Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Leygardagin eru liðin 90 ár, síðani russiska dagblaðið Pravda kom út fyrstu ferð. Sunnudagin eru liðin 10 ár, síðani niðurlendski politikarin Pim Fortuyn varð myrdur. 23. apríl fingu Jóhanna og Janus Thomsen, Nes, Eysturoy.ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4450 gr. Føðingar Sunnudagin 29. apríl fingu Ida og Jógvan eina lítlasystir, sum vigaði 3790 gr. og var 54 cm long. Foreldrini eru Tóra og Herbert í Lon, Hoyvík. 26. apríl fingu Petra Sjóstein og Jóannes Larsen, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3290 gr. 14. apríl fingu Kristel Dam og Poul Eli Bærendsen, Tvøroyri, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3820 gr. 21. apríl fingu Dania Ludvig og Karl Haraldsen, Vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3710 gr. 24. apríl fingu Kathrina Klakk og Jákup Alfredson, Toftum, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4660 gr. 26. apríl fingu Cecilia í Køk og Hendrik V. Joensen, Signa­bø, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3750 gr. 24. apríl fingu Halla Heinesen og Jákup Súni Andreasen í Vestmanna, ein fittan lítlan drong, sum var 52 cm langur og vigaði 3660 gr. Í morgin kemur kent kam­ arkór úr Keyp­manna­havn henda vegin at vitja. Talan er um kamarkórið í Santk Annæ Gymnaisum í Keypmannahavn. Sankt Annæ er rættuliga kendur sangskúli í Keypmannahavn. Longu úr 3. flokki í fólka­ skúlanum taka tey næm­ingar inn eftir, hvussu tey duga at syngja. Altjóða við­urkenda Københavns Drenge­kor er mannað við dreingjum úr hesum skúl­anum. Tá er talan um dreing­ir úr 3. flokki og fram til rødd­in fer í yvir­ gang. Í skúlanum eru eis­ini bæði big band og symfoni­ orkestur, og har eru eisini framúr gentukór og stórt gymnasiukór. Og so er tað kamarkórið, sum hevur virkað síðani 2006, og sum í morgin kem­ ur henda vegin at vitja. Í kórinum eru 28 sangarar, og kórleiðari er Flemming Windekilde. Kórið arbeiðir fyrst og fremt við torførum klass­ iskum a cappella repertoire, men eisini saman við ryt­m­ iskum tónleiki og við ný­mót­ ans kompositiónum Skráin er rættuliga fjøl­ broytt. Kórið syngur verk eftir Bach, Verdi, Whitacore, Grieg, Holmboe, Petterson- Berger, John Dowland, Finn Høffding, S. S. Schultz, Oluf Ring, B. Hjelmborg, J, Jer­ sild, P. Schierbeck og Ives Grayston. Fyrsta konsertin verður í Christianskirkjuni í Klaks­ vík leygardagin klokk­an 16. Sunnukvøldið kl. 19.30 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju. Fyrrapartin mána­dagin syng­ ur kórið í Studenta­skúl­anum á Kambsdali, fyrra­partin týsdagin er skúla­konsert í Havn, og týs­kvøldið klokkan 19.30 hevur kórið konsert í Vestur­kirkj­uni. Kórið fer aftur til Keyp­ mannahavnar seinnapartin mikudagin. Kent kamarkór úr Keypmannahavn vitjar Næstu dagarnar fer kamarkórið á Sankt Annæ Gymnasium í Keypmannahavn at halda konsertir í Klaksvík, Fuglafirði og í høvuðsstaðnum Jógvan Danielsen, Tórshavn, ættaður úr Syðradali andaðist á Landssjúkrahúsinum 30. apríl, 70 ára gamal. Jarð­ar­ ferð­in verður úr Kirkju­garðs­ kapellinum fríggjadagin klokk­an 14. Anna Sofía Buch fødd Garðs­ horn í Elduvík, búsitandi í Her­følge, andaðist í heim­in­ um sunnukvøldið 29. apríl, 79 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Herfølge Kirkju leygardagin 5.mai kl.13.30. Magdalena Gøthe, Norðagøtu andaðist í morgun á Gøtubrá, 88 ára gomul Eliesar Sunleif Jacobsen, van­liga nevndur Essa, úr Leir­vík andaðist mánadagin, 47 ára gamal. Hildigunn Jensen, ættað úr Havn, andaðist í Herlev 27. apríl, 84 ára gomul. Karl Johan Fossá, Tvør­oyri andaðist á Lands­sjúkra­hús­ inum leygardagin, 70 ára gam­al. Jona Midjord, Hov, fødd Zachariassen, ættað úr Vest- manna andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin, 88 ára gomul. Jógvan Simonsen, vanliga nevndur Egga Saltangará, and­aðist leygardagin á Lands­sjúkrahúsinum, 67 ára gam­al. Maja Jacobsen, ættað úr Mykinesi búsitandi í Tórs­ havn, andaðist týsdagin, 95 ára gomul. Hanna Valdemarsdóttir Joen­sen andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum týsdagin, 53 ára gomul. Clara Katrina Ziska Tómas­ son, búsitandi í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi fríggjadagin 27. apríl, 80 ára gomul. Thurid Potts, Syðrugøtu, andaðist hósdagin á Gøtubrá, 91 ára gomul. Oleana Olsen, Argir and­aðist hósdagin á Lands­sjúkra­hús­ inum, 88 ára gomul. Elias Joensen, ættaður úr Sørvági, búsitandi í Vági, and­ aðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi, flaggdagin 25 apríl, 93 ára gamal. Ranva Maria Heinesen, Klaks­vík andaðist á Klaks­ víkar sjúkrahúsi týsdagin, 66 ára gomul. Andlát