hósdagur 3. mai 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
Fyrrverandi løgtings- og lands-
stýrismaður fyri Tjóðveldi
Tjóðarlaðing
“Um tjóðirnar skuldu horvið, fer
hetta at gera okkum í minsta
lagi líka so fátæk, sum fóru
øll menniskju at verða púra
eins, við sama persónleika og
somu útsjónd. Tjóðirnar eru
menniskjans ríkidømi, tjóðin
er menniskjans kollektivi
persónleiki. Sjálvt tær allarminstu
hava sín serliga lit og rúma í
sjálvum sær eitt serligt frábrigdi
í tí guddómliga stavnhaldinum.”
Í stóru skaldsøguni “Frænir
eitur ormurin” brúkar Jens Pauli
Heinesen hesi vælvaldu orðini hjá
Aleksandr Isajevitj Solsjenitsyn
sum løðarstein ávegis inn í eitt
av frægu verkunum í føroyskum
skaldskapi. Søgan um politisku
ideologi´irnar, ið stríðast um at
fáa fastatøkur á eini tjóð. Og so
hesin flotti endin: “Alt er relativt,
alt er komplementert. Stundin
er komin til nýtt siðaskifti,
ein nýggjan kopernikuslátur.
Rekið menniskjað út úr
skýmaskotinum. Setið meg oman
fyri nattúrulógirnar og latið tarvin
liggja á biti við mína lið.”
Á søgunnar aldarlongu slóð er
tilvitið um tjóðina ungt fyribrigdi.
Stættir, einaveldi, kirkja og aðal
høvdu hildið rimmarfast um síni
framíhjárættindi og lunnindi,
men sum við so mongum øðrum
í okkara gamla heimsparti,
mentist eitt rák upp ímóti hesum,
ein dialektiskur virknaður,
sum rættiliga brestur fyri nev í
fronsku høvuðsborgini París, táið
borgaraskapið leggur ann ímóti
einaveldinum. Kenda franska
kollveltingin var veruleiki undir
loysunarorðunum: “Frælsi, javn
aður og brøðralag.” 14. juli í 1789
varð Bastillan tikin, og er hetta
framvegis tjóðardagur Fraklands.
Hugmyndafrøðingarnir lógu ikki á
boðunum. Teir spektu um frælsis-
og mannarættindi og løgdu støði
undir nýggjar hugmyndir um
ein nýggjan felagsskap ímillum
menniskju – tjóðskaparligu sam
tøkuna. Hugsjónin, ið hevjaði seg
sum fuglurin Fønix úr øskuni,
var ein verðsligur tvørgangandi
felagsskapur, hvørs undirstøðu
kervi var mál og mentan. Sum
so mangan var Frakland bæði
krúttunna og bráðpanna, táið
tær stóru hugsaninnar brustu
saman á søgunnar vegi, og
onki helt fyri hesum logandi
eldi, táið hann seinri sprongdi
øll landamørk. Árið eftir fingu
fraklendingar Tricoloruna –
flaggið – við litunum, sum ímynda
kollveltingarliga sloganið “Liberté
– égalité – fraternité”. Blátt, hvítt
og reytt. Neyvan er tað av tilvild,
at vit hálvtannað hundrað ár
seinri umsíðir fáa viðurkent
Merkið sum flagg føroyinga við
neyvt somu litum sum teir, ið vóru
sprotnir úr fremstu meginhending
í Europu í nýggjari tíð.
Tað stendur altíð ein ávísur
romantikkur uppi við eina
revolutión. Meiri enn so kann tað
henda, at emotionel fantasma
vinnur á vitinum, nógv dømir
eru nevniliga um, at menn
hava mist tamarhaldið á sær
sjálvum, táið teir í valdsøði hava
misnýtt tjóðskaparkensluna
sær til fyrimunar. Tað er bara
trýfjerðingsøld gingin, síðani
nationalsosialistarnir, nazistarnir,
gingu berserkaragongd um alla
Europu og útsøgnin hjá Hermanni
Gøring: “Táið eg hoyri onkran taka
orðið kultur upp á tunguna, spenni
eg hamaran á skammbyrsu míni”,
man siga alt um hvørja lagnu
hendan niðurgangshugsjón mátti
fáa. Tað er ógvuliga umráðandi at
hava sær fyri eygað, at tjóðskapur
ikki er eitt partapolitiskt
fyribrigdi. Tjóðina eiga vit øll, hin
mest íhaldni sambandsmaðurin
eins væl og hin mest rebelski
tjóðveldismaðurin. Tí varða vit
øll av henni og eiga í mestan mun
at røkja og menna hana til eina
ókenda framtíð. Soleiðis sum
heimurin sær út í dag, við einum
endaleysum og háfrekventum
informatiónsmeldri, allan
sólarringin íkring, árið íkring,
er tað umráðandi, at vit standa
saman á hermótinum – bæði ímóti
ávirkanini og trýstinum uttaneftir
og ikki minst, at vit gera neyðugu
íløgurnar í tær súlurnar, sum
tjóðin skal standa á og mennast
við framyvir. Hvussu politisku
flokkarnir í heimastýrinum
remba sær til ymsa handa á
hesum móti, er hesum degi óvið
komandi, í dag snýr tað seg um
at hátíðarhalda skjaldramerkið
fyri kollektivu ognini, sum er
føroyska tjóðin. Og hon er hartil
ein sjálvstøðug tjóð, soleiðis sum
gomlu hugmyndafrøðingarnir
nágreinaðu fyribrigdi, eitt nú
Johann Gottfried von Herder,
týskur heimspekingur og guðfrøð
ingur, sum lýsti tjóðina sum eina
livandi eind við serstøkum máli og
mentan. Serstøk er hon tó kortini
mest av tí sannroynd, at tann
politiski karmurin um hana er
øðrvísi enn hjá so mongum øðrum
tjóðum.
