Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Hvat varð av føroyska tónleikinum í KVF T ann eini sangurin verð­ur avloystur av tí næsta. Enskur popp­ musikkur. Fyri sovítt ikki so galin tónleikur. Ein skuldi trúð, at summarferian var byrjað. At vit koyrdu bil í út­ landinum, og vit høvdu tunað inn á eitthvørt lokalradio. Men nú varð klokkan 10 og fesk føroysk tíðindi eru at hoyra í hátalarunum. Vit eru framvegis í Føroyum. Havi hug at spyrja, hvar varð av føroyska tónleik­in­um í Kringvarpi Føroya? Sjálv­ andi veit eg, at tað verður spælt føroyskt gjøgnum dagin. Onkuntíð meira, onk­ un­tíð minni. Tað sigst, at sam­anlagt er talan um eini tríati prosent. Ivist kortini, um tað er so frægt, og eri ann­ars av teirri hugsan, at hetta talið kundi verið væl hægri. Tað koma allatíðina góðir sangir og frálíkar fløgur út, sum tíanverri sera sjáldan eru at hoyra í Útvarpinum. Nøk­ ur løg verða møguliga tráð­ spælt í eina viku ella kanska ein mánað, og so hoyrir tú tey nærum ongantíð aftur. Lat meg skunda mær at siga, at her verður ikki hugs­að um egnar sangir ella áhuga­ mál, men at eg, sum borgari í landinum og sum lærari í føroyska fólkaskúlanum, veru­liga eri av teirri áskoð­ an, at Kringvarpið á tónleika­ økinum kann tæna fólkinum eitt sindur øðrvísi og heldur betri enn higartil. Tíðirnar broytast og í dag kunnu børn og vaksin í telduni og í telefonini leita fram eitt ótal av sangum og videoløgum. At finna ta før­ oysku mótjavnvágina til út­ lendska árinið, er ein avbjóð­ ing og uppgáva, sum vit mugu taka í álvara. Vit skulu ikki undir­meta ta ávirkan, sum miðl­arnir hava á okkara børn og ungdóm. Tí hava vit meira enn nakran­tíð brúk fyri einum al­mennum kringvarpi, sum gerst ein góður felagsnevnari fyri føroyskan samleika og mentan. Útvarp Føroya, sum ser­ liga um morgnarnar savnar alla ta føroysku familjuna, eig­ur í størri mun at geva inni­vist til føroyskan tón­ leik. Á móðurmálinum er ein ótømandi goymsla av góð­um og fangandi sangum, sum flestir føroyingar fegnir taka við sær gjøgnum dagin. Før­oyski sangskatturin er kanska tann størsti í heim­ inum, um vit rokna útgáv­ ur­nar uppá borgaran í land­ inum. Í míni verð er tað løgið, at vit sum samfelag síggja eina æru í at skriva, syngja og samskifta á føroyskum, hví nærum alt lærubókatilfar í Fólkaskúlanum skal vera før­oyskt, tá almenna kring­ varpið hevur enskt sum høv­ uðs tónleikamál. At enski tónleikurin part­ víst tekur yvir um kvøldarnar og næturnar er at liva við, men hví ikki spæla meira føroyskt um morgnarnar og gjøgnum dagin, tá ið hetta er málsliga meira stimbrandi og fyri lurtaran eisini hug­ kveikjandi. Kanska er tað meira kul at spæla enskan tónleik. Men ein føroysk public ser­ vice støð hevur eyðsýndar skyldur og uppgávur, og tað átti ikki at verið so trupult at raðfest. Tað verða framleiddar nógvar spennandi og við­ kom­andi sendingar mill­ um ár og dag í bæði útvarpi og sjónvarpi. Tað einasta eg eftir­lýsi er meira av før­ oyskum tónleiki. Gjøgnum veturin hava vit lagt oyra til áhugaverdu sendingina LP in. Við onkr­ um hendinga undantaki, so verða enskar útgávur við­ gjørdar og spældar, hóast fleiri føroyskur fløgur liggja á láni. Í væl skipaðu send­ingini, Rót og Rútma er tað einans country frá út­landinum. So hava vit Áðrenn Elvis, sum ikki gevur pláss fyri okkara sangskatti. Og føroyski rokkurin er bert hendingaferð at hoyra í Ragnarokk. Er málið at publi­sera og spæla tað nýggj­asta úr útheiminum, so verður playlistin eisini hareftir. Í sendingunum Turné og Vøkuljóð er føroysk eisini undirumboðað. Sjálvt sendingin Føroyskir Sangir er farin av skránni og Cantabile komin ístaðin. Eg finnist ikki at góðum sendingum, sum í løtuni verða gjørdar, men eg skilj­ in ikki, at tað føroyska full­ komiliga skal smokka burtur ímillum. Ífyllan, áðrenn og eftir tíðindasendingarnar, er eisini oftani útlendskur poppur. Ikki tí, tey flestu av okkum dáma væl tónleik úr tí stóru verð, og summi vilja eisini halda, at nógv verður útgivið á føroyskum, sum betri hevði ligið í einari skuffu. Men stóru tilgongdina av heimligum dygdarútgávum, har sungið verður á føroyskum ella