leiðari í handlinum hjá Mariu Poulsen.
Hon er eisini samskipari hjá handlunum í miðbýnum