Lat okkum nú køkja allan parta
politikk úr høvdinum eina løtu,
og selektivt seta sjóneykuna á
hvønn lut tjóðskaparrørslan,
sum fyribrigdi og mennandi
máttur, hevur havt fyri okkum,
síðani eimur varð eldur í fronsku
høvuðsborgini fyri væl meira enn
tvey hundrað árum síðani. Tað var
ein dapurskygdur vísindamaður,
sum 7-8 ár undan stóru fronsku
kollveltingini skrivaði drúgva
ritverkið um støðuna í Føroyum.
Jens Chr. Svabo hevði mist
vónina um, at tað føroyska málið
– føroyska tungan - fór at koma
aftur í aftur. Øll orsøk var til
hendan dapra spádóm, og hesin
klóki miðvingurin kundi ikki, líka
lítið sum nakar annar, gita um
ta stóru metamorfosuna, sum lá
lutfalsliga fá ár frammi í tíðini.
Um lunnarnar, sum fóru at vera
lagdir undir eina heilt nýggja tíð í
Føroyum.
Eftir kristniboðanina og trúbótina
er íkoman av hugmyndini um eitt
fólk við egnum máli og egnari
mentan – tjóðskaparfatanin
– størsta nýbrotið nakrantíð í
Føroya søgu. Hetta ósjónliga
undirstøðukervi, sum ájavnt
og ásamt rennur ígjøgnum
heila og hjørtu okkara, kveikir
ein mátt, ein støðugt rennandi
djúphavsstreym, sum onki
heftir fyri. Úr feudalinum,
landbúnaðarsamfelagnum, sum
nóg illa megnaði at metta ein
tíggindapart av fólkatalinum ídag,
blómaði eitt óvæntað sjálvsálit,
sum m.a. tveitti útlendska
einahandilin av sær. Burturúr
hesum sprettur eitt nýtt samfelag,
ein nýggjur føroyingur, sum
brádliga skoðar út í havsbrúnna
eftir vinnumøguleikum og inn í
seg sjálvan eftir tærinum, sum
hesin nýggi infrastruktururin
hevur gjørt viðkomandi og
veruligt. Megin, ið onkuntíð tykist
koma úr ongum, men sum er
samanrenningin – synergiin – úr
menniskjansligum ørvum, sum
allir renna sama veg.
Eitt seinri klimax er gitni Jóla
fundurin, sum av álvara festi
í og kveikti. Gamaní verður
romantiska tjóðskaparrørslan
politiserað við flokkabýtinum
fyrst í hinari øldini, men hetta
broytir ikki ta sannroynd, at
rørslan undir øllum umstøðum var
og hevur verið meginásin í allari
menning. Politiserað ella ikki. Tey,
sum vóru í broddi fylkingar frá
byrjan, hava helst hugsað á sama
hátt sum Vígdis Finnbogadóttir,
fyrrverandi Íslands forseti, táið
hon á einum fundi í Keypmanna
havn fyri nøkrum árum síðani
segði, at: “Ein tjóð er ikki eitt
kvantitativt fyribrigdi, hon er eitt
kvalitativt fyribrigdi. Tað finnast
hvørki smáar ella stórar tjóðir, -
tað finnast bara tjóðir.”
Eitt nógv brúkt orð í tíðini er
tað, sum bretar rópa “nation
building” – tjóðarbygging ella
tjóðarlaðing. Oftast verður hetta
brúkt um tjóðarlaðing í einum
nationalstati, um at styrkja og
menna vitalu súlurnar undir
tjóðini, undir nationalstatinum,
og táið vit øll eru samd um, at vit
eru ein sjálvstøðug tjóð, við egnum
máli og egnari mentan, og kortini
ongum stati, so eiga vit at vera
ógvuliga árvakin í mun til hetta
høpi, sum áhaldandi laðing av
tjóðarvirðum og varðum er fyri
okkum sum nú liva, og ikki minst
fyri tey, sum skulu arva hetta
landið.
Hesi meira enn stórthundrað árini,
síðani tjóðskaparrørslan veruliga
festi í hjá okkum, hava vit vunnið
ein sigur fyri og annan eftir í
tjóðarlaðing. At háskúlamenninir,
teir stóru idealistarnir og
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til
vikuskiftisblaðið. Næstu ferð skrivar Hans Pauli Strøm
Framhald á síðu 20