Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mentanin skal í hásætið BYGDASAVN Vikuskiftið 17. til 20 mai verða mentanardagar í Sumba, har nýtt bygdasavn letur upp tíðindi BYGDASAVN Nú eru umsíðir tikin stig til at stovna eitt bygdarsavn í sunnastu bygd okkara, Sumba. Í hesum sambandi verður stórt tiltak í bygdini seinni í mánaðinum, har varpað verður ljós á ríka mentanarlívið og mentanararvin í bygdini. Snorri Brend Sumba: Eitt stórt arbeiði er lagt í, til tess at fyrireika hetta so væl sum gjørligt. Tann stóri dagurin, tá “Sunnbiar Sóknar Bygdasavn” letur upp á fyrsta sinni, er settur til leygardagin 19. mai. Tá kemur millum annað mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø at luttaka. Fyrireikingarnevndin hev­ur fingið hús til vega, har savnið skal halda til. Ein umfatandi skrá er gjørd til tað, ið er vorðið til sannar mentanardagar í Sumba, við bæði fram­sýn­ ingum, útferðum, fólka­fund­ um, fyrilestrum, andaligum tiltøkum og øðrum bæði fyri ung og eldri. Sumbiar kommuna hevur haraftrat fríðkað og gjørt eitt øki klárt við fótbóltsvøllin til kamping. So her er lagt upp til rimm­ar mentanardagar í sunn­astu bygd okkara. Úr dvala Sumba er søgurík bygd, og sum skilst hevur ikki staðið á hjá fyrireikarunum at fáa hjálp til tiltakið. Eitt týdningarmikið ar­ beiði hevur verið at fáa hend­ ur á so mongum fornum dýr­ gripum sum gjørligt, og sum nú verða savnaðir á einum og sama staði. Mentanardagarnir byrja longu hósdagin 17. mai, og halda fram alt vikuskiftið, heilt til sunnukvøldið. Millum tey mongu til­ tøkini eru fleiri konsertir, har millum annað Sveinur Gaard Olsen fer at syngja, eins og bólkurin Fire Star, sum hevur ligið í dvala í samfull 30 ár, skal spæla. Ein serstøk gudstænasta verður í Sumbiar kirkju 17. mai ið er Kristi Himm­als­ ferðardagur. Sóknar­prest­ ur­in á Tvøroyri, Jónsvein Bech prædikar, og fer at tosa um keltiskt árin á kristni- trúgv okkara. Við hesa guds­ tænastuna luttekur eisini Sumbiarkórið. snorri@sosialurin.fo Eitt stórt arbeiði er lagt í at gera skránna so áhugaverda sum tilber. Her er eitt dømi um tað – skráin fyri leygardagin 19. mai: kl. 09-10: Ábit í samkomuhúsinum. Sunnbiar Sóknar Kommuna bjóðar ókeypis morgunmat. 10-14: Gongutúrur niðan á Beinisvørð. Staðkendur ferðaleiðari (einans um viðrar) og felagssangur á fløtuni. Skutlibussar flyta fólk úr Billhústúni niðan á Hest kl. 10, og heim til bygda umleið kl. 15. 12-14: Matsøla í samkomuhúsinum 13-18: Málningalist í skúlanum. Jákup Hjaltalin, Absalon Absalonsen o. fl. 13-18: Skjalaframsýning í skúlanum. (savnsverk eftir Albert Djurhuus. Hans Meinhard Djurhuus o.fl.) (hvalastøð í Lopra - søguligt innlit) og annað forvitnisligt. 13-18: Sunnbiar ítróttarsøga, bragdarlýsing og framsýning á Krossinum. 14-21: Útferðir undir Sunnbiarbjørgini. Fráferð úr Pollinum hvønn tíma (einans um viðrar). 14-21: Tivoli, hoppiborg o.a. í skúlagarðinum. Johan í Fámará undirheldur. 15-16: Kappróður. Gomul 6-mannafør (einans um viðrar). 16-17: Sunnbiar Sóknar Bygdasavn opnar alment. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri flytur fram røðu, og Sunnbiarkórið luttekur. 19-23: Kvøldseta og fedranna tala, borðhald, felagssangur, gaman, álvari, framførslur, frásagnir v.m. 24-01: Fólksins rødd og felagssangur. Arnfríð Hentze flytur fram midnáttarrøðu. 01-??: Enskur dansur (X-factor stjørnan Sveinur við bólki). Serstakur gestabólkur “Fire Star”: Ronnie Nielsen, Birgir Djurhuus, Halldórur Kjærbæk, Poul Johs. Poulsen - Jan Nielsen - Georg eystan Á. Ein dagur úr skránni