ensk­um, sleppa vit ikki uttanum. Í dag er sjáldan peng­ar í útgávuvirksemi og skulu okkara egnu listarfólk mennast og kanska eisini bróta ígjøgnum uttanlands, so mugu tey eisini hoyrast og viðurkennast í egnum landi fyrst. Eg kann ikki annað enn harmast um, at teldurnar í út­ varpinum í alt ov stóran mun skráseta og spæla útlendska tónleik framum føroyskan. At tónleikasendingarnar, sum hoyrast fleiri ferðir gjøgnum vikuna, spæla ensktmæltan tónleik. Undantikið er líka tann eini dagurin um árið, har almenna kringvarpið einans spælir føroyskt. Hetta ljóðar næstan í og so forkunnigt. Veit ikki, um hesin dagurin kann ella skal rættvísgera nakað. Hevði skilt tað betri, um Útvarpið hevði ein ser­ ligan dag um árið, har einans altjóða tónleikur var á skránni. Fólksins rødd er neyðug og gott kjak flytur okkum frameftir. Soleiðis eigur eisini at vera í Kringvarpinum, har Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo ella trúvirðisgjógv, sum tað eitur á føroyskum, er tað orðið, sum oftast kemur mær til hugs, tá eg hugsi um, hvat tað er, sum eyðkennir støðuna mill­ um fólkið og tey ráðandi í okkar lítla samfelag. Vit uppliva ferð eftir ferð, at samband er ikki ímillum orð og handling hjá teimum fólkavaldu. Sum dømi kan nevnast fráboðanina hjá einari samdari mentunarnevnd í løgtinginum í 2006 um at Kvf skuldi niðurlaga sítt lýsingarvirksemið yvir eitt 5 ára tíðarskeið og staðfestingina av tí sannroynd nú í 2012, at handilslýsingarvirksemið hjá Kvf heldur er uppraðfest enn niðurlaga. Eitt tað feskasta dømi er broytingina í eftir­lønar­ skattinum. Hósat eygamálið hjá mær í hesum blað 7. mars í ár júst snúgi seg um hetta evnið, kenni eg meg eftir umstøðunum kortini noyddan til at taka hetta málið uppaftur. Uttan nakað hóvasták og forarbeiði og enntá ímóti ráðgevingini hjá embætisverkinum í Fíggjar­ mála­ráðnum, samtykti løgtingið í einari handa­ vending at broyta skatt av eftirlønum grund­ leggjandi. Broytingin at skatta eftirlønargjaldið, tá tað verður goldið inn til eftirlønarveitaran afturímóti, sum higartil, tá eftirlønin verður rindað út til eftirlønarmóttakaran, hevur tvær ógvusligar broytingar við sær. Tann fyrsta er, at skattaprosentið er hækkað upp í 40%, og hin er, at eftirlønarveitarin (eftirlønarkassin) fær 40% minni í inngjøldum, enn avtalað er millum partarnar. Higartil hava flestu eftirlønir verið skattaðar við einum munandi lægri prosentið enn 40, av tí, at eftirlønin við útgjald nærum ongantíð er hægri enn 60% av inntøkuni, sum ein eftirlønartakari hevði frammanundan. Talan er sostatt um eina munandi skattahækking, hóast samgongan hevur selt skattalógarbroytingarnar (flatskattin), sum eina skattalækking. Føroyskir eftirlønarveitarar hava sjálvsagt skyldu til at fyljga landsins lógum. Tí hava teir innrættað seg tekniskt so, at eftirlønarinngjøld áðrenn og aftaná 1. januar í ár, verða hildin atskild. Somu skyldu hava útlendskir eftirlønarveitarar ikki. Av somu orsøk koma øll tey, sum hava avtalur við útlendskar eftirlønarveitarar, í stórar trupulleikar, bæði í samband við at halda tær avtalur, sum eru gjørdar í góðari trúgv og í sambandi við skattin av eftirlønum, sum tey koma at rinda skatt av tvær ferðir, um løgtingið ikki broytir lógina, so tey fáa loyvi til at halda fram eftir verandi skipan, sum væl at merkja er tann sama, sum løgtings- og landsstýrismenn, sum teir einastu, saman við tænastumonnum landsins, fáa loyvi at varðveita. Góðu ráðandi her á landi. Tit vita fram um onnur, at vit liva í einari globaliseraðari verð. Tað stendur tykkum frítt fyri at gera av, at Føroyar skulu skatta eftirlønir við inngjald, hóast Føroyar eru einsamallar um hesa skipan í globaliseraðu verðini. Men, eg haldi, at tit skylda teimum samborgarum, sum í góðari trúgv hava gjørt avtalur við útlendskar eftirlønarveitarar, at fáa loyvi til at halda fram við at skatta eftirlønir, sum higartil og við hesum sleppa undan tvískatti og ikki minst, tá hesir samborgarar í roynd og veru tá ikki fáa onnur rættindi, enn tit sjálvir longu hava. Eyðfinnur Jacobsen advokatur EYGA MÁLIÐ Credibility gap Steintór Rasmussen Tónleikari Framhald á síðu 20