Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Fríggjadagin kl. 20.00 hevur danski vokalbólkurin Vox North konsert í Norðurlandahúsinum. Konsertin er partur av Kórstevnuni. Eg kom at kenna Karl Jo­ han, tá vit fóru í Realskúla í 1954. Vit gjørdust síðu­ kammi­ratar og vinir fyri lívið. Vit fylgdust eisini í Studenta­skúlan, har vit vóru á fyrsta holdinum, sum gingu í tann trý ára skúl­an, og sam­stundis teir sein­astu, ið gingu úti á VBV, sum lá úti á Skansa­vegnum við útsýni yvir havnarlagið og allan Nólsoyarfjørðin. Tíðin á VBV var góð og útviklandi hjá okkum, tori eg at siga. Eisini tí vit høvdu sum fasta rutinu, altíð at ganga lang­ar túrar aftáná skúlatíð, út á molan, níðan í býin, og so­ leiðis nakrar ferðir aftur og fram til øll ivamál vóru vend og diskuteraði forsvarliga ígjøg­num. Karl Johan ætlaði at lesa til tannlækna, og fór í 1962 niður til Århus, men tá hann sá, at teir skuldu lesa næstan líka nógva anatomi, sum læknar, so skifti hann studium, og bleiv lækni. Karl Johan var, sum eg kendi hann, ein ógviliga re­ ell­ur, ágrýtin, vitandi og fantasi­fullur maður. Hann var lætt­ur at tosa við. Hann var oftast í góðum lag, og virk­aði sjald­sama posi­t­ivur. Hann var typan, sum longu í skúlanum fór langt út um lesi­bøkurnar, sum skuldu terp­ast. Ofta sat hann í tím­ un­um og teknaði og kon­ stru­er­aði ymisk inn­vikl­aði appa­rat og ting. Eg minn­ist eina­ferð í Real­skúl­anum, at hann hevði eina lidna kon­ struk­tiónstekning til ein benzin-motor. Hann ætl­aði at stoypa allar deilir­nar sjálv­ ur. Um ætlanin bleiv gjøg­ num­førd minnist eg ikki. Karl Johan var stovn­ari av Tórshavnar Froskmanna­ felag saman við Arnbjørn Thomsen, S.A. Jensen og Hera Mørkøre. Hesir vóru teir fyrstu í Føroyum, sum av álvara fóru at kanna lívið og vakurleikan á havsins botni. Teir fóru at geva blað út, Froskmannatíðindi, og har vóru eisini fotomyndir, sum Karl Johan hevði tikið undir vatni við einum undirvatns­ kamera, sum hann sjálvur hevði gjørt sær. Tað var eitt van­ligt fotografiapparat, sum var sett í eitt hylki, sum var gjørt úr einum goml­um el-málara. Fyri at kunna stilla tíð, blendu og av­stand á appa­ratinum, hevði hann klipt ein fingur av einum gummihandska og sett í eitt hol, so hann undir vatni kundi stilla apparatið og taka góð bíløt. Eg meini, at Karl Johan eisini var fyrstur at keypa sær eina svimjidrakt, eina turrdrakt, sum man brúkti tá. Teir høvdu áðrenn hetta allir kavað í føroyskum troyggjum, men tað kundi allíkavæl vera nakað kalt. Aftan á lestrartíðina í År­hus bleiv Karl Johan lækni á Tvøroyri, og tað bleiv hansara lívsstarv, og sum altíð var hann í hes­um arbeiði nærlagdur og av­hild­ in. Tað var ikki so ofta vit hittust tey seinnu árini, men hvørjaferð tað hendi, føld­ist tað, sum eingin tíð var ging­ in. Eg hevði glett meg at hitta Karl Johan aftur, nú okk­ara studentaárgangur skal hittast aftur í juni til 50 ára jubileum, men so skuldi ikki vera. Góða Alma, tit vóru eitt vakurt og verdugt par, líka frá tí tit fóru at ganga saman í skúlatíðini í Havn. Eg hugsi í dag um teg og tykkara familju við samkenslu. Eg eri takksamur fyri, at eg havi kent Karl Johan, hann var ein góður, glaður og inspirerandi vinur. Rolf Guttesen Til minnis um Karl Johan Fossá Samkomusalurin Ebenezer í Havn verður í hesum døg­ um málaður. Salurin var tikin í nýtslu í 1963, eftir at gamli salurin, sum var bygd­ ur í 1905, var tikin niður og settur upp aftur í Runa­vík og fekk navnið Berøa. Hetta er fyrstu ferð at bygningurin verður málaður, síðan hann varð bygdur. Tað er Mál­ ara­meistarin Uni Zacha­ria­ sen, sum stendur fyri ar­ beiðnum. Mynd: Christian Rubeksen Ebenezer málað