hósdagur 3. mai 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hugsjónarmenninir, Símun av
Skarði og Rasmus Rasmussen,
vóru so skjótir á takinum, hevur
havt ein kolossalan týdning
fyri alla menning í Føroyum.
Starv og strev teirra fyri
føroyskum áhugamálum kann
ikki undirmetast. Vældubbaðir
í donsku háskúlarørsluni
transformeraðu teir óræddir og
undir vána korum hesa nýggju
slóð inn í fatanina hjá føroyskum
ungmennum. Ótaldar eru
frásagnirnar frá fólki, sum í nakrar
krákumánaðir undir teirra kønu
hondum fingu kveiking og íblástur
um egna megi og álit á landi og
fólki. Tað kann ikki mátast við
tummastokki, verk teirra, kanska
er tað orsøkin til, at vit í eini
støðugt meira materialiseraðari
verð ikki hava reist teimum
minnisvarðar, sum tøkk fyri eitt
ómetandi dugnaverk. At broyta
tjóðsangin hjá Símuni, kollektivu
ognina, ið øll kenna seg at eiga ein
ognarlut í, soleiðis sum ein gamal
innanríkisráðharri norðaneftir
mælti til nú ein dagin, sigur
kanska nakað væl um, hvussu
yvirfladisk vit eru vorðin. Helst
eru onnur og nýggj átøk neyðug í
tjóðarlaðingini, táið kosmetikkur,
mascara og tómar yvirskriftir í alt
størri mun hertaka miðlarenslið.
Tjóðsangurin er sum Merkið,
botnurin í samleikanum hjá
okkum øllum, so, vælsignaði, latið
hesi súmbolini og klenodi´ini
hava frið og náðir í einum støðugt
broyttum samfelag og heimi. Tað
ræður um at hava treystar vitar at
stevna eftir, at rógva aftur á aftur,
á tryggari grund, táið tað annars
kámast fyri eygunum av uppgangi
og onkisigandi strokum.
Aðrir ósyftandi sigrar eru viður
kenningin av føroyska málinum í
kirkjum og skúlum, týðingarnar av
Heilagu skriftunum, Bíbliuni, sum
kanska meiri enn nakað annað
átak slóðaði málinum rás inn í
hvørt einasta hjarta í landinum,
sálmarnir, fosturlandssangirnir,
avrikini hjá rithøvundum og
skøldum okkara, skipanin av
føroyskum miðnámsskúlum,
av einum alt meira føroyskum
læraraskúla, sum varpaði sínar
teknar út í ytstu krókar landsins,
fróðskaparsetri, útvarpi, sjónvarpi,
staðfestingin av ognarrættinum
av havleiðunum út á 200 fjórð
ingar og ikki minst støðugt
vaksandi ávirkanin á politisku
viðurskifti landsins hesi seinastu
60-70 árini.
Eitt tankaeksperiment kundi
tað verið at spola hesa søguligu
tjóðskaparkykmynd eftir hæli,
at hespað upp tjóðskapin úr
noðanum aftur. Tástani høvdu
vit sæð veruliga tærið í hesi
rørslu. Rúgvismikla bulin, sum
kom burturúr. Nú ætlanin er
at skipa føroyskan máldag,
á føðingardegi hansara, sum
skipaði – struktureraði - okkum
móðurmálið, kom eg at hugsa
um týdningarmikla leiklutin,
sum tann góði kennarin hevur
fyri í fyrsta lagi sínar næmingar
og av somu grund fyri alt
samfelagið, tjóðina. Við dygga
førninginum norðan frá Gjógv
og frá kennaraskúlanum í Havn
vegaði Hans Jákup Sigvardsen,
sáli, okkum ræsir inn í hetta
fantastiska universið, sum tað
føroyska málið er, øll tey seinru
árini í Glyvra skúla. Hann
skrivaði sína egnu mállæru, ein
lítlan reyðan bókling, ei dáni í,
tí á bróstinum í lítla skúlanum
við Gjógv, haðani so mangir
fróðarmenn er kálvføddir sum
tjóðarlaðarar, hanga ikki danskir
kongar og tróna í raði. Har hongur
málmeistarin, sum hevur allan
heiður uppibornan. Venceslaus
Ulricus Hammershaimb.
Alt er í støðugari broyting, og
hann sum tvíheldur um, at status
quo og íhald er leiðin fram, hann
doyr í globala pulserandi lívinum,
sum nú herjar heimin. Trýstið
á smáar mentanir er øgiligt og
mál doyggja - eitt fyri og annað
eftir. Fer málið – følnar tungan
- kemur hóttafall á mentanina,
og eftir tað er alt foykt burtur.
Uttan tjóðskaparliga samleikan
avtoftast oyggjarnar, so dygt sum
metropolarnir í hesum døgum
krøkja í okkum menniskju. Og í
føroyskum viðurskiftum eru tað
vit, og bara vit, sum eiga ábyrgdina
og lutin at dubba og gera neyðugu
íløgurnar á nationala frontinum.
Og sohvørt sum loftsnældur
og alnet físa alskyns fremmant
hugsannargóðs og krákugull
niðuryvir okkum, ájavnt og
áhaldandi, mega vit tryggja
javnvágina úr egnum jørðildi.
Ongin orsøk er til at steingja
fyri alheiminum, tvørturímóti,
menning kann fáast burtur
honum, um vit megna at seta
nýggju rákini inn í ein føroyskan
kontekst, sum er trúgvur ímóti
tjóðskaparfatanini, sum higartil
er tað undirstøðukervi, sum hevur
borið størstan ávøkst í Føroyum.
Havi eina fatan um, eina kenslu
av, at ein ov stór líkasæla, í hesum
stóra spurningi, um grundarlag
okkara, tjóðskapin, spakuliga
– líðandi - hevur fingið takholt
á okkum. Vit eru í meira lagi
dragnað í tjóðarlaðingini, og tað
tykist sum, at politiska skipanin
svíkur onkursvegna. Kom at hugsa
um yrkingina “Hjarta í sýrubað”
hjá Sigri M. Gaini:
Hjarta mítt
svimur í sýru
eg fái ikki
anda
Høvd mítt
er eitt
kuldaskáp
heili mín
liggur í dvala
Bein míni
fáa ikki steðgað
flýggjandi undan
pínu
Hjartanum
tørvar basu
til dømis
lívsbasu
Føroyska tjóðin hevur ásamt
tørv á tjóðarlaðing. Vit undrast
kanska á, at samfelagið er vorðið
so nógv ríkari ídag, enn tað
var fyri hálvthundrað árum
síðani, táið høvini vóru fræls og
vinnumøguleikarnir ótømandi, at
vit eftir tað, sum fyri fleiri tóktist
sum ein avmarking, ásetingin
av 200 fjórðinga fiskimarkinum,
hava megnað at smíða okkum eitt
vælferðarsamfelag eftir norður
lendskum leisti. Avmarking og
vøkstur hanga líkasum ikki saman
í vanligari fatan, men niðurstøðan
kann ikki vera onnur enn hon,
at stóra íløgan í undirstøðukervi,
samflættanin av landinum í vegi,
brúm og tunlum, og stóra íløgan
í skúlaskap og mentan, er mesta
orsøkin til óvanliga framburðin
hesi árini, hóast ringar kreppur
eisini hava rakt okkum.
Samstundis sum vit tryggja
spísikamarið, vinnuliga undir
støðukervið, umvegis lívfrøðiliga
og búskaparliga burðardygga
tøku úr livandi tilfeinginum,
mega vit fremja tjóðarlaðing við
øktum granskingar-, mentanar- og
kensluútboði. Fróðskaparsetrið
skal mennast til eitt veruligt
universitet, sum eisini er eitt
seriøst tilboð til fremmandar
studentar. Áhaldandi má íløga
gerast í frálærutilfar á føroyskum
máli. Bráðneyðugt er at gera eina
munandi íløgu í føroyskt sjónvarp.
Fremsti granskingarstovnurin,
Havstovan, má fáa rætta amboðið
at gera vísindaligar rannsóknir
á hesum øgiligu víddunum, sum
føroyskar havleiðir eru. Eru vit
pírin við íløgunum, sum skulu
framtíðartryggja samfelagið,
so kann spádómurin hjá Róa
Patursson, sagdur í øðrum
samanhangi, í ringasta føri ganga
út:
Vit eru okkara egnu barbarar
onkustaðni millum heims og heljar
vakna friðardýrini
úr ljótum dreymi
krígsdýrini hvessa tenn
arbeiðsdýrini busta stilvarnar
neyðardýrini yrkja og skriva
skriðdýrini yvirliva.
Jens Pauli Heinesen skrivaði í
sjeytiárunum sjónleikin “Hvønn
stakkin skal eg fara í, pápi?”
Støðið var tikið úr søgnini um
Anniku í Dímun. Føroyska tjóðin
hevur tað ikki verri enn aðrar,
langt frá tí, men røkt og menning
eru áhaldandi neyðug. Tjóðin
er okkara alra, ongin ella vit øll
eiga hana. Hon er í okkum, vit
standa á henni og á flogi ferðast
vit á veingjum hennara. Hvør
ið politiski stakkurin skal vera,
sum vit klæða hana í, tað verður
ein temperamentspurningur
samvarandi politisku hugsjón
unum hjá hvørjum einstøkum.
Og hóast bygdarmaðurin Jóhan
Petersen og eg eru grundleggjandi
og ósvitaliga ósamdir, formenn í
hvør síni útriðu í oynni, um tað
skal verða danski nationalstaturin
ella ein føroyskur nationalstatur,
ið skal vera politiski karmurin um
føroysku tjóðina, so eiga vit líka
nógv í henni báðir, og somuleiðis
hava vit ájavna ábyrgd av at røkja
og menna hana til frama fyri
ókomin ættarlið á oyggjunum,
hesar sum vóru okkum tillutaðar
frá landnámi. Máttu dagarnir
verið sum styrki tín, og Merkið
veittra yvir tjóðini í allari framtíð.
Súmbolið verður ongantíð magn
fylri enn tærið í tjóðini. Ábyrdin er
tín og mín og bara okkara.
ES: Tíðargreinin er skrivað
úr røðu, sum varð flutt fram í
Heiðunum flaggdagin í ár.
viðmerkingar
Framhald av tíðargreinini Tjóðarlaðing á blaðsíðu 19
tilverurætturin skal finnast í
stóra almenna rúminum og í
sakliga fría orðinum.
Tì vóni eg, at mítt íkast og
sjálvur kritikkurin er væl
komin.
Sjálvandi kann eg hava
yvirsæð ella yvirhoyrt okk
urt. Tað kunnu vera serlig
fyrilit, meiningar og grund
gevingar til, at tónleikaúr
valið er sum tað er.
Um vit kaga í public ser
vice sáttmálan millum Menta
málaráðið og Kringvarp Før
oya, so er tað okkurt sum
bendir á, at Kringvarp Føroya
er farið av kós.
tónleikatiltøk, sum menna
tónlistamentanina, bæði tá
talan er um føroyskan sang
og dans og føroysk kvæði,
klassiskan tónleik, kórtónleik,
populertónleik o.a. Føroyskur
tónleikur hevur eitt týðandi
pláss í útvarpsmiðlinum. Út
varpsmiðilin skal geva rúmd
fyri tónleiki innan allar
tónleikagreinir.
Kringvarp
Føroya skal orða ein greiðan
tónleikapolitikk, sum hevur
fyrilit fyri býtinum millum
føroyskan og útlendskan
tónleik, ymsu tónleikagrein
irnar, nýggjan og eldri tónleik
o.s.fr.
Sjónvarpsmiðilin
tekur
stig til at skipa fyri kon
sertum við føroyskum tón
leikarum.”
”Kringvarp Føroya skal
sum mentanarstovnur miðla
tónleik og skapa áhuga fyri
og eggja til, at framleiddur
verður føroyskur tónleikur.
Kringvarp Føroya skal
eggja til, taka stig til og/
ella leggja til rættis føroysk
tónleikatiltøk, sum menna
tónlistamentanina, bæði tá
talan er um føroyskan sang
og dans og føroysk kvæði,
klassiskan tónleik, kórtón
leik, populertónleik...
Føroyskur tónleikur hev
ur eitt týðandi pláss í út
varpsmiðlinum. Útvarps
miðilin skal geva rúmd fyri
tónleiki innan allar tón
leikagreinir. Kringvarp Før
oya skal orða ein greiðan
tónleikapolitikk, sum hevur
fyrilit fyri býtinum millum
føroyskan og útlendskan
tónleik, ymsu tónleikagrein
irnar, nýggjan og eldri tónleik
o.s.fr.
Sjónvarpsmiðilin
tekur
stig til at skipa fyri kon
sertum við føroyskum tón
leikarum.o.a.
Føroyskur
tónleikur hevur eitt týðandi
pláss í útvarpsmiðlinum. Út
varpsmiðilin skal geva rúmd
fyri tónleiki innan allar tón
leikagreinir. Kringvarp Før
oya skal orða ein greiðan
tónleikapolitikk, sum hevur
fyrilit fyri býtinum millum
føroyskan og útlendskan
tónleik, ymsu tónleikagrein
irnar, nýggjan og eldri tónleik
o.s.fr.
Sjónvarpsmiðilin
tekur
stig til at skipa fyri kon
sertum við føroyskum tón
leikarum.”
o.a.
Føroyskur
tónleikur hevur eitt týðandi
pláss í útvarpsmiðlinum. Út
varpsmiðilin skal geva rúmd
fyri tónleiki innan allar
tónleikagreinir.
Kringvarp
Føroya skal orða ein greiðan
tónleikapolitikk, sum hevur
fyrilit fyri býtinum millum
føroyskan og útlendskan
tónleik, ymsu tónleikagrein
irnar, nýggjan og eldri tónleik
o.s.fr.
Sjónvarpsmiðilin
tekur
stig til at skipa fyri kon-sert
um við føroyskum tónleik
arum.”
Føroyskur
tónleikur
hevur eitt týðandi pláss í
útvarpsmiðlinum. Útvarps
miðilin skal geva rúmd fyri
tónleiki innan allar tón
leikagreinir. Kringvarp Før
oya skal orða ein greiðan
tónleikapolitikk, sum hevur
fyrilit fyri býtinum mill
um føroyskan og útlendsk
an tónleik, ymsu tónleika
greinirnar, nýggjan og eldri
tónleik o.s.fr.
Sjónvarpsmiðilin
tekur
stig til at skipa fyri kon
sertum við føroyskum tón
leikarum.”
Vit kunnu venja okkum
til næstan alt. Eisini at bak
grundin er fremmand og
ikki gevur stórvegis mein
ing. At okkara dagur gerst
óviðkomandi poppur. Men
spurningurin er, um tón
leikur bara er tónleikur?
Ella um fólk høvdu hugsað
og reagerað øðrvísi, um fram
haldssøgurnar um Harry
Potter og Hobbin vórðu lisnir
upp á enskum?!
Kringvarpið eigur fram
haldandi at vera okkara
fremsti
mentanardepil.
Tað er dýrt og krevjandi at
framleiða føroyskt sjónvarp,
men tað er sera lagaligt og
nærum kostnaðarleyst hjá
Útvarpinum at spæla før
oyskan tónleik.
Í skrivandi løtu havi eg
við hálvum oyra lurtað eftir
útvarpinum. Nú er døgurða
tónleikur á skránni. Tú kanst
hóskandi spyrja á hvørjum
máli?!
Framhald av síðu